Børnini eru heima

Foreldrini á Trøllanesi vilja hava lyftið frá landsstýrismanninum um skúla í bygdini uppfylt, áðrenn tey senda børnini aftur í skúla. Støðan tykist løst fast

 

Børnini á Trøllanesi hava ikki verið í skúla eftir summarferiuna. Orsøkin til hetta er eitt stríð um skúlarnar í kommununi.

Mikladalur og Trøllanes eru saman í Mikladals kommunu, og síðani seinast í áttatiárunum hevur skúli bara verið í Mikladali.

Í mai mánaði boðaði landsstýrismaðurin við mentamálum, Torbjørn Jacobsen, frá, at skúlin á Trøllanesi skuldi latast uppaftur, so børnini í kommununi lutvíst gingu í skúla á Trøllanesi og í Mikladali.

Síðani hevur bygdaráðið í Mikladali strika eina samtykt um, at skúlin í Trøllanesi skuldi lata uppaftur, tí bygdaráðið heldur tað ikki verða ráðiligt at hava tveir skúlar í kommununi.


Valstríð

Stríðið millum Trøllanes og Mikladal er ikki nýtt. Áðrenn kommunuvalið í fjør, gjørdu fólk í Mikladali ein lista, har bert fólk úr bygdini var við. Onkur persónur úr Trøllanesi, sum hevði verið við á hesum lista áður, slapp ikki upp á listan aftur.

Hetta hevði við sær, at mikladalsfólk als ikki stillaðu upp til kommunuvalið, og tá valið var í november mánaði í fjør vóru 15 blankar atkvøður.

Hetta vóru eftir øllum at døma fólk í Mikladali, sum vildu vísa sína misnøgd við støðuna í kommununi.

Úrslitið er tí, at øll trý fólkini í bygdaráðnum í Mikladals kommunu eru úr Mikladali. Eingin er longur úr Trøllanesi.


Skúlastríð

Gamla bygdaráðið samtykti í november mánaði í fjør, at skúlin í bygdini skuldi lata uppaftur, og at onkrar umvælingar skuldu gerast í skúlanum.

Síðani hevur nýggja bygdaráðið kolldømt avgerðina um skúlan á Trøllaneis, og nú liggur málið soleiðis, at skúlastýrið í kommununi hevur sent málið til Mentamálastýrið.

Foreldrini á Trøllanesi hava børnini heima, og tey siga seg halda seg til lyftið frá landsstýrismanninum um, at skúlin í Trøllanesi skal lata uppaftur.

Foreldrini á Trøllanesi, at avgerðin hjá bygdaráðnum í Mikladals kommunu kann hava við sær, at skúlin á Trøllanesi verður niðurlagdur, og tað vilja tey ikki hava.

Tí vilja tey ikki senda børnini í skúla, fyrr enn tey hava fingið lyftið frá landsstýrismanninum uppfylt.