Gillan hevur Føroyar við í sínum viðføri

Ian Gillan stórtrívist sum sangari í tiltikna bretska rockbólkinum Deep Purple, og hann heldur, at bólkurin sjáldan hevur verið so væl fyri, sum hann er júst nú. Gillan hevur ferðast víða við Deep Purple, men fáar upplivingar kunnu samanberast við ferðina hjá honum í Føroyum í 90unum. Hann minnist verkfall, ferð um Vestmannasund í lítlum báti, regn og og eina heilt serliga flogferð. Sosialurin hitti Ian Gillan áðrenn konsert í Danmark

Tað er Spider, sum stýrir showinum. Hann lítur rundan um seg við einum steinrunnum og sólbrúnkaðum andliti. Sólbrillurnar fjala eyguni, og tann ljósareyða polotroyggjan skyggir í donsku sólini. Hann er líkist onkrum meira, enn tað hann er  tourmanager hjá Deep Purple.
Spider gongur undan og leiðir føroysku fjølmiðlamennirnar inn í tónleikagarðin, sum liggur aftanfyri pallin til stóra tónleikatiltakið Rock Under Broen í Middelfart.
Í einum av húsvognunum, sum eru parkeraðir til heiðurs fyri tey, sum skulu framføra á konsertini, bíðar Ian Gillan, sangari í tiltikna rockbólkinum Deep Purple.
Hann er komin til avtalaðu tíðina, er fyrireikaður til at práta og letur ikki fjøliðmiðlamennirnar bíða óneyðuga leingi. Við borði, har vit sessast í húsvogninum, eru fimm pør av nývaskum, myrkum hosum løgd fram. Nøkur handklæði liggja eisini og sløðast á borðinum. Jú, krøvini frá teimum stóru tónleikarunum eru ymisk, og her snýr tað seg í øllum førum um at hava hosur til at taka.
Ian Gillan veit væl, hvaðani gestirnir hjá honum eru, og hann letur ikki føroyingarnar spyrja um ferðina hjá honum í Føroyum í 1992, tá ið hann hevði tvær konsertir við sínum egna bólki. Hann fer sjálvur at tosa um Føroyar beinanvegin.
- Føroyar vóru eitt fantastiskt land at sleppa at vitja. Eg gloymi ongantíð dagin, tá ið vit komu til Føroya. Eg havi ongantíð áður ella síðani lent á einum flogvølli sum í Føroyum. Vit flugu fram við fjøllunum, sóu fuglarnar, og flogfarið sigldi frá síðu til síðu, áðrenn tað setti seg. Tað var nakað heilt serstakt, greiðir Ian Gillan frá.
 
Verkfall og bátur um sundið
Ian Gillan minnist serliga væl fyrstu tímarnar av ferðini í Føroyum, tí einki var, sum tað plagdi at verða aðrastaðni í heiminum, har hann hevði verið á ferð.
- Tað var verkfall í Føroyum, og vit máttu umborð á fiskibát fyri at sleppa av oynni, har flogvøllurin er. Tað oysregnaði, og tað var bara eitt lítið stýrhús umborð á bátinum. Skiparin var inni í stýrhúsinum, og tað var ikki pláss fyri fleiri folkum inni har. Trummuspælarin hjá mær kappaðist við eina eldru kvinnu um at sleppa inn í stýrhúsið at kroka, sigur Ian Gillan.
- Vit høvdu alla okkara útgerð umborð á bátinum, og vit royndu sum frægast at halda hana turra yvirum. Tað var ein fantasktisk kvøld, og vit høvdu tað sera gott í Føroyum.
Fyri Ian Gillan hevur tað altíð verið nakað serligt at vitja lond, har hann ikki hevur verið áður.
- Tá ið vit vóru yngri, plagdu vit at spæla á føstum støðum týskvøld, hóskvøld og leygarkvøld, men vansin við hesum er, at fólkini hoyra sama bólk allatíðina, og tað verða tey troytt av. Tað er eisini troyttandi hjá einum bólki bara at spæla á somu støðum, og tí er tað umráðandi at koma víðari og fara at ferðast við tónleikinum.
- Vit hava roynt at koma so víða í heiminum sum gjørligt, og tað er spennandi at kunna uppliva nýggj støðu. Tað er altíð eitt stórt upplivilsi at fara til eitt land sum Føroyar ella Bolivia ella Kina at spæla, sigur Ian Gillan.
 
