Tað er skjótt eitt hálvt ár síðani, at nýggja nevndin í Atlantic Petroleum tók við. Síðani tá eru stórar broytingar hendar í felagnum. Fíggjarstjórin segði seg úr starvi, og forstjórin varð biðin um at fara. Undan tí vórðu tríggir av nevndarlimunum skiftir út. Nýggjasta hendingin í felagnum er so tann, at tað hevur eydnast at fáa 180 mill. kr. Í nýggjum partapeningi.
Í farnu viku var nevndar- og strategifundur í Keypmannahavn, og tá varð roynt at taka samanum og seta út í kortið av nýggjum.
Vit hittu nevndarformannin undan fundinum.
Nýggi nevndarformaðurin Birgir Durhuus er fegin um ta arbeiðsuppgávu og álit hann hevur fingið litið upp í hendi. Hann ber ikki ótta fyri at fara undir tær bæði krevjandi og spennandi avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Hann hevur sjálvur drúgvar royndir í fíggjarverðini. Nýggja álitisstarvið krevur av honum, at hann evnar hetta at síggja møguleikar samstundis sum man hevur bæði bein trygt á jørðini.
Hann kendi lítil til felagið, áðrenn hann varð biðin um at átaka sær ta stóru uppgávuna at standa á odda fyri felagnum.
Fíggjarligir trupulleikar
-Tað felagið eg kom til var eitt Atlantic Petroleum við stórum trupulleikum, sum skuldu loysast her og nú og áðrenn nakað annað kundi gerast. Skuldin var vorðin ov stór, og skuldin varð ov stuttfreistað. Tað ber ikki til hjá einum felag, sum ætlar at liva uppá longri sikt at blíva við til at rulla eina stuttfreistaða skuld frammanfyri seg.
Tað var tí at fáa tær báðar uppgávurnar loystar, áðrenn hugsingur var um at gera nakað annað hjá nýggju nevndini, sum fór til arbeiðis í juli.
Kreditorarnir, teir føroysku peningastovnarnir, føroyskar tryggingar og privatpersónar, høvdu eisini sett sum krav fyri at halda fram í Atlantic Petroleum, at skuldarmálið bleiv loyst. Eitt nú høvdu teir lagt restriktiónir í, hvat felagið slapp at fyritaka sær, og høvdu teir eisini sett krøv til nevndarbroyting. Og tí var uppgávan hjá nýggju nevndini sera greið.
Væl nøgdur
Og nú tað nærkast ársenda er nýggi nevndarformaðurin rímuliga væl nøgdur. –Vit hava minkað skuldina við út við 200 mill. kr., og tað er til at føla uppá hjá slíkum felag. Vit eru sostatt komin til eitt støði, har tað ber til at arbeiða út frá verandi skuld. Í sambandi við kapitalhækkanina søgdu teir báðir kreditorarnir, sum nú eru eftir, Føroya Banki og Eik, at eydnaðist hon, so vildu teir síggja positivt uppá at leggja skuldina um frá stuttfreistaðari til langfreistaða.
Og tá tað er komið uppá pláss, so eru eisini trupulleikarnir við sjálvum kapitalstrukturinum loystir.
-Tá hava vit eitt felag, sum hevur rættiliga stóra inntøku uppá umleið 30 mill. kr. um mánaðin, sum hevur lítlar útreiðslur og sum hevur ein kapitalstruktur, sum ger, at man veruliga kann byrja at arbeiða aftur.
Tað varð so eisini tað stuttfreistaða málið hjá nýggju nevndini at gera felagið arbeiðsført aftur.
Sterkir og veikir
Birgir Durhuus viðgongur, at meðan teir eru vornir sterkir á kapitaløkinum, so eru teir veikir, tá tað snýr seg um at brúka pengarnar. Við hesum sipar hann fyrst og fremst til at kunna fara undir nýggja leiting eftir kolvetnum.
Sum støðan er nú so verða inntøkurnar brúktar til at niðurgjalda skuld.
-Men eitt oljufelag er til fyri at finna og framleiða olju, og tað brúka vit sjálvandi orku til. Vit hyggja tí eisini eftir, um vit hava tey røttu fólkini til tað vit ætla okkum. Og her hevur man longu sæð avleiðingar, har tað er broytt í uppstillingini.
