Kvinnur koma í mans stað

Í gjár varð hotel Hafnia formliga yvirlatið nýggju eigarunum. Harvið søgdu brøðurnir Restorff farvæl við eitt virksemi, sum teir saman hava rikið síðani 1971. Í teirra stað eru komnar tvær kvinnur, Ása Johnsdóttir og Birna Gaard.
? Avgerðin hevur ikki kostað okkum náttarsvøvnin, men tað er sjálvandi við sorgblídni, at vit siga farvæl. Okkara arbeiðsdagur á Hafnia er nú farin afturum, siga teir báðir MC og Johan Restorff í samrøðu við Sosialin

Teir eru kendir í øllum landinum. Fyri teirra einastandandi blíðsemi sum hotelstjórar á hotel Hafnia á Áarvegnum. Fyri summi kom tað kanska sum ein lítil skelkur, at brøðurnir, Johan og MC Restorff, brádliga gjørdu av at selja hotellið, sum hevur verið í familjuni síðani tað varð tikið í nýtslu í 1951. Øll árini hevur øll familjan meir ella minni verið við í rakstrinum av hotellinum,bæði systrarnar, Kirsten og Birgit, og mamman, Marie. Men tó mest Christian, Johan og MC.
Johan Restorff, sum er tann eldri av teimum báðum brøðrunum, greiðir frá, at avgerðin ikki hevur kostað honum náttarsvøvnin. Tann 1. januar í ár hevði hann 45 ára starvsdag á hotellinum.
? Tað var ikki so lætt at taka avgerðina, men tá hon var tikin, sá eg hana sum ein veruleika. Sjálvandi er tað harmiligt, men tað er ikki nøkur plága fyri meg kortini, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann var glaður fyri at fara til arbeiðis á hotellinum hvønn dag.
Misti stevið
Fyri MC, sum tók seg úr hotelvirkseminum í mars mánaði í fjør, kom avgerðin so líðandi. Hann greiðir frá, at tá hotellið hevði 50 ára jubileum, kom ein setningur fram í einari røðu, sum ljóðaði, at alt er til sølu fyri tann rætta prísin.
? Tá varnaðist eg fyri fyrstu ferð eina kenslu innan í mær, sum segði, at nú eri eg mettur. Betri kann eg ikki lýsa tað, sigur MC.
Hann heldur fram, at hetta var í 2000. Ein roynd var tá gjørd, og onkrar samráðingar vóru á skránni, men onki ítøkiligt kom burturúr. So hann helt fram í sínum starvi á hotellinum.
Men tankin um at selja hotellið bleiv við at spíra í høvdinum á honum, og tað gjørdi, at hann ongantíð rættiliga fann stevið aftur í sínum dagliga starvi.
? Eg gjørdi tað meira av plikt enn nøkrum øðrum. Eg hevði jú onki annað, og tað var ikki sørt, at eg til tíðir var maktarsleysur. Og so líðandi kom avgerðin um at taka meg burtur úr, greiðir hann blídliga frá.
Tá MC boðaði frá, at hann vildi úr, bað Johan hann finna ein uttanfyristandandi persón at hjálpa til við at avgreiða viðurskiftini. Samráðingar vóru, men boðið sum MC fekk frá Johan og soninum, Martin, var ikki nøktandi.
Tá var tað, at Johan veruliga fór at hugsa um, hvussu hann kundi hjálpa MC við at gerast leysur av hotellinum. Hann greiðir frá, at tað gekk long tíð frá tí, at hann hevði tikið avgerðina, til hotellið varð selt. Hetta tí at selja eitt hotel kann gerast ein long process.
? Hetta var ein frustrerandi tíð, tí ein visti ikki, um ein var keyptur ella seldur. Men vit eru sera fegnir um og vælnøgdir við nýggju eigararnar, sigur Johan og leggur afturat, at talan er um hampamenn, sum eisini hava megnað at funnið góð fólk til at leiða hotellið framyvir.
Hann sigur, at hann bað Harran um at geva teimum ta røttu loysnina, og tað er hann sannførdur um, at Hann hevur gjørt.
No hard feelings
Tá tíðindini bórust um, at MC Restorff vildi úr hotelvirkseminum, fóru søgur at ganga um, at Johan og hann vóru komnir til ilnar. Onkur hevði sagt við teir, at tey høvdu hoyrt hetta, meðan onnur komu til teirra og søgdu seg vóna, at hetta ikki fór at merkja, at ilt kom í teirra millum.
