Tíðindi uttan úr heimim

Andstøðan
afturgongd
Vinstravenda andstøðan í Noregi fær ein dyggan frammaná í einari meiningakanning, sum bleiv almannakunngjørd í gjár.
Í seinastuni hevur andstøðan havt støðuga framgongd í kanningunum, men nú er vend komin í og tað í ólukkumát. Nýggja kanningin, sum stovnurin Intéra ResearchLab hevur gjørt, gevur Arbeiðaraflokkinum 28,8 prosent, og tað er 1,1 prosentstig minni, enn flokkurin fekk í seinastu kanning. Eisini Miðflokkurin missir eitt prosentstig og fær 5,3 prosent. Tann stóri taparin er kortini Sosialistiski Vinstraflokkurin, sum missir heili 6,5 prosent stig og fær 14 prosent.
Afturgongdin hjá andstøðuni sæst aftur í undirtøkuni hjá stjórnarflokkunum og stuðulsflokki teirra, Framburðsflokkinum. Serliga tann seinasti kann fegnast um gongdini, tí flokkurin fær 3,6 prosentstig afturat og fær 21 prosent. Eisini teir tríggir stjórnarflokkarnir, Høgri, Kristiligi Fólkaflokkurin og Vinstri, hava framgongd.


Vil ikki hava
kanning
Forsetin í Usbekistan, Islam Karimov, vil ikki lata altjóða samfelagið kanna, hvat hendi, tá herurin søkti at einari mótmælisgongu í býnum Andisjan í síðstu viku.
Kofi Annan, ST-aðalskrivari, hevði vent sær til Karimov, men fekk at vita, at usbekisku myndugleikarnir hava tamarhald á støðuni, og at teir fara at gera alt fyri at finna teir ella tey, sum høvdu ábyrgdina av tí, sum hendi. Stjórnin hjá Islam Karimov heldur uppá, at hermenninir skutu ikki eftir sivilfólki, men at tað vóru islamskir uppreistrarmenn, sum elvdu til ruðuleikan.
Usbekiska stjórnin sigur, at 169 fólk lógu eftirá, men andstøðan vil vera við, at talið var nógv størri. Sambært andstøðuni doyðu umleið 500 fólk í Andisjan og umleið 200 í býnum Pakhtabad, tá hermenn skutu inn í mótmælisgongur í teimum báðum býunum.
Fleiri útlendskir diplomatar og tíðindamenn vóru mitt í vikuni í Andisjan eftir innbjóðing frá stjórnini, men stjórnin ansaði væl eftir, at teir sluppu ikki at tosa við onnur enn umboð fyri myndugleikarnar, skrivar AP.

Løgreglumenn
í geglið
Tveir svenskir løgreglumenn skulu sita ein mánað í fongsli. Ein starvsfelagi teirra skal gjalda 30.000 krónur í bót, men allir tríggir sleppa kortini at halda fram í løgregluni.
Upprunin til málið var ein tilburður í býnum Tæby í apríl í fjør, tá ein 19 ára gomul kvinna bleiv drigin inn ímillum nakrar runnar og neyðtikin fleiri ferðir. Tað eydnaðist henni at ringja til eina vinkonu og at siga henni frá, at hon bleiv neyðtikin, men so slitnaði sambandið. Vinkonan ringdi alt fyri eitt til løgregluna, men kortini gjørdi løgreglan einki.
Í rættinum greiddu teir tríggir løgreglumenninir frá, at vinkonan visti ikki at siga, hvar kvinnan bleiv neyðtikin, og tí hildu teir seg ikki hava nóg neyvar upplýsingar, til at teir kundu senda ein løgreglubil at kanna málið. Men dómarin helt, at teir áttu at havt kannað málið nærri. Tað gjørdu teir ikki, og tí skulu tveir teirra í fongsul, og tann triði skal rinda bót.


Illir indiánar
Umleið 400 indiánar hava kringsett partar av einari verksmiðju í landspartinum Espirito Santo í Brasil, tí teir vilja vera við, at verksmiðjan hevur tikið teirra jørð.
Tað er eitt norskt felag, sum eigur verksmiðjuna, men stjórin, Erling Lorentzen, sigur við Aftenposten, at hann hevur ikki tikið jørð frá indiánunum. Erling Lorentzen sigur, at felag hansara hevur keypt jørðina frá teimum lokalu myndugleikunum og frá privatum eigarum, og at felagið hevur tey neyðugu skjølini, sum prógva, at keypið var lógligt.
Men indiánarnir halda uppá, at norska felagið hevur snýtt teir, og teir hava tí lagt sak ímóti felagnum. Erling Lorentzen væntar kortini ikki, at indiánarnir fara at vinna sakrmálið, tí so má øll tann brasilska lóggávan um ognarviðurskifti broytast, sigur hann við Aftenposten.