Í løtuni verður kannað, um tað ber til at økja um inntøkurnar rundan um tey felt, har felagið arbeiðir í dag. Har eru møguleikar ásannar nevndarformaðurin. Bransjan í dag er soleiðis háttað, at nógv feløg hava lítið av pengum men nógv leitiloyvi. Møguleikarnir at koma inn í leitiloyvi eru til steðar, men tað er sera umráðandi, at vit hava eina strategi, soleiðis at tað vit gera er rætt og kastar nakað av sær leggur hann aftrat.
Atlantic Petroleum framleiðir í løtuni úr tveimum feltum, sum eru rættiliga stabil. Tey eru Ettrick og Chesnut. Tað, sum liggur næst fyri hjá felagnum í 2010, er at seta hol á enn eitt felt, Blackbird, sum liggur tætt við Ettrick feltið. Har verður so boraður ein avmarkingarbrunnur. Spurningurin hevur verið, um ein skal gera eina sidetrackboring frá Ettrick ella um man skal fara inn við nýggjum palli. Helst verður talan um eina síðusporboring frá Ettrick.
Nýggjar goymslur
Nýggi nevnarformaðurin í Atlantic Petroleum viðgongur, at høvuðstrupulleikin í dag er ikki tann fíggjarligi men komandi goymslur. –Vit hava eina avmarkaða framleiðslu og vita, nær vit enda hesa. Vit verða tí noydd til at tryggja, at vit fáa eina framleiðslu, sum kann koma ístaðin fyri ta verandi, tá hon steðgar.
Hetta er nakað, sum arbeitt verður við og sum skal vera komið uppá pláss helst innan fyri eitt hálvt ár. Tey kanna eisini aðrar møguleikar eitt nú at fara uppí onnur samtøk. Birgir Durhuus váttar, at tað eru aðrir møguleikar á marknaðinum, men tey eru fyrst noydd at hava eina heildarstrategi.
Leita við Føroyar
-Hvussu eru so útlitini fyri, at felagið verður við í leiting við Føroyar komandi árini?
Birgir Durhuus sigur, at tað er framvegis eitt av teirra málum at vera við til at leita eftir olju í Føroyum, tó at hetta ikki er tað, sum stendur næst fyri. Felagið er saman við norska Sagex í tveimum loyvum, sum júst eru longd, og har seismikkur verður tulkaður í løtuni. Roynt verður at búna hesi loyvini og síðani kanna, um til ber at fáa onnur feløg uppí fyri á tann hátt at minka um váðan hjá bæði Atlantic Petroleum og Sagex. Haraftrat er felagið við í tveimum loyvum, har Statoil er fyristøðufelag.
-Taka vit samanum, so hevur Atlantic Petroleum loyst sínar avbjóðingar uppá stutt sikt, men uppá longri sikt er einki broytt hjá felagnum. Felagið verður tí tvungið til at fáa eina portefølje, sum sær betri út uppá 3 til 5 árs sikt. Tað er hugaligt at framleiða olju við verandi prísi, men fyri hvørja tunnu vit taka upp, eiga vit tað minni. Tí mugu nýggjar goymslur finnast.
Oljufólk í felagið
Nevndarformaðurin sær tað eisini sum nakað positivt, at tey hava fingið nakað av leitingaroljufólki inn í felagið, eitt nú við nýggja nevndarliminum Jan Evensen. Eisini hevur man styrkt oljupartin í dagliga arbeiðinum, nú Sigurð í Jákupsstovu er vorðin stjóri. So oljufólkini verða koyrd meira í stilling nú. Birgir Durhuus viðgongur, at tað hevur helst verið eitt mistak, at felagið ikki hevur lagt størri dent á at fáa leitifólk við í felagið.
Uppá fyrispurning um tað var so neyðugt at sleppa sær av við stjóran í felagnum, sum hevur verið við øll 10 árini frá byrjan sigur nevndarformaðurin, at tingini eru broytt ótrúliga nógv hesi árini. Tað er ein ómetaliga stórur munur at byrja frá ongum og skula byggja upp eina framleiðslu og síðani til at skula vera ein kombinatión av einum framhaldandi oljuleitingarfelag og einum framleiðslufelag við tí stóra váða tað hevur. Her fær tú brádliga eina rúgvu av nýggjum váða inn í myndina, bæði við prísi, valuta oø. At tað krevur kanska eina aðra ekspertisu enn eina til at starta upp eitt oljufelag.