Báðir siga teir, at tað ikki hevur verið so lætt, men at teir hava lagt alt í Harrans hendur, og tað helst er orsøkin til, at teir kunnu sita saman í dag.
? Tað er sum við partrolarum. Tá báðir toga saman, og annar so brádliga vendir av leið, tá kann tað ikki vera lætt. Eg ivist ikki í, at tað hevur verið frustrerandi fyri bróður, men tað hevur tað eisini verið hjá mær. Tú kennir ábyrgd, tá tú veit, at tú ert orsøk til, at eitt virksemi heldur uppat, sigur MC og leggur afturat, at hann vildi ynskt, at hann kundi verið sum pápin og hildið fram, til hann var farin um tey áttati. Men soleiðis skuldi tað bara ikki verða.
MC sigur, at tað ber ikki til at spæla komediu fyri konu sínari.
? Tá tú ert vorðin mettur av tínari tilveru og hevur hug at royna eitt hvørt annað, so er hon tann fyrsta, sum merkir tað. Men hon hevur hvørki skundað undir meg ella hildið mær aftur. Hon hevur bakkað meg upp allan vegin í mínari tilgongd til at taka hesa stóru avgerð, sigur MC Restorff.
Minni upplæring
Onkur hevur sagt við MC, at hann var meiri nærverandi í sínum starvi fyrr. Tað heldur MC als ikki vera so løgið. Hann greiðir frá, at tá Johan og hann í 1971 byrjaðu at reka hotellið saman, var tað ikki við einari ørgrynnu av lærdum fólki. Tað vóru teir báðir og ein útlærdur kokkur. Teir máttu gera alt sjálvir og læra fólk upp. Tá var hotelvirksemið ofta eitt springbretti hjá fólki, sum vóru ímillum skúlagongd og útbúgving, og tískil skuldi nógv upplæring til. Í dag eru flest øll starvsfólkini á Hafnia útlærd, og tí er ikki so stórur tørvur á at fáa útlendingar í starv longur.
? Men harvið er ikki sagt, at tað ikki er tørvur á tær longur, men tað slítur upp at skula siga tey somu tingini umaftur og umaftur. Eg meini so við, at tá tú hevur biðið fólk tømt eitt øskubikar 500.000 ferðir ella at skifta eina peru, so orkar tú til síðst ikki meira. Tað er kanska ein smálutur, men tá tú vilt hava tað perfekt, so mást tú eisini gera millum annað hatta, greiðir MC frá, og tað lýsir av honum, at hann er sannførdur, at hann hevur tikið ta røttu avgerðina.
Ov mikið at gera
Brøðurnir Restorff fara ikki at liggja á latu síðuni nú, fyri tað um teir nú ikki longur eru í hotelvirkseminum.
MC hevur átikið sær ymsar uppgávur umframt at hann hevði fleiri, áðrenn hotellið varð selt. Hann hevur altíð fingist nógv við tónleik, og tað millum annað hevur hann eisini gjørt, síðani hann tók seg úr hotellinum fyri einum knappum ári síðani. Hann hevur eisini átikið sær uppgávur sum forstandari til ymisk tónleikalig tiltøk og hevur sendingar á Lindini.
? Man má royna at finna sær annað at gera, tí hóast mær dámar væl at syngja fyri fólki, so er tað mangan sjálvboðið arbeiði, og tað mettar jú ikki nakran, sigur 54 ára gamli MC.
Johan, sum er 65 ára gamal, sigur, at hann gleðir seg at fáa meira tíð saman við konuni. Tey bæði hava onga summarfrítíð havt, so tað verður eitt tað fyrsta, sum liggur fyri framman. Ein ferð saman við konuni, har tey bara kunnu kopla úr og njóta tilveruna. So eiga tey eisini ommu- og abbabørn bæði í Føroyum og í Danmark.
Johan sigur, at ein av abbasynunum er í ferð við at gerast professionellur fótbóltspælari í Onglandi. Christian Restorff Mouritsen eitur hann.
? So nú fara vit frá hotelvirkseminum yvir í fótbóltin. Eg havi sagt við hann, at hann skal nýta Restorff, tá hann vinnur, og Mouritsen tá hann tapir, sigur Johan, og báðir flenna teir í kíki.
Eisini dámar Johan sera væl at vera á floti. Flennandi greiðir hann frá, at hann hevur fingið sær ein krók upp á bilin til jolluna.
