kwt. Hesi tøl siga kanska fólki ikki so nógv. Men verður hetta umroknað til eina árliga framleiðslu í miðstaðarøkinum uppá 60 GWt, so merkir hetta fyri hvørt 1 oyra í tilboðnum ein eykakostnað uppá 0 [...] 100,8 mió. kr. í samlaðum prísmuni yvir øll 20 árini, sum loyvistíðarskeiðið er ásett at verða. Hetta merkir í stuttum, at vanligi føroyski brúkarin skuldi goldið heilar 100 mió. kr. eyka í elgjøldum yvir [...] við Sigert Patursson um vindmyllulundina á Gellingarkeltti, - ikki hevði havt nakran at kappast við í samband við útboðið. Hetta sigur ikki smávegis um hvussu skaðiligt sokallaða privata initiativið kundi
Skálatrøð. Talið á akførum er uml. 41.000. Tað boðar ikki frá góðum, at enn fleiri bilar skulu førast inn í trongu gøturnar í miðbýnum. Eigur býurin ikki heldur at raðfesta eitt enn betri busssamband? [...] Bøkjarabrekku, Niels Finsens gøtu, í Lucas Debesargøtu, fyri ikki at tala um í sjálvari Kongagøtuni og inni í Tungugøtu. Vit meta snøgt sagt ikki, at tað er ráðiligt at byggja eitt parkeringshús við so [...] Hvørjum tænir Tórshavnar Býráð? Tað tykist sum um, at eigarin av nevnda øki, sum ikki er borgari og tí heldur ikki skattaborgari í Tórshavnar kommunu, fær vælvildina frá kommununi. Tórshavnar býráð
upplivað, og tað, sum eg síggi og hoyri. Eg fór í skúla 1981, tá eg fór í 1. flokk. Í 2000 tók eg prógv á Føroya Læraraskúla og í 2001 byrjaði at arbeiða í skúlanum á Giljanesi, og her havi eg starvast síðani [...] hjarta liggur í føroyska fólkaskúlanum. Eg trívist í mínum arbeiði og eg royni at gera mítt allar besta. Og eg eri sannførd um, at bæði børn og vaksin royna sítt allar besta í tí støðu tey eru í. Søguliga [...] 50-80 ár aftur í tíðina, var peningur, sum avgjørdi, um til bar at halda fram í skúlanum ella um farast skuldi til arbeiðis. Her kom tá broyting í, og fíggjarligar stuðulsskipanir vórðu settar í verk fyri at
eina religiøsa bók, kanst tú ikki fordømast, haldast fyri gjøldur ella háðast. Nei, eg eri ikki blivin ørur í høvdinum. Eg vísi bert á, hvussu skjótt læknafrøðilig frambrot í fyrstuni fatað sum sci-fi v [...] Obama, til dømis, kann ikki velja sín lit frá. Maðurin kann ikki gera fyri, at hann er myrkur. Eitt annað forsetavalevni, Hilary Clinton, kann ikki velja sítt kyn frá. Kvinnan kann ikki halda uppat við at [...] nú av munarligum týdningi. Í USA hava tey mormonsk forsetavalevni, ið tala fyri kærkomna rættinum at buka konur og børn til sættis. Í Bretlandi eru opus dei-fylgisneytar í undirhúsinum, ið av øllum alvi
Betty Lómstein Pedersen varð studentur í fyrsta árganginum við Gøtugjógv. Tað var í 1985. Í januar í 1993 leyk hon farmaseutiskt embætisprógv í Keypmannahavn, og í 1995 fór hon undir granskingararbeiðið [...] viðkomandi spurningurin hjá ikki minst heilivágsídnaðinum hevur verið viðgjørdur. Ein av ráðstevnunum var í París, ein onnur í Berlin, og so var Betty eina ferð í New Orleans í USA. Í sambandi við gransking [...] iðið var hon eitt stutt skifti í Uppsala í Svøríki, har hon gjørdi royndir í samarbeiði við svenskar granskarar. Eftir at hon í 1993 var liðug at lesa, arbeiddi Betty í eitt ár á Løvens Kemiske fabrik
