2020: Eitt greitt NEI til at koyra ókeypis í tunlum

Tá Sosialurin fyri einum ári síðani spurdi tingfólk um gjaldið til Vága- og Norðoyatunnilin, vóru tað bara seks tingfólk, sum vóru fyri, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin

Um ikki fleiri hava broytt hugsan síðani tá, so er ivasamt, um Jørgen Niclasen fær Løgtingið at avtaka gjaldið fyri at koyra í tunlunum og fíggja tað við avgjaldshækkingum á eitt nú bensin, diesel, olju og vegskatti.

 

Sosialurin skrivaði soleiðis tann 11. desember í 2020, eftir at hava spurt tingfólk um støðu teirra:

 

»Millum tingfólk er eingin ivi: Tað verður ikki ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin.

 

Tað vísir spurnarumfar, sum vit hava gjørt ímillum tingfólk, nú málið er komið framaftur.

 

Tað var týskvøldið, at valfeløgini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í Klaksvík og í Vágum skipaðu fyri fundi við Bárði Nielsen, løgmanni, og Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Evnið var vallyftið hjá flokkunum um, at tað eftir løgtingsvalið í fjør skuldi gerast ókeypis at koyra ígjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar.

 

##med2##

 

Upprunin til málið er, at tá tað í síni tíð var samtykt, varð sagt, at tá tunlarnir vóru útgoldnir, so skuldu teir fella aftur til landið, og tá skuldi tað vera ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar, sum skuldur vera partur av landsveganetinum.

 

Men stríð tók seg seinni upp um, hvussu hetta skuldi skiljast. Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm Johannesen hava sagt, at tað skuldi skiljast soleiðis, at tá lánini vórðu niðurgoldin, so skuldi vera ókeypis at koyra.

 

Men í fyrispurningini til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Poul Michelsen, í 2015, varð staðfest, at hetta skuldi skiljast soleiðis, at tunlarnir skuldu fella aftur til landið, tá lánini og allur partapeningurin var afturgoldin. Partapeningurin er 395 milliónir krónur.

 

Sjálvt um Kaj Leo Holm Johannesen gav hetta svar, so hevur hann seinni sagt, at hendan tulkingin hjá Løgmansskrivstovuni ikki er røtt.

 

Tá Aksel V. Johannesen varð løgmaður, fekk hann sama spurning, og hann hevði sama svar sum Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Jørgen Niclasen boðaði í 2015 frá, at hann fór at koma við lógaruppskoti, sum nágreinaði málið soleiðis, at tað fór at vera ókeypis at koyra, tá lánini eru goldin. Tey eru langt síðani goldin.

 

##med3##

 

Men hóast dúgliga hevur verið egnt við hesum máli, so er kortini einki uppskot komið í tingið um málið. Og tað er enn einki sum bendir á, at nakað uppskot kemur í tingið – tí kemur tað, so verður tað felt.

 

Býtt upp í samgongu og andstøðu, so er vert at merkja sær, at fimm fólk í samgonguni eru fyri og fýra eru ímóti. Hini vilja ikki svara.

 

Í andstøðuni er tað bara Jóhannus Joensen í Javnaðarflokkinum, sum er fyri, meðan níggju eru ímóti. Restin vil ikki svara.«

 

Nú kemur málið helst í tingið, og tá fæst greiða á, um tingfólk hava skift støðu, um málið verður samtykt ella fellur.