? So fólk mugu ikki gerast ov bilsin, um tey brádliga síggja meg í Tjørnuvík ella undir Leitinum í Hvannasundi á floti í jollu. Eg og konan bæði, sigur hann skemtiliga, men álvarin hoyrist eisini aftan fyri róligu røddina.
Hann heldur fram, at sonurin, Martin, sum arbeiddi á hotellinum saman við MC og Johan eisini hevur onkrar spennandi ætlanir fyri framman, sum hann ætlar sær at stuðla honum við heilum hjarta.
? Eg sigi onki, um hvat tað er, sigur hann og MC leggur afturat, at sjálvt ikki hann veit, hvat er í umbúnað.
Martin, sum er yngri sonur Johan´s, hevur verið heima í trý ár, og hann hevur arbeitt sum tænari og restauratiónschefur á kendum matstovum í Keypmannahavn.
? Martin hevur verið við til at lyft støðið á matstovuni á Hafnia seinastu árini. Og tað at MC gjørdist mettur á Hafnia, kom okkum dátt við, tí Martin hevði sæð fram til nøkur góð ár saman við okkum, har hann so kundi tikið meira og meira yvir. Tá MC ikki tók av okkara tilboði, gjørdist veruleikin tann, at vit skuldu geva hægri boð, og tá hevði Martin fingið eina tyngri uppgávu. Fyrst at loysa ættarliðsskifti hjá MC og seinni eisini mítt, greiðir Johan frá.
Fyrsta floks hotel
Støðið á hotel Hafnia hevur altíð verið høgt. Brøðurnir hava altíð lagt seg eftir at hava alt í góðum standi. Kømurni hava verið viðlíkahildin og ístandgjørd við jøvnum millumbilum. Innbúgv er útskift, so skjótt sum teir mettu, at tað var við at gerast ov gamalt. Sumt av innbúgvinum, sum hevur staðið á Hafnia, stendur á øðrum gistingarhúsum í Føroyum í dag. Hetta síggja teir báðir als ikki, sum at teir vóru ov skjótir at selja. Heldur tvørturímóti.
? Vit vildu halda eitt ávíst støði til okkara viðskiftafólk, so tey altíð fingu tað, sum tey rindaðu fyri. Og tað hevur eisini víst seg at vera rætt, tí vit høvdu nógvar stamkundar, sigur Johan.
Ta seinastu tíðina á hotellinum hava brøðurnir nýtt til at ístand-gera restauratiónina umframt annað. Summi hava skýrt tað hálvavegna ørt, tí hotellið jú var selt. Men Johan greiðir frá, at avgerðin um at gera hesa nýgerð varð tikin fyri einum ári síðani, og tí skuldi tað gerast.
Stóran samfelagstýdning
Johan Restorff leggur nøkur sannleikans orð á borðið, meðan prátið gongur lystiliga.
? Um tú fert inn í Havnina í dag, so kanst tú vera nærum alt fyri uttan. Men ikki hotel Hafnia og hotel Føroyar. Tað er bara ein spurningur, um landið hevur hugsað um, hvat fyri týdning Hafnia hevur havt fyri samfelagið. Hotellið hevur verið eitt móttøkuapparat fyri landið og hýst bæði kongaligum og øðrum gestum. Vit hava eisini sett stóra æru í tað og roynt at hildið støðið. Hetta er ikki reyp ella nakað, men bara fakta, sigur hann.
Og hann heldur fram, at tað er eitt vælsignilsi hjá honum og bróðrinum, at teir, nú teir sleppa endanum, kunnu avlevera nýggju eigarunum eina góða og trygga forrætning.
? Tað er eitt vælsignilsi, at tað ikki er av tvingsli vit selja, sigur hann.
Báðir siga teir at enda, at teir hava so nógvum menniskjum so nógv at takka fyri. Einum trúgvum vinar og kundaskara. Konum og familjuni, sum øll hesi árini hava víst tolsemi og forstáilsi fyri, at teir ofta noyddust at arbeiða nógv og longi. Serliga tey fyrstu árini.
Hotel Hafnia fer ikki í søguna. Nýtt fólk er komið í staðið hjá MC og Johan. Teir eru sera vælnøgdir við nýggju stjórarnar, tí tær kenna hvønn krók í hotellinum, og halda teir, at nýggju eigararnir ikki kundu havt valt betri egnað fólk.