Hvílir seg áðrenn framførslur
Tað er hálvur annar tími, til framførslan hjá Deep Purple á Rock Under Broen skal vera, og nú skulu seinastu fyrireikingarnar til konsertina gerast hjá Ian Gillan og hinum í bólkinum.
- Eg blívi altíð spentur, áðrenn eg skal á pallin, og vanliga má eg taka tað róligt áðrenn eina framførslu. Eg plagi at fara ígjøgnum eina rutinu áðrenn eina konsert, og eg eri ikki sum nógvir aðrir tónleikarar, at teir vilja øsa seg upp og fáa adrenalinið at pumpa, áðrenn teir fara á pallin. Eg royni at slappa av, eg mediteri eitt sindur, og so eksploderi eg á pallinum, sigur Ian Gillan.
- Hetta er ikki nakað, sum er komið við árunum. Eg fann tíðliga út av, at eg skuldi ikki gera ov nógv av áðrenn eina konsert, tí so kom eg at mangla orku undir framførsluni. So eg havi altíð slappa av, áðrenn eg skal á pallin, so at eg veruliga kann geva meg fult undir konsertini, sigur hann.
Fyrstu ferð, Ian Gillan stóð á odda fyri bólkin Deep Purple, var 10. juli 1969, tá ið teir spældu á Speakeasy í London.
- Eg minnist sera væl hesa fyrstu konsertina. Tað vóru eini 40 fólk til konsertina, og meginparturin av teimum vóru hjálparfólk hjá okkum og full fólk. Eg hevði longu tá eina avgjørda vissu um, at hetta var ein heilt serligur bólkur, so tað var nakað serligt fyri meg at fara á pallin fyrstu ferð.
- Eg hevði spælt í fleiri øðrum bólkum frammanundan, men Deep Purple var nakað serligt. Eg visti tað beinanvegin, tí tónleikarar vóru so framúr góðir. Vit høvdu framvegis nógv at læra sum tónleikarar, men tann góðskan, sum var í bólkinm longu tá, var framúr.
- Sjálvt undir venjingunum áðrenn fyrstu konsertina, kendi meg sannførdan um, at vit fóru at koma langt. Vit fingu eisini okkara gjøgnumbrot seinni, og tað kom ikki óvart á meg. Eg havi upplivað nógv sum sangari, men størsta og týdningarmesta løtan hjá mær var, tá ið eg fyrstu ferð fór á pallin við Deep Purple, sigur Ian Gillan.
 
Teir klára væl upp
Deep Purple er nú farið undir eina drúgva konsertferð, sum næsta árið tekur teir til nógv lond í fleiri heimspørtum.
- Ein tónleikabólkur er sum ein familja. Tú mást klára væl upp við hinar limirnar í bólkinum, tí vit eru so nógv saman. Serliga fyrstu árini hevði tað nógv at siga, tí tá koyrdu vit runt í einum lítlum bussi, og tað var trongt.
- Nú er tað meira behagiligt at ferðast, tí vit hava ein góðan tour-buss, ella vit flúgva, og vit hava eitt hotellkamar í part. Annars er tað sera líkt at verða á konsertferð nú og fyri 30 árum síðani.
Á pallinum er tað tú og áhoyrararnir. Har eru eingin promotarar, plátufeløg, pressa ella nakað at órógva teg. Tá er tað tú og fólkini, sum eru komin at lurta eftir tær.
- Soleiðis var tað, og soleiðis er tað framvegis. Og tað er høvuðsorsøkin til, at vit tíma at spæla. Onkur fólk vilja helst siga, at tað eru aðrar orsøkir til, at vit framhaldandi spæla, men fyri okkum snýr tað seg um tónleik og at spæla fyri fólki, sum vilja lurta eftir okkum.
 
Bólkurin er væl fyri
Deep Purple hevur gjøgnum árini skift manning nakað, men fleiri av teimum upprunaligu limunum eru framvegis við í bólkinum. Gittarspælarin Richie Blackmore spælir ikki longur við, og fyri nøkrum árum síðani fór legendariski orgulspælarin Jon Lord úr bólkinum. Tá kom Don Airey upp í bólkin fyri hann.
- Vit hava tað sera gott saman í bólkinum í løtuni. Síðani Don Airey kom upp í bólkinum, hevur tað gingið ótrúliga væl hjá okkum. Nú eru vit aftur fimm tónleikarar í bólkinum, sum veruliga vilja spæla og lata nakað til bólkin. Tú mást kenna teg væl í bólkinum og vilja verða við, tí annars verður tað bara til eitt vanligt arbeiði, og tað merkist aftur í tónleikinum, sigur Ian Gillan
- Jon Lord var blivin troyttur, og tað merktist væl, at hann vildi sleppa burtur úr bólkinum. Tað ávirkaði eisini framførslurnar hjá okkum. Hann var ikki so spentur longur, hann vildi helst sleppa undan at fara á konsertferð, og hann gjørdist sera friðarligur. Jon er ein hetja, og vit halda ótrúliga nógv av honum, tí hann hevur havt so nógv at siga fyri Deep Purple, men hann var komin hartil í lívinum, at hann tímdi ikki at spæla meira, og hann hevði tað ikki stuttligt longur, so tað var eingin annar útvegur uttan at hann gavst at spæla.
- Don Airey kom upp í bólkin fyri hann, og tá gjørdust vit aftur ein bólkur við fimm tónleikarum, og vit eru betur fyri nú enn seinastu 20 árini. Seinastu trý árini hava vit verið líka væl fyri tónleikaliga, sum tá vit vóru, tá ið vit vóru upp á tað besta fyrst í 70unum og í 1984-85.
 
Bólkur í stórformi
Næsta árið fer Deep Purple at ferðast kring heimin, og teir hava úr at gera. Konsertirnar verða nógvar í tali, og upplivingarnar verða uttan iva eisini nógvar.
Skal ummælarin hjá BT, Steffen Jungersen, takast fyri fult, so er Deep Purple í sínum lívs formi, nú teir meira enn 35 ár eftir fyrstu framførsluna við Ian Gillan spæla á konsertum kring Europa og aðrastaðni í heiminum.
Ian Gillan takkar fyri vitjanina, og næstu løtuna skal hann fyrireika seg til einastu konsertina í Danmark í ár. Smílið er breitt, hárið styttri enn tað mangan hevur verið, men hann hann tykist vera væl fyri, og tað vísir hann eisini løtu seinni, tá ið hann og hinir í Deep Purple geva donsku áhoyrarunum eina ordans rockkonsert við øllum teimum kendu sangunum hjá bólkinum.
Deep Purple hevur framvegis nakað at lata frá sær í ár 2006.