Suðuroyggin skilir seg týðiliga út, tá hugt verður eftir tølunum fyri arbeiðsloysi í Føroyum. Meðan arbeiðsloysi støðugt minkar í øllum hinum økjunum í landinum, er tað vaksið í Suðuroynni. Seinasta árið er tað gamaní eisini vaksið í Eysturoynni, í samband við mongu uppsagnirnar á Bakkafrost, men tað er lítið í mun til tey mongu, sum hava mist arbeiðið í Suðuroynni, eitt nú tá Varðin Pelagic brann.
Men tað er júst Varðin Pelagic, sum væntandi fer at venda gongdini, sambært stjóranum í ALS. Á ársfundinum hjá Arbeiðsloysisskipanini í gjár segði Magni á Deild Olsen, at komandi tíðina fara út við 100 nýggj arbeiðspláss at koma í Suðuroynni.
Sambært honum skulu út við 70 fólk setast í starv, tá makreltíðin byrjar aftur í heyst og Varðin Pelagic setur framleiðsluna í gongd aftur, samstundis sum út við 30 onnur størv verða á nýggja virkinum og annars knýtt at alivirkseminum hjá Bakkafrost í oynni.
Hini fiskavirkini í oynni vænta eisini, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum. Magni á Deild Olsen væntar tí, at Suðuroyggin í næstum fær eina heilt aðra avbjóðing, nevniliga mangul upp á arbeiðsmegi. Mongdin á nýggjum størvum er størri enn talið á arbeiðsleysum í dag, vísir hann á.