-Vit hava hugt sera nógv frameftir, tá vit hava evaluerað okkara manning og hava mett, at tað var eitt gott hugskot at fáa oljufólk heilt fram í oddin á felagnum. Nevndin hevur fyribils sett Sigurð í Jákupsstovu í stjórasessin, men tað er ikki vist, at tað verður hann í framtíðini. Samráðingar eru við aðrar persónar, og verður tað neyðugt at taka onnur fólk inn í felagið, so verður tað gjørt. So nevndin hevur fingið sær fullkomiliga fríar hendur til at samanseta manningina soleiðis, sum hon heldur vera optimalt til tær avbjóðingar, ið eru fyri framman.
Bíða ikki við broytingum
-Er tað ikki sera óheppið fyri eitt felag sum Atlantic Petroleum so stutt eftir, at fólk og feløg hava sett nýggjan partapening í felagið, at bráddliga fara tveir í leiðsluni úr felagnum!
-Tað er sjálvandi óheppið. At fíggjarstjórin fer, tí hann fær eitt gott tilboð gerst ikki við. Men tá ein nevnd hevur tikið eina avgerð um at broyta nøkur viðurskifti, so eigur man ikki at bíða við tí.
-Man tað ikki kennast svárt hjá Wilhelm Petersen at skula fara, nú hann hevur verið við at byggja felagið upp frá byrjan, og nú felagið skal heysta ágóðan av m.a. hansara arbeiði, og ikki skal sleppa at vera við í víðari menningini?
-Tað er nú einaferð soleiðis, og tað fevnir um okkum øll, antin vit sita í eini nevnd ella eini leiðslu, tað er altíð onkur, sum situr omanfyri. Og um tann hevur eina meining um, at felagið er betri kent við, at vit ikki eru har, so eru tað einaferð korini vit arbeiða undir.
Ein nevnd er fyrst og fremst til fyri at seta og loysa stjórar úr starvi. Um ein ikki megnar at taka slíkar avgerðir, eigur man ikki at lata seg velja í eina nevnd.
Birgir Durhuus vísir á, at tá kapitalhækkanin var liðug og arbeiðið við kapitalstrukturinum komið uppá pláss hevur tíðin verið brúkt til at hyggja frameftir, hvat fyri ressursir felagið hevur brúk fyri.
-Har var okkara metan, at vit høvdu tørv á eini aðrari typu av leiðslu enn tann, sum hevði verið. Tað kann man sjálvandi vera ósamdur í ella ikki, men tað hevði so við sær, at partarnir skiltust. Wilhelm Petersen veit nógv og hevur nógvar kontaktir, og í tann mun hann hevur nakað at geva, so fara vit eisini brúka hann.
Útilokar ikki samanlegging
-Er Atlantic Petroleum eitt so mikið sunt felag í dag, at tað hevur ikki tørv á at hugsa um møguliga samanlegging við annað felag í framtíðini?
-Soleiðis vil eg ikki síggja tað. Tað er avgjørt ein vegur fram. Vit vita, hvat vit hava gjørt og eru komin fram til, men vit vilja sera gjarna tryggja okkum, at vit hava framleiðslu uppá longri sikt. Og ein máti er at fara saman við feløg, sum hava tað. Tí vil eg als ikki útiloka, at tað kundi verið ein optión fyri felagið eisini. Tað kann oftani vera ein lættari máti enn at skula fara út og keypa seg inn hjá øðrum feløgum.
-Merkir alt hetta, at partaeigarar í felagnum og fyritøkur, sum byggja síni úrslit á støðuna hjá Atlantic Petroleum kunnu kenna seg trygg við sína íløgu?
-Ger man íløgur fyri at vera 100% tryggur, so skal man keypa obligatiónir. Partabrøv hava væl eitt lægri mark fyri, hvussu tryggan tú skal kenna teg. Men í mun til hvussu tryggur man kundi kenna seg sum partaeigari í Atlantic Petroleum fyri 3-4 mánaðum síðani, so haldi eg avgjørt, at tað er orsøk til at kenna seg munandi tryggari í dag sigur nevndarformaðurin í Atlantic Petroleum, Birgir Durhuus í samrøðu við Sosialin.