andstøðan í Noregi fær ein dyggan frammaná í einari meiningakanning, sum bleiv almannakunngjørd í gjár. Í seinastuni hevur andstøðan havt støðuga framgongd í kanningunum, men nú er vend komin í og tað í ólukkumát [...] sigur, at 169 fólk lógu eftirá, men andstøðan vil vera við, at talið var nógv størri. Sambært andstøðuni doyðu umleið 500 fólk í Andisjan og umleið 200 í býnum Pakhtabad, tá hermenn skutu inn í mótmælisgongur [...] ngur í teimum báðum býunum. Fleiri útlendskir diplomatar og tíðindamenn vóru mitt í vikuni í Andisjan eftir innbjóðing frá stjórnini, men stjórnin ansaði væl eftir, at teir sluppu ikki at tosa við onnur
heldur ikki atfinningarnar móti teimum, sum stýra oljuvirkseminum í Føroyum. ?Eg kann bert siga, at fólk, sum hava verið innan oljuøkið í nógv ár, eru rættiliga ovfarin av, hvussu væl oljufyrisitingin hevur [...] at BP hevur leigað tvey hús, eitt í Havn og eitt inni á Nesi í Eysturoynni og síðani tríggjar íbúðir. Meðalprísurin er 6.800 kr. og tá eru íbúðirnar væl útgjørdar og í sera góðum standi. Hetta heldur hann [...] øking í fólkavøkstrinum. Hjarnar Djurhuus heldur vit mugu ansa eftir ikki at yvirmeta týdningin av eini leiting. Verður nakað funnið ganga kanska upp til fimm ár til ein framleiðsla byrjar. ?So eftir míni
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi i eini fráboðan í morgun. Hon sigur, at tískil fyrireika tey seg til økt virksemi komandi ár og í hesum sambandi fáa tey eitt flogfar afturat, so at Atlantsflog [...] verið sera væl umtókt. Komandi ár økja vit munandi um flúgvingina á flestu leiðum. Millum annað fara vit at flúgva beinleiðis til París frá apríl til oktober, og størsta partin av tíðarskeiðnum [...] beinleiðis til Aalborg, hava vit longt í ár, og verður tað longt upp aftur meira komandi ár, tá vit fara at flúgva heilt frá byrjanini av maj til miðjan oktober. Harumframt økja flestu av hinum rutunum
litríka riðilin í lastini. Teir hava ringt í allar ættir eftir fólki, og sjálvt havnarmenn, sum eru í Vági og vitja, hava fingið arbeiðsboð. Teir gomlu garparnir ALS ella ikki. Í kvøld eru nógv fólk til arbeiðis [...] ogn er í honum. Sveitti Unga sjakkið í lastini arbeiðir í sveittabroti, hóast kuldin er øgiligur; eini 30 stig undir frostmarkinum. Hálvan tíma niðri í lastina og hálva tíma uppi. Trettan mans eru í aftaru [...] Onkrir ganga á framhaldsdeildini í Vágs Skúla. Tveir teirra ætla sær ikki í skúla í morgin. Teir fara heldur á lastina. Onkur sjómaður, sum er heima fyri tíðina, er eisini uppi í. Tað er gott at kunna tjena
einki at búgva í, ella megna ikki at gjalda dýra leigukostnaðin. Hetta er ein ótolandi støða, ið ofta endar við, at familjur flyta av landinum, tí tey ikki fáa tak yvir høvdið í Føroyum. Fleiri innsløg [...] innlagdir í upp til eitt ár, hóast frískir, tí teir ongastaðni hava at fara, og úr Herberginum, har seingjarpláss mangla. Bústaðarneyðin er ein stórur trupulleiki fyri heimloysi í breiðu merkingini. At loysa [...] Í lesarabrævi í gjár hevði Jaspur Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, eitt aftursvar til eitt lesarabræv hjá mær um uppskotið um at áseta myndugleikaábyrgd av heimleysum. Jaspur Langaard sigur, at
abbabørn bæði í Føroyum og í Danmark. Johan sigur, at ein av abbasynunum er í ferð við at gerast professionellur fótbóltspælari í Onglandi. Christian Restorff Mouritsen eitur hann. ? So nú fara vit frá ho [...] brádliga gjørdu av at selja hotellið, sum hevur verið í familjuni síðani tað varð tikið í nýtslu í 1951. Øll árini hevur øll familjan meir ella minni verið við í rakstrinum av hotellinum,bæði systrarnar, Kirsten [...] sær ein krók upp á bilin til jolluna. ? So fólk mugu ikki gerast ov bilsin, um tey brádliga síggja meg í Tjørnuvík ella undir Leitinum í Hvannasundi á floti í jollu. Eg og konan bæði, sigur hann skemtiliga
Framgongdin í búskapinum, ið stavaði frá stórari keypiorku orsakað av lægri rentu og nýggjum lánum, var ikki einans í Føroyum, men eisini í útlandinum, og hetta merkti størri eftirspurning eftir m.a. arbeiðsmegi [...] á, at: Skuldarstøðið í landinum er lágt, tvs. at rásarúm er fyri øktari lántøku Alivinnan er í vøkstri og skapar størri virksemi Stórar verkætlarnir eru í gongd og aðrar fara í gongd, m.a. Sandoyartunnil [...] ryggur krevst at tálma búskapinum – serliga í einum valári. Skjótt vendist í búskapinum. Vit eru farin frá 8 mia. í skuld til 4 mia. í ogn og niður aftur á null eftir fáum árum. Hetta vísir, at ovurhitingin
nærkast, og fólk – eisini politikarar – byrja at taka sær av løttum. Men so hendir tað: Eitt risastórt skip fer upp í royk mitt í einum hinum tættast bygda økinum í Føroyum. Og skipið er fult í olju, skúmbjálving [...] lítið og einki hendir í Føroyum. Várið er komið og vit eru í bestu agurkutíð. Tað merkir, at tey, ið hava vakstrarhús, passa síni jarðber, agurkur og annað, meðan miðlarnir grava eftir fjaldum tíðindum, tí [...] veg fram í ljósið, fer at vísa seg, men mangt bendir á, at hevur ein ikki gjørt sær fyri skommum, sagt okkurt skilagott ella tápuligt í sjónvarpinum, ella á Facebook, so er ongin møguleiki. Vikan í stuttum
óheppið fyri eitt felag sum Atlantic Petroleum so stutt eftir, at fólk og feløg hava sett nýggjan partapening í felagið, at bráddliga fara tveir í leiðsluni úr felagnum! -Tað er sjálvandi óheppið. At f [...] skiftir út. Nýggjasta hendingin í felagnum er so tann, at tað hevur eydnast at fáa 180 mill. kr. Í nýggjum partapeningi. Í farnu viku var nevndar- og strategifundur í Keypmannahavn, og tá varð roynt at [...] fyri, at felagið verður við í leiting við Føroyar komandi árini? Birgir Durhuus sigur, at tað er framvegis eitt av teirra málum at vera við til at leita eftir olju í Føroyum, tó at hetta ikki er tað, sum
Eldrarøkt Í gjár var móttøka í Fuglafirði í samband við, at kjallarin í Vesturstovu, sum er eldrasambýlið í bygdini, er innrættaður og liðugur at taka í nýtslu. Í kjallaranum eru nú trý dupult kømur, har [...] i. Projekteringin byrjaði í 1997, og sjálv byggingin byrjaði árið eftir. Sosialurin var við til móttøkuna í Fuglafirði í gjár, og fara vit at venda aftur til eldrasambýlið í blaðnum leygardagin. [...] sett upp um alt húsið. Læt upp í ?99 Vesturstova í Fuglafirði læt upp, 29. juni 1999. Tað var í 1996, at nevnd varð sett at kanna, um hóskandi hús kundu fáast til keyps í Fuglafirði, men úrslitið gjørdist