Halgir Winther Poulsen
Vert kundi tí verið at hugt eitt sindur at støðuni gjøgnum løgfrøðiligar brillur. Tann bíbilska partin av tjakinum haldi eg meg ikki til at siga so nógv um uttan tað, at tá vit vóru børn, varð ikki gjørt so nógv burturúr at brúka bíblina sum lógbók í revsirætti, sum summi tykjast at hava hug til í dag. Heldur lærdu vit um Guds kærleika til menniskjuni og fingu at vita, at vit áttu at (royna at) fyrigeva teimum, sum syndaðu ímóti okkum.
Revsilógin
Tann danska útgávan av grein 266b í revsilógini er soljóðandi:
”Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.
Stk. 2. Ved straffens udmåling skal det betragtes som en særligt skærpende omstændighed, at forholdet har karakter af propagandavirksomhed.”
Í teirri revsilóg, ið galdandi er í Føroyum, eru orðini ”seksuel orientering” ikki við, og tað er hetta, ið uppskotið hevur til endamáls at bøta um, verður tað samtykt.
Í sínum upprunaliga orðaljóði kom grein 266b inn í revsilógina orsakað av ”de i den nyeste tid opdukkede foreteelser som forfølgelser af racer, trossamfund m.v.” Danir dubbaðu seg sostatt at standa ímóti teirri nasistisku forfylgingini av minnilutum, ið longu tá hómaðist sunnan markið.
Í 1971 varð greinin víðkað við fyristandandi staðfestingini av ST sáttmálanum um rasudiskriminatión fyri eyga. ”Seksuel orientering” kom inn í lógina í 1987, men hendan broytingin er sum nevnt ikki komin í gildi í Føroyum.
Sum tað sæst av orðaljóðinum er tann verja, ið veitt verður nevndu minnilutum, sera avmarkað. Talan skal vera um almenna hóttan, vanvirðing ella niðring av hesum fólkum sum bólki. Grundin til hetta er tann, at einhvør skerjing av tí grundleggjandi rættinum til framsøgufrælsi, er og eigur at vera avmarkað og ikki fara longri enn neyðugt til tess at tryggja verju av veikum bólkum. Teir heldur fáu dómar, ið sagdir eru í revsimálum við støði í grein 266b, vísa eisini, at so er.
Íðan, kann so verða sagt, og verður eisini ført fram, hví so gera so nógv hóvasták burturúr teimum samkyndu, tá lítil og eingin hjálp er í hesi lógarbroytingini?
Hertil eigur svarið eftir mínum tykki at vera, at vilja vit ikki eingang seta hendan lága verjugarðin um hendan í Føroyum serdeilis veika minnilutabólkin, sýna vit sum samfelag at vit góðkenna, at frítt er at vanvirða og niðra tey alment. Tað er ein hugburður, ið eitt samfelag, ið ætlar sær undir tey fyrstu tøtlini út í globaliseraða heimin, neyvan kann vænta sær nakra góðvild afturfyri frá framkomnum londum.
Europeiski mannarættindasáttmálin
Eftir at øll menniskjavirði vóru traðkað undir fót undir seinna heimsbardaga, var tað eitt aðalmál hjá sameindu tjóðunum og flestu landastjórnum, at tílíkt mátti ikki henda aftur. Farið varð tí undir at fyrireika altjóða bindandi sáttmálar um verju av grundleggjandi mannavirðum. ST gekk á odda, men har gekk seint, so regionalir mannarættindasáttmálar vórðu fingnir í lag víða um heimin.
Í hesum starvinum gingu londini í Europa á odda, og tann 4. november 1950 varð europeiski sáttmálin um verju av mannarættindum og grundleggjandi frælsisrættindum undirskrivaður. Sáttmálin fekk gildi í 1953, eftir at nóg nógv lond høvdu staðfest hann, teirra millum Danmark. Í Danmark hendi harafturat tað óvanliga, at sáttmálin við seinni protokollum (ískoytissáttmálum) varð gjørdur til beinleiðis part av innlendis lóggávuni við lóg frá 29. apríl 1992.
Føroya støða til sáttmálan
Í mars 1994 fekk landsstýrið fyrispurning frá ríkisumboðnum vegna donsku stjórnina, um heimastýrið ynskti, at lógin, og harvið sáttmálin, varð lýstur at galda í Føroyum. Landsstýrið legði málið fyri tingið sum uppskot til samtyktar um at ”Løgtingið samtykkir, at lóg nr. 285 frá 29. apríl 1992 um Tann Europeiska Mannarættindasáttmálan kann setast í gildi fyri Føroyar”. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið m.a. at ”Við lógini verður mannarættindasáttmálin inkorporeraður í føroyskan rætt. Ein inkorporering fer at føra við sær at galdandi rættarstøða, har dómstólarnir nýta reglurnar í mannarættindasáttmálanum í samband við tulking av galdandi rætti, verður lógarfest.”
Málið varð bein í rættarnevndina, har limirnir vóru Bjørn á Heygum, formaður, Bjarni djurholm, Jenis av Rana, Helena Dam á Neystabø og Jógvan Durhuus. Nevndin mælti einmælt til at lógin um Tann Europeiska Mannarættindasáttmálan kundi setast í gildi. Á tingfundi tann 2. januar 1995 varð uppskotið endaliga samtykt við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Europeiski mannarættindasáttmálin er settur í gildi í Føroyum við Anordning nr. 136 frá 25. februar 2000 sum javnsettur partur av føroyskari lóggávu, sambært stýrisskipanarlógini helst enntá yvirskipaður løgtingslógum.
Sáttmálin og samkynd
Tað eru serliga tvær greinir í sáttmálanum, sum eru av áhuga í hesum sambandi. Eg endurgevi tær her á donskum í tí líki, sáttmálin er settur í gildi í Føroyum.
