B71 skrivar á Facebook-vanga sínum, at eins og B71 ikki koyrir uttan stuðul og sjálvbodna arbeiðskraft, megna onnur feløg tað heldur ikki.
- Tí royna vit so títt og knapt vit kunnu at løna vælvildini aftur uppá ymsar mátar. Í fjør stóðu vit við einari rúgvu av væl brúkiligari útgerð, bæði bóltar, handskar, skinnarar og klæðir, frá undanfarnum árum, ið vit ikki sjálvi høvdu tørv á, eftir at felagið hevði skift alla gamla útgerð út við nýggja.
Í januar í fjør setti B71 30 ára gamla Bakary Bojang úr Gambia í starv sum ungdómsvenjara. Hann fekk so alla hesa gomlu útgerðina við sær at lata gamla felagi sínum í Gambia. Hann spældi eisini við B71 í 2011 og 2012.
- Ungdómsvenjarin Bakary Bojang fekk tí uppí sekkir av leikaraklæðum, ið hann lat gamla fótbóltsfelag sínum Gintos Football Academy í heimbygdini Bakoteh í Gambia og tað eru hesir ungu leikararnir sum eru avmyndaðir niðanfyri.
- Hettar var ein sera góð avtala fyri báðar partar. B71 slapp undan at koyra góð klæðir burtur og nýggja “bróðurfelag” okkara í Gambia fingu nógv sett av klæðum, ið Bakary sigur at teir eru yvirfegnir um, skrivar B71.