væntandi fer at venda gongdini, sambært stjóranum í ALS. Á ársfundinum hjá Arbeiðsloysisskipanini í gjár segði Magni á Deild Olsen, at komandi tíðina fara út við 100 nýggj arbeiðspláss at koma í Suðuroynni [...] virkinum og annars knýtt at alivirkseminum hjá Bakkafrost í oynni. Hini fiskavirkini í oynni vænta eisini, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum. Magni á Deild Olsen væntar tí, at Suðuroyggin í næstum fær
m á Biskupstorgi, byrjar nú at taka skap. Nógvar ymiskar verkætlanir mynda samlaðu heildarætlanina fyri miðbýin í Klaksvík, og nú byrja lutirnir í putlispælinum so smátt at passa saman í miðbýarmyndini [...] skjótt klárar at flyta inn í, og stálkonstruktiónin til nýggja bygningin hjá Bank Nordik gevur nú eina góða mynd av, hvussu ymsu verkætlanirnar samspæla við hvørja aðra fyri tilsamans at skapa ein vakran [...] er, at torgið um veturin kann frystast til skoytibreyt umvegis rørini í sjóhitaskipanini, sum ganga gjøgnum miðbýarøkið. Vestanfyri íbúðirnar verður arbeitt við brúnni tvørturum kanalina, sum fer at knýta
i, og skuldsetingin snýr seg um, at maðurin, sum nú liggur á Landssjúkrahúsinum, bæði er sligin, sparkaður og traðkaður í høvdið. Linda Margrethe Hesselberg segði, at øll framsíðan á andlitinum á manninum [...] væntandi verður eisini referatforboð í avhoyringini klokkan 15. Eftir at hava hugsað seg um eina løtu, avgjørdi dómarin eftir rættarfundin at varðhaldsfongsla mannin, sum varð avhoyrdur fyrr í dag, í fýra vikur [...] Sambært ákæranum, Lindu Margrethe Hesselberg, er framdi harðskapurin so ógvusligur og vandamikil, at hon kravdi skuldsetta varðhaldsfongslaðan í fyribils fýra vikur, harav tvær vikur í avbyrging. Undir
undir øðrum arminum. - Vit eru so fegin um at kunna æra Ibtihaj Muhammad við hesi serstøku Barbie-dukkuni, tí Ibtihaj gevur kvinnum kring um allan heim íblástur til at bróta mørk, sigur framleiðarin. Barbie-dukkan [...] øðrum kvinnum íblástur til at bróta mørk. 31 ára gamla, Ibtihaj Muhammad, følir tað, sum nýggja dukkan er ein dreymur, ið gerst veruleiki, og hon takkar framleiðaranum fyri at hava brúkt seg sum fyrimynd [...] nýggjasta partinum av "Sheroes"-familjuni. - Eg eri errin av, at smágentur um allan heim nú kunnu spæla við eina Barbie, sum hevur valt at lata seg í hijab. Hetta er ein barnadreymur, sum nú gongur út
annað enn nøgdur við. - Í mínum 17 árum sum venjari havi eg ongantíð upplivað, at ein spælari fær pínudoyvandi sproytur fyri at kunna spæla ein venjingardyst. Ongantíð, sigur Mourinho við Independent. Phil [...] landsliðið fyri góðari viku síðani spældi 0-0 í venjingardysti ímóti Týsklandi. Hann fekk einans spælt, tí at hann hevði fingið pínudoyvandi sproytur fyri lærskaðan, og tað er venjarin hjá honum í Manchester United [...] dystinum, men hann fekk einans spælt teir fyrstu 25 minuttirnar, tá ið hann hevði somikið ilt í lærinum, at hann mátti skiftast út. - Eg eri eingin eingil. Eg havi givið pínudoyvandi sproytur til spælarar, sum
