Tá Fleyr sunnudagin vann á Mjølni, gjørdu vit ta niðurstøðu, at Fleyr hevði tryggjað sær finalusess, meðan Mjølnir framvegis skuldi vinna ein dyst fyri at tryggja sær pláss í FM-finaluni. Tað gjørdi Mjølnir í fyrrakvøldið, tá tað á heimavølli eydnaðist at vinna ein greiðan 3-0 sigur á KÍF.
Hetta gjørdist ein dystur, ið ongantíð var spennandi, tí Mjølnir var væl og virðiliga betra liðið, hóast KÍF royndi sítt besta. Mjølnir vann 25-12 í fyrsta setti, og tey bæði seinnu settini, tá eykaspælararnir sluppu inn at royna seg, vann Mjølnir í báðum førum 25-12.
Sostatt kann Mjølnir ikki gerast minni enn nummar tvey, og tað røkkur til finalusessin. Og hóast SÍ í teoriini kann fara fram um Fleyr, so er tann møguleikin so mikroskopiskur og óhugsandi, at Fleyr longu hevur kannað sær bitan, samstundis sum eingin í Sørvági man trúgva, at tað kann henda.
Teoretiskt…
Fleyr hevur 21 stig og SÍ 17, og bæði hava tveir dystir eftir, so teoretiskt kunnu bæði enda á 21 stigum. Men av tí at hetta altso framvegis er ein teoretiskur møguleiki – so lítil hann enn er – kunnu vit tað sama gjøgnumganga hann niðanfyri.
Skal SÍ altso megna tað ótrúliga og yvirhála Fleyr í evstu løtu, skulu úrslitini í fýra dystum passa soleiðis saman, at Fleyr skal tapa bæði 0-3 fyri Ternuni á heimavølli og TB á útivølli, samstundis sum SÍ í sínum báðum útidystum ímóti Drátti og Mjølni skal vinna annan 3-0 og hin minst 3-1 – og so er SÍ í finaluni.
Tapir Fleyr báðar 0-3 og SÍ vinnur báðar 3-1, stendur á jøvnum í stigum og settmuni, og tá eru tað eftir grein 11g í kappingarreglunum innanhýsis uppgerðirnar, ið eru avgerandi. Tá kemur Fleyr í finaluna, tí Fleyr hevur vunnið tvær ferðir á SÍ, sum bara eina ferð hevur vunnið á Fleyr.