Summarið í ár hevur hilnast sera væl, og vit merkja væl, at hugurin hjá fólki at ferðast er sera stórur. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi i eini fráboðan í morgun. Hon sigur, at tískil fyrireika tey seg til økt virksemi komandi ár og í hesum sambandi fáa tey eitt flogfar afturat, so at Atlantsflog fer at hava fýra flogfør.
Ferðafólkatølini higartil í 2022 líkjast teimum í 2019, sum var metár, og vónirnar fyri 2023 eru góðar, og tí er neyðugt at brynja seg til enn meira flúgving.
– Vit fóru aftur undir beinleiðis flúgving til París í ár við tveimum túrum um vikuna, og tann rutan hevur verið sera væl umtókt. Komandi ár økja vit munandi um flúgvingina á flestu leiðum. Millum annað fara vit at flúgva beinleiðis til París frá apríl til oktober, og størsta partin av tíðarskeiðnum verður flogið tríggjar ferðir um vikuna.
– Tíðarskeiðið, har vit flúgva beinleiðis til Aalborg, hava vit longt í ár, og verður tað longt upp aftur meira komandi ár, tá vit fara at flúgva heilt frá byrjanini av maj til miðjan oktober. Harumframt økja flestu av hinum rutunum eisini um túratalið,” sigur Jóhanna á Bergi.
– Nógv hava sjálvandi eisini verið forvitin eftir at vita, hvussu verður við beinleiðis ferðunum til New York. Tann ætlanin er ikki slept, og gongst sum ætlað, flúgva vit nakrar túrar beinleiðis til USA á heysti 2023, sigur Jóhanna á Bergi.
Ferðaseðlar til flestu ferðamálini eru til sølu longu nú. Ferðaseðlar til Barcelona og Mallorca verða settar til sølu um miðjan september. Nærri kunning um New York kemur seinni.
Atlantsflog fer framhaldandi framhaldandi at hava eitt rutunet við ellivu ymiskum ferðamálum beinleiðis úr Føroyum. Ferðamálini eru Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Keflavík, Edinburgh, Oslo, París, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria og ikki minst nýggja ferðamálið New York.