dystinum var, at Liverpool vann heili 4-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til Liverpool. Undan dystinum var Liverpool rímiliga greiður favorittur móti West Ham, men tað var ikki væntandi at fleiri mál skuldu [...] skuldu fara at skilja liðini. Og tá West Ham eitt skifti í seinna hálvleiki minkaði um munin til 1-2, væntaðu tey flestu at spenningur kom í aftur dystin. Men longu minuttin eftir, eydnaðist tað Liverpool [...] Liverpool at økja um leiðsluna, tá nógv útskeldaði Alex Oxlade Chamberlain, skoraði sítt fyrsta mál fyri Liverpool. Móti endanum av dystinum skoraði Mohamed Salah sítt annað mál í dystinum, og gjørdi tað til endaliga
september, har hann heitir á viðhaldsfólk um at fremja fleiri yvirgangsálop. Tað var í 2014, at Abu Bakr al-Baghdadi í einari røðu í stórmoskuni í Mosul kunngjørdi, at hann hevði sett á stovn eitt islamskt ríki [...] stjórnarherurin hevur í dag kunngjørt, at teir hava sigrað í áralanga stríðnum móti yvirgangsfelagsskapinum Islamski Staturin. Tað hendir í kjalarvørrinum av, at herurin hósdagin hertók síðsta býin, ið [...] skrivar Reuters tíðindastovan. Hóast stjórnarherarnir í Irak og Sýria og aðrir herbólkar hava megnað at tikið nærum allar býir aftur, ið yvirgangsfelagsskapurin hevði tikið ræðið á í Irak og Sýria, so er
klokkan 17.15, at tað verður grannaupperð í miðumfari 1 í EM endaspælinum í hondbólti. Tá hittast Danmark og Týskland. Talan er um lyklauppgerð skilt á tann hátt, at tað liðið, sum megnar at tryggja sær fulla [...] síðani. Venjari hjá Týsklandi er Christian Prokop, ið verður roknaður at vera venjari á sama støði sum Nikolaj Jacobsen. Merkisvert er tað, at fýra tær seinastu ferðirnar, tá ið hesir báðir grannarnir – Danmark [...] fulla úrtøku, fer mest sum at hava annað beinið í hálvfinaluni, tí innanhýsis uppgerðirnar eru avgerandi, áðrenn málmunurin ger seg galdandi. Eftir fyrsta umfarið í miðumfarinum hava bæði liðini fýra stig
skrivar á Facebook-vanga sínum, at eins og B71 ikki koyrir uttan stuðul og sjálvbodna arbeiðskraft, megna onnur feløg tað heldur ikki. - Tí royna vit so títt og knapt vit kunnu at løna vælvildini aftur uppá [...] góð avtala fyri báðar partar. B71 slapp undan at koyra góð klæðir burtur og nýggja “bróðurfelag” okkara í Gambia fingu nógv sett av klæðum, ið Bakary sigur at teir eru yvirfegnir um, skrivar B71. [...] bóltar, handskar, skinnarar og klæðir, frá undanfarnum árum, ið vit ikki sjálvi høvdu tørv á, eftir at felagið hevði skift alla gamla útgerð út við nýggja. Í januar í fjør setti B71 30 ára gamla Bakary
hald og tænastur halda fram sum áður, og kundarnir hjá Vodafone Føroyum nýtast einki at gera. Hey heldur somuleiðis fram at samstarva við altjóða Vodafone. - Kundar við Evropapakka kunnu framhaldandi reika [...] fara eisini framyvir at reika á 4G netinum hjá Hey, skrivar felagið. - Sum grundarlag fyri samleikaskiftinum hevur Hey gjørt eitt stevnumið, har felagið millum annað slær fast, at “Vit eru skapandi kraftin [...] samleikin stuðlar uppundir hesar ætlanir. Samstundis leitar felagið inn til kjarnununa og grundtankan um at veita Føroyum og føroyingum einfalt og gjøgnumskygt samskifti, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.