Anders Kingo er í ætt við tann í Føroyum vælkenda Thomas Kingo (1634-1703), sum eitt nú tjørnuvíkingar enn - bæði væl og virðiliga - klára at ” toga úr hvørjari lykkju”, so segði Pól F á sinni.
Anders Kingo er 53 ára gamal og prestlærdur. Hann er føddur í Løgumkloster, studentur frá Struer, cand. theol. frá Århus Universiteti í 1983 og dr. theol í skrivligu avrikunum hjá Søren Kierkegaard frá Københavns Universiteti í 1995, og hann er nú sóknarprestur í Ullerup kirkju.
Anders Kingo er vituliga ein kennari av S. Kierkegaard. Og hevur skrivað eina røð av greinum og fleiri bøkur um Søren Kierkegaard (1813-1855).
Anders segði – í samrøðu við Kristeligt Dagblad í einum ávísum sambandi – seg vera ein vanligan evangeliskan-lutherskan sóknarprest, ið ikki kendi seg , so at siga, bundnan av sonevndum ávísum rætningum innan kirkjuna, so sum: tidehvervskan, grundtvíkskan ella missiónskan, men at tær ymsu kirkjuligu kósirnar kundu kenna seg tryggar við ta leið, sum hann stóð fyri.
Um avbjóðingarnar hjá tí kristnu kirkjuni í dag, segði hann, at tær eru somu, sum tær altíð hava verið, nevniliga: At tala evangeliið inn í tíðina, ímóti tíðini og á tungumáli tíðarinnar.
Anders er vælupplagdur talari og ikki sjálvhátíðarligur. Sum dømi um hetta seinasta stendur á heimasíðu hansara hetta skoðsmáli frá einum 5 ára gomlum garpi:
"Det er præsten, der bestemmer, når man skal graves ned. Han sender nogle på plejehjem, og så graver han dem ned, som bliver til overs."?Anders, 5 år
Anders Kingo verður at hoyra í neðra í nýggja skálanum í Norðurlandahúsinum nú týskvøldið 10. mars kl 19 um júst evnið: Søren Kierkegaard.
Eisini verður Anders Kingo at hoyra í Miðlahúsinum í samrøðu við Føroya biskup, Jógvan Fríðriksson, mikukvøldið 11. mars kl. 19 um evnið:” Hvat hevur Søren Kierkegaard at siga okkum í dag?”. Tá verður eisini høvi at seta spurningar.
Anders Kingo verður eisini at hoyra í Býarbókasavninum í Klaksvík, hóskvøldið 12. mars kl. 19 - eisini við Søren Kierkegaard sum evni.
Anders Kingo fer so eisini at vera saman við føroyskum prestum mánadagin.
Plus ynd av manninum av heimas iður
Hvat hevur Søren Kierkegaard at siga okkum í dag!
Mánadagin kemur kendi danski sóknarpresturin og Søren Kierkegaard kennarin, Anders Kingo til Føroya. Hann fer at halda fyrilestur um Søren Kierkegaard í Norðurlandahúsinum týskvøldið, mikukvøldið fara hann og Jógvan Fríðriksson, bispur at tosa um Søren Kierkegaard og hansara verk og tankar og hóskvøldið vitjar hann á Klaksvíkar bókasavni.
Prestavitjan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo