Liverpool bankaði West Ham

Mohamed Salah kom tvær ferðir á máltalvuna, tá Liverpool í kvøld vann greiðan útisigur móti West Ham

Heldur óvæntað vann Liverpool í kvøld stórsigur á útivølli móti West Ham. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Liverpool vann heili 4-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til Liverpool.

 

Undan dystinum var Liverpool rímiliga greiður favorittur móti West Ham, men tað var ikki væntandi at fleiri mál skuldu fara at skilja liðini. Og tá West Ham eitt skifti í seinna hálvleiki minkaði um munin til 1-2, væntaðu tey flestu at spenningur kom í aftur dystin. Men longu minuttin eftir, eydnaðist tað Liverpool at økja um leiðsluna, tá nógv útskeldaði Alex Oxlade Chamberlain, skoraði sítt fyrsta mál fyri Liverpool.

 

Móti endanum av dystinum skoraði Mohamed Salah sítt annað mál í dystinum, og gjørdi tað til endaliga úrslitið 4-1.

 

Í øðrum dystum í dag var merkisvert, at allir dystirnir sum í dag byrjaðu klokkan 15:00, endaðu við 1-0 sigrum. Og í fyrsta dystinum í dag spældu Stoke og Leicester 2-2 javnleik.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Stoke – Leicester 2-2

Huddersfield – West Bromwich 1-0

Newcastle – Bournemouth 0-1

Southampton – Burnley 0-1

Swansea – Brighton 0-1

West Ham – Liverpool 1-4