Hondbóltur: Eftir ein sannan gysara í høllini á Hálsi týskvøldið er tað Stjørnan, sum við samanløgdum 44-43-sigri sendi Neistan úr kappingini og er í steypafinaluni
Ein fullsett høll á Hálsi við áskoðarum í góðum hýri legði í gjárkvøldið lunnar undir ein sera spennandi seinna hálvfinaludyst í Coca Cola-Steypakappingini, har Stjørnan hevði ein hvørvandi lítlan fyrimun, eftir at tær vunnu fyrru hálvfinaluna tepurt 25-24 ímóti Neistan.
Einki var avgjørt undan dystinum, og tað skuldi eisini vísa seg, at seinastu sekundini í dystinum gjørdust avgerandi.
Heimaliðið munin
Gongdin var sera jøvn at byrja við og var tað eyðsæð, at eingin vildi gera óneyðugar villur í heusm avgerandi dystinum. Tað var tó Neistin, sum sýndi størri áræði í álopsparti teirra og við longum og góðum álopum stressaðu Stjørnuna um miðjan fyrra hálvleik, og vunnu tær bláu sær við hesum eisini ein lítlan mun, sum tær megnaðu at halda til hálvleiks.
Neistin var á odda 12-10 í hálvleikinum.
Stjørnan vann seg aftur
Í seinna hálvleiki var gongdin at kalla tann sama, sum í fyrra. Eingin vildi kasta nakað fyri borð, men bundu liðini væl um í verjuni, sum eisini speglast í teimum fáu málunum, sum komu í dystinum. Kanska serliga verjan hjá Neistanum stóð seg væl, har eitt nú Birita Wardum einu løtuna fullkomiliga pakkaði Simonu Petersen niður. Simona vísti tó sín klassa og bleiv við átta málum sínum toppskjútti í dystinum.
Erla Eliasen stóð ein branddyst í málinum hjá Neistanum, og við sjáldsama nógvum bjargingum var hon eisini atvoldin til, at Neistin miðskeiðis í seinna hálvleiki var á odda við fýra málum. Júst, sum Neistin hevði størsta møguleikan at avgera dystin, gjørdu tær alt, sum tær ikki máttu gera. Fingu útvísingar, spældu illa, skutu illa og stóðu illa í verjuni. Tað var eins og nervar darvaðu teimum, og tá hetta als ikki var støðan hjá Stjørnuni, somuleiðis sum innskifta Guðrun í Lágabø tók alt í málinum, so ótu tær úr Klaksvík seg inn á Neistan og tveir minuttir undan leikloki javnaðu tær á fyrsta sinni í hesum hálvleikinum.
Løtan kundi ikki verið betri, tí tær úr Neistanum høvdu einki aftursvar og við 19-19-javnleiki er tað Stjørnan, sum við samanløgdum 44-43-sigri kann fyrireika seg til steypafinaluna 11. februar.
Neistin – Stjørnan 19-19 (12-10)
Neistin: Barbara Brauer (7) Nicoleta R. Hansen (4) Jacklin Durhuus (3) Marjun F. Danberg (2) Bára Hansen (1) Annika Thomsen (1) Anja Eliasen (1)
Útvísingar: 3x2min.
Stjørnan: Simona Petersen (8) Lovisa Lassen (4) Una Olsen (2) Bára S. Klakstein (2) Annika Ljósstein (1) Corina Demeterca (1) Judit Hansen (1)
Útvísingar: 3x2min.