Í sambandi við at Lone Hertz kemur til Føroyar, fer hon at hava fyrilestur á almennum fundi hjá Javna. Lone Hertz hevur ein vaksnan son, ið hevur sálarligar trupulleikar, og hon hevur tískil áhugaverdar lívsroyndir. Fyrilesturin kallar hon ?Sorgrig ? ein familja, ið livir við breki.?
Lone Hertz hevur áður verið í Føroyum og vitjað Javna. Tann fundurin var læruríkur, og nógv fólk lýddi á. Javni vónar, at hetta eisini verður soleiðis hesuferð. Felagið heldur, at tað er alneyðugt í arbeiðnum hjá Javna, at fólk siga sína hugsan. Møguleiki verður fyri at seta spurningar og at hava viðmerkingar.
Einki er ein sjálvfylgja
Lone Hertz sigur soleiðis: »Lívið hevur lært meg ikki at taka ímóti nøkrum frá øðrum sum eina sjálvfylgju. Soleiðis sum eg síggi lívið saman við soninum Tomas, hevur tað tyngsta ikki verið sonurin við sínum breki, men harafturímóti tað, at samfelagið ikki av heilum huga hevur hjálpt honum og familju hansara.
Verða vaksin menniskju við breki avskorin frá teimum løtum, tá lívið bylgist best og vakrast innan í teimum og viðfarin sum vóru tey børn, er tað tíverri vandi fyri, at tey verða viðfarin sum børn í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta er galdandi fyri okkum foreldur, sum hava ilt við at sleppa ?børnum? okkara, men sanniliga eisini fyri ymisk starvsfólk, viðgerðar og ráðgevar.«
Lone hevur ein áhugaverdan boðskap til øll foreldur, starvsfólk og myndugleikarnar. Dreymurin hjá Lone er, at hon kann doyggja í friði frá soni sínum, tí samfelagið er so gott, at sonurin er í góðum hondum.
Fundurin við Lone Hertz verður á Hotel Hafnia leygardagin 25. august klokkan 14. og Javni leggur dent á, at øll eru vælkomin.