Nýggi bygningurin hjá Bank Nordik í Klaksvík, sum er staðsettur beint uppat íbúðarbygninginum á Biskupstorgi, byrjar nú at taka skap.
Nógvar ymiskar verkætlanir mynda samlaðu heildarætlanina fyri miðbýin í Klaksvík, og nú byrja lutirnir í putlispælinum so smátt at passa saman í miðbýarmyndini, skrivar Klaksvíkar kommuna.
- Íbúðirnar verða skjótt klárar at flyta inn í, og stálkonstruktiónin til nýggja bygningin hjá Bank Nordik gevur nú eina góða mynd av, hvussu ymsu verkætlanirnar samspæla við hvørja aðra fyri tilsamans at skapa ein vakran og fjølbroyttan miðbý. Eftir ætlanini hjá bankanum, verður nýggi bygningurin tikin í nýtslu longu seinni í ár.
- Samspælið millum bankabygningin og íbúðarbygningin skapar samstundis eisini krókin innast á sjálvum Torginum, sum er ætlað sum savnandi miðdepil í býnum. Torgið kann nýast til fjølbroytt endamál, og millum tey heilt stuttligu og forkunnugu er, at torgið um veturin kann frystast til skoytibreyt umvegis rørini í sjóhitaskipanini, sum ganga gjøgnum miðbýarøkið.
Vestanfyri íbúðirnar verður arbeitt við brúnni tvørturum kanalina, sum fer at knýta økið frammanfyri Føroya Bjór saman við miðbýarøkinum á Sandinum. Har verður somuleiðis arbeitt við pumpuhúsinum, har sjógvurin verður tikin inn til sjóhitaskipanina.