Grein 8 sigur, at ”Enhver har ret til respekt for sit privatliv og familieliv, sit hjem og sin korrespondance”. Í grein 8 stk. 2 eru strangar reglur um møguligar skerjingar av hesum rætti, sum tó ikki hava týdning í hesum sambandi.
Grein 14 um bann móti mannamuni er soljóðandi:
” Nydelsen af de i denne konvention anerkendte rettigheder og friheder skal sikres uden forskel på grund af køn, race, farve, sprog, religion, politisk eller anden overbevisning, national eller social oprindelse, tilhørsforhold til et nationalt mindretal, formueforhold, fødsel eller ethvert andet forhold.”
Europeiski mannarættindadómstólurin
Umframt sera víðfevnda rættindaverju hevur europeiski mannarættindasáttmálin eina heilt serliga verjuskipan av hesum rættindum, ið er heilt einastandandi fyri altjóða sáttmálar yvirhøvur. Sambært kapitul II í sáttmálanum er ein dómstólur settur á stovn, ið hevur til uppgávu at tryggja, at tær skyldur, ið sáttmálapartarnir hava átikið sær, verða hildnar. Til hendan dómstól kunnu allir íbúgvar í sáttmálalondunum venda sær við kæru um brot móti teimum vardu rættindunum.
Teir dómar, ið dómstólurin sigur, eru bindandi fyri stjórnirnar í sáttmálalondunum, bæði tá ræður um staðfesting av møguligum broti og áseting av endurgjaldi til tann kærandi. Tað kemur ikki fyri, at eitt land ikki gevur seg undir dómin. Í tulkingum sínum er dómstólurin ofta radikalur og tulkar við egnum orðum sáttmálan sum ”eitt livandi skjal”, hvørs innihald kann broytast við broyttum tíðum.
Dømi um dómar
Tann 27. september 1999 varð dómur sagdur í tveimum kærumálum móti Bretlandi.
Tað vóru tvey mál, har fýra samkyndir menn stevndu Bretlandi fyri brot á grein 8 í sáttmálanum. Menninir, ið allir tæntu í bretska herinum, vóru koyrdir úr tænastuni við teirri grundgeving, at teir vóru samkyndir.
Stjórnin førdi fram, at samkyndir hermenn høvdu havt stóra skaðiliga ávirkan á moralin í herinum og tessvegna á stríðsmegina og –førleikan. Hesar undanførslur vórðu ikki góðkendar av dómstólinum, ið kom til ta niðurstøðu, at Bretland hevði framt brot á grein 8. Í einum seinni dómi, søgdum tann 25. juli 2000, varð Bretland dømt at gjalda teimum fýra endurgjald og sakarkostnað , tilsamans GBP 374,000.
Tann 21. desember 1999 varð dómur sagdur í sakarmáli móti Portugal. Hvørji rættindi hava samkynd í Føroyum.doc
Málið snúði seg um foreldrarætt og samverurætt við eitt felagsbarn eftir hjúnaskilnað. Avtala var gjørd í sambandi við hjúnaskilnaðin, men seinni breyt konan avtaluna og sýtti manninum at vitja dótrina. Hann stevndi og fekk foreldrarættin frá familjudómstólinum í Lissabon, og dóttirin búði hjá pápanum í eitt ár, inntil mamman burturflutti hana. Mamman skeyt dómin um foreldrarætt til hægri rætt og fekk nú foreldrarættin av tveimum grundum. Tann fyrra var barnsins tørvur og tann seinna at maðurin var samkyndur og búði saman við øðrum manni.
Maðurin fór síðan til mannarættindadómstólin, sum dømdi Portugal fyri brot á grein 8 og grein 14 í mannarættindasáttmálanum við teirrri grundgeving, at veruliga orsøkin til, at foreldrarætturin var tikin frá pápanum, var tann, at hann var samkyndur, og at hetta var sáttmálabrot.
Tann 9. januar 2003 vórðu dómar sagdir í tveimum málum móti Eysturríki.
Tveir av kærarunum, ið vóru samkyndir, høvdu fingið fongsulsdóm fyri kynsligt samband við unglingar sambært grein 209 í revsilógini, ið bannaði kynsligum sambandi við unglingar millum 14 og 18 ár. Tann triði kærarin, ið eisini var samkyndur, kærdi um, at hann av ótta fyri revsilógini ikki kundi hava kynsligt samband við vaksnar menn, fyrr enn hann var 18 ára gamal, uttan at valda revsing fyri viðkomandi.
Grein 209 í revsilógini varð seinni avtikin, men revsidómarnir stóðu við.
Mannarættindadómstólurin dømdi Eysturríki fyri brot á grein 8 og grein 14 í mannarættindasáttmálanum.
Niðurstøða
Sum sæst er europeiski mannarættindasáttmálin eftir einmæltari løgtingsaamtykt settur í gildi í Føroyum sum partur av føroyskari lóggávu. Harvið eru eisini dómarnir hjá mannarættindadómstólinum bindandi fyri føroyska lóggávu og umsiting.
Dómstólurin dømir, at samkynd eru vard av grein 8 og grein 14 í mannarættindasáttmálanum. Tað er sostatt í stríð við sáttmálan at gera mannamun móti samkyndum, og Føroyar, ella heldur Danmark sum sáttmálapartur, kunnu tí rokna við at verða dømd fyri sáttálabrot, um tílíkur mannamunur framhaldandi verður gjørdur í Føroyum.
Hetta átti at givið okkara lóggevarum nakað at hugsa um, nú teir á øðrum sinni skulu undir at viðgera samkynd og teirra rættarstøðu í føroyska samfelagnum.