gysara í høllini á Hálsi týskvøldið er tað Stjørnan, sum við samanløgdum 44-43-sigri sendi Neistan úr kappingini og er í steypafinaluni Ein fullsett høll á Hálsi við áskoðarum í góðum hýri legði í gjárkvøldið [...] var á odda 12-10 í hálvleikinum. Stjørnan vann seg aftur Í seinna hálvleiki var gongdin at kalla tann sama, sum í fyrra. Eingin vildi kasta nakað fyri borð, men bundu liðini væl um í verjuni, sum eisini [...] stóðu illa í verjuni. Tað var eins og nervar darvaðu teimum, og tá hetta als ikki var støðan hjá Stjørnuni, somuleiðis sum innskifta Guðrun í Lágabø tók alt í málinum, so ótu tær úr Klaksvík seg inn á Neistan
dysturin Mjølnir-Dráttur, sum leygardagin mátti avlýsast, tí spælandi er ikki í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum fekk stormskaða í síðstu viku. Tað skal tó vera sera, sera, sera løgið, um Dráttur kann gera [...] hjá kvinnunum soleiðis, at síðsta umfarið í fyrsta triðinginum av kappingini var leygardagin, og longu í gjár skuldu so spælast fýra dystir í fyrsta umfari í øðrum triðingi. Men eisini her var ein dystur [...] við leygardagin skuldu øll liðini í Eik-liguni hjá kvinnum havt spælt sjey dystir í part ella 28 dystir tilsamans, sum svarar til fyrsta triðingin av landskappingini í vetur. Samstundis skuldi støðan fortalt
til finalurnar. 15 ára gamla Julianna í finaluni í tvímansleiki Í tí einum hálvfinaluni fyri vaksnar kvinnur leikti 15 ára gamla Julianna í Heiðunum saman við Miriam í Grótinum ímóti tvíburðasystrunum Mia [...] úr HBF pláss í finaluni í blandaðum tvímansleiki. Tað gjørdu tey við at vinna trygt á Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF og Magna Jóhansson Hansen, ÍF, í tveimum settum. Í finaluni møta tey 15 ára gomlu [...] Hósdagin blivu innleiðandi umførini í einmansleiki spæld. Í kvinnufinaluni leygardagin klokkan 14 spælir Miriam í Grótinum, HBF, ímóti Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF. Í finaluni hjá vaksnu monnunum leygardagin
og hópin av dystum eru útsettir, men í Klaksvík eydnaðist í dag at fáa dystin millum oddaliðið Mjølnir og ÍF avgreiddan – og tað var vorðið sum dystur, sum skuldi út í fimm sett, áðrenn avgerðin fall. Lítið [...] vundið burturúr ÍF í fyrsta setti, sum endaði 25-16, men tað var eitt hamskift ÍF-lið, sum fór á vøllin í øðrum setti, og skjótt legði seg framum, og við støðuna 15-9 tóktist ÍF hava settið í pottinum. Men [...] sum vann næstu fýra bóltarnar og settið 25-10. Í triðja setti gekk javnt til 7-7, men so dró Mjølnir frá og vann trygt 25-19. ÍF kom tó fyri seg aftur í fjórða setti, har liðini skiftust um at vera á odda
inum í Klaksvík og í Vágum skipaðu fyri fundi við Bárði Nielsen, løgmanni, og Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Evnið var vallyftið hjá flokkunum um, at tað eftir løgtingsvalið í fjør skuldi [...] komið í tingið um málið. Og tað er enn einki sum bendir á, at nakað uppskot kemur í tingið – tí kemur tað, so verður tað felt. Býtt upp í samgongu og andstøðu, so er vert at merkja sær, at fimm fólk í samgonguni [...] ímóti. Hini vilja ikki svara. Í andstøðuni er tað bara Jóhannus Joensen í Javnaðarflokkinum, sum er fyri, meðan níggju eru ímóti. Restin vil ikki svara.« Nú kemur málið helst í tingið, og tá fæst greiða á
frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum. Hugskotið er kent og sera væl umtókt í okkara grannalondum, og í fjør varð fyrsti Fólkafundurin hildin í Føroyum. Út við 50 felagsskapir [...] Ólavur í Geil Guttesen og Jóhannes Miðskarð, ið eisini skipaðu fyri Fólkafundinum í fjør. Afturat sær hava teir í ár fingið Jón Brian Hvidtfeldt, sum er journalistur og tíðindaleiðari í Miðla [...] umstøður at bjóða í býnum. Kommunan letur dyrnar upp til báðar hallirnar í býnum, sum eru samanbygdar og tískil geva øðrvísi og sera fjølbroyttar møguleikar, ið ikki finnast aðrastaðni í Føroyum. Tí
hoyra í neðra í nýggja skálanum í Norðurlandahúsinum nú týskvøldið 10. mars kl 19 um júst evnið: Søren Kierkegaard. Eisini verður Anders Kingo at hoyra í Miðlahúsinum, tá hann fer at tríva aftur í nakað [...] Hann er føddur í Løgumkloster, studentur frá Struer, cand. theol. frá Århus Universiteti í 1983 og dr. theol í skrivligu avrikunum hjá Søren Kierkegaard frá Københavns Universiteti í 1995, og hann er [...] Hvat hevur Søren Kierkegaard at siga okkum í dag??. Tá verður eisini høvi at seta spurningar. Anders Kingo verður eisini at hoyra í Býarbókasavninum í Klaksvík, hóskvøldið 12. mars kl. 19 - eisini við Søren
Spæliloyvið hevur tó allatíðina ligið í NSÍ, men sum skilst hevur Ike spælt nakað av fótbólti í heimlandinum. Nú er Ike aftur í Føroyum. Stóran part av árinum í ár hevur hann nú vant á Argjum, og nú er [...] at Ikechuckwu Onyema – ella bara Ike – sum kom til NSÍ í 2004, hevur skift til AB í summarsteðginum. Ikechuckwu Onyema kom til NSÍ til seinnu hálvu í kappingarárinum 2004. Tað ljóðaði lovandi tá hann kom [...] hjá einum felag, ið eitur REAC Sport KFT. Í Klaksvík hava tey styrkt um álopið við Rógva Jacobsen. Men ein annar maður hevur eisini flutt leikaraloyvið heim í summar. Hesin er Erling Fles, sum eisini spældi
lítil ivi er í, at tey skullu megna at spæla betur enn tær gjørdu í gjár. Spennandi verður, at fylgja gongdini hjá Kyndli, framyvir í kappingini, fyri at síggja um tær megna at broyta gongdini. Í Faktaboks [...] dystin heili 40-26, eftir at hálvleikstøðan var 21-14. – Vit eru nógv betur í dag, Kyndil kempar heilt einfalt ikki nóg nógv í kvøld, og tá verður dysturin lættari hjá okkum, sigur Una Olsen HONDBÓLTUR [...] urin.fo Tað má sigast, at úrslitið talar fyri seg, tá Stjørnan hevði vitjan av kvinnunum úr Kyndli í gjárkvøldið. Úrslitið gjørdist ein munur uppá 14 mál, so ikki er sagt ov nógv, tá sagt verður, at Stjørnan
kvinnusíðuni hava Føroyar verið í europeiska eldinum við U19 og U17, og kvinnulandsliðið skal seinni fyrstu vikuna í november luttaka í EM undankapping í Litava. Mótstøðuliðini vera tey trý baltisku londini [...] Føroyar eru nakað serligt í altjóða høpi. Men tølini siga, at føroyingar eru dúgligir luttakarar í europeisku kappingunum. Tað eru seytjan ár síðani, at a-landsliðið fyrstu ferð luttók í undankapping. Síðani [...] Síðani tá hevur gingið skjótt. Bæði í landsliðshøpi og í felagshøpi er talan vorðin um rættuliga stórt europeiskt virksemi. Í ár hava Føroyar spælt við a-liði, U21, U19, U17 og U15 á mannfólkasíðuni, og á