Ikki upplivað slíkt í 17 ár

José Mourinho er í øðini inn á enska fótbóltssambandið.

Verjuleikarin hjá Manchester United, Phil Jones, var – hóast ein argandi smáskaða – við frá byrjan, tá ið enska landsliðið fyri góðari viku síðani spældi 0-0 í venjingardysti ímóti Týsklandi.


Hann fekk einans spælt, tí at hann hevði fingið pínudoyvandi sproytur fyri lærskaðan, og tað er venjarin hjá honum í Manchester United, José Mourinho, alt annað enn nøgdur við.


- Í mínum 17 árum sum venjari havi eg ongantíð upplivað, at ein spælari fær pínudoyvandi sproytur fyri at kunna spæla ein venjingardyst. Ongantíð, sigur Mourinho við Independent.


Phil Jones fekk seks sproytur undan dystinum, men hann fekk einans spælt teir fyrstu 25 minuttirnar, tá ið hann hevði somikið ilt í lærinum, at hann mátti skiftast út.


- Eg eri eingin eingil. Eg havi givið pínudoyvandi sproytur til spælarar, sum hava spælt kappingardystir og týdningarmiklar dystir. Men í venjingardysti? Skal man hava seks sproytur fyri at kunna spæla ein venjingardyst? Tað havi eg ongantíð upplivað áður, sigur Mourinho.


Manchester United spælir í dag kl.17.30 ímóti Newcastle í Premier League, og til hendan dystin er Phil Jones mettur at vera ivasamur. Hann er tó við í hópinum.