Men tað liggur ein alheimur í hesi tráan, ein globalsering at vera sum hini, at tekkjast einum ávísum skapi bæði í list, arkitekturi, í skaldskapi og móta. Hetta er ikki nýtt í okkara lívsmynstri. - At lata [...] og listamanni í Fugafirði, varð farið oman í Vágsbø at hyggja at fýrverki, sum í dýrdarveðrinum neyvan hevur verið vakrari. Løtan endaði við felagssangi, har fólk munda halda á at syngja í ein góðan tíma [...] kvinnurnar her á landi um tún og stræti í síðsta skríggi frá alheims mótapallum. Samd kunnu mannfólkini vera, at snøgg var føroyska kvinnan í hesum búna í hesi alheims mótagerð í 20inum. - Mótan hava vit altíð
og samkynd Tað eru serliga tvær greinir í sáttmálanum, sum eru av áhuga í hesum sambandi. Eg endurgevi tær her á donskum í tí líki, sáttmálin er settur í gildi í Føroyum. Grein 8 sigur, at ”Enhver har ret [...] tjakinum haldi eg meg ikki til at siga so nógv um uttan tað, at tá vit vóru børn, varð ikki gjørt so nógv burturúr at brúka bíblina sum lógbók í revsirætti, sum summi tykjast at hava hug til í dag. Heldur lærdu [...] propagandavirksomhed.” Í teirri revsilóg, ið galdandi er í Føroyum, eru orðini ”seksuel orientering” ikki við, og tað er hetta, ið uppskotið hevur til endamáls at bøta um, verður tað samtykt. Í sínum upprunaliga
her snýr tað seg í øllum førum um at hava hosur til at taka. Ian Gillan veit væl, hvaðani gestirnir hjá honum eru, og hann letur ikki føroyingarnar spyrja um ferðina hjá honum í Føroyum í 1992, tá ið hann [...] hann. - Vit hava tað sera gott saman í bólkinum í løtuni. Síðani Don Airey kom upp í bólkinum, hevur tað gingið ótrúliga væl hjá okkum. Nú eru vit aftur fimm tónleikarar í bólkinum, sum veruliga vilja spæla [...] var komin hartil í lívinum, at hann tímdi ikki at spæla meira, og hann hevði tað ikki stuttligt longur, so tað var eingin annar útvegur uttan at hann gavst at spæla. - Don Airey kom upp í bólkin fyri hann
grønmeti í Føroyum í fyrsta lagi epli, røtur, gularøtur og annan vøkstur, sum hevur góð gróðrarlíkindi her. - Vit eiga eisini villu hvannirnar, sum veksa kring um í landinum bert fyri at tríva í okkurt av [...] til eina ávísa framleiðslu av spiritus í Føroyum. - Menn hava roynt at gjørt ein snaps við hvannasmakki, og eg haldi tað vera beklagiligt, at vit í Føroyum ikki í ein ávísan mun skulu sleppa at bryggja [...] á klettarnar. Einki ringt um hetta, ikki sum so. Samstundis, sum vit hava tikið ímóti útlendskari ávirkan og "mat-mentan", hevur rákið í norðurlondum - og nú eisini í Føroyum - kortini verið, at fólk eru
íløgur í dollar-eindum. Spurningurin er, hvussu leingi tað heldur fram. Og seinastu meldingarnar vísa, at tað gongur ikki so væl í løtuni. Í apríl floymdu bert 48 mia. $ til landið, men hallið var í sama [...] all í % av GDP- 2,8 %- 4,1 % *2005 estim. (Kelda: The Economist) Í USA dekkar hugtakið "the twin deficits", at stórt hall er bæði á fíggjarlógini og í viðurskiftunum við umheimin. Tað sæst klárt í talvuni [...] hvør. Hinvegin er avlop á bæði gjalds- og handilsjavna í ES. Politiskir trupulleikar í ES, men enn ongar loysnir Støðan í ES aftaná fólkaatkvøðurnar í Frankaríki og Hollandi, har úrslitið segði Non og Nee