Fólkafundurin 2013 verður í Klaksvík

Tað er nú greitt, at Klaksvík verður vertur fyri stóra Fólka­fundin, sum í ár verður í døg­u­num 20. og 21. september

Endamálið við Fólka­fund­i­num er í stuttum at fáa poli­tikk­in út til vanliga borg­ar­an. Hugskotið er at savna myndugleikar, feløg, á­hug­a­feløg og einstaklingar á ein­um og sama stað til tveir gevandi dagar ? og har­við minka um frástøðuna mil­l­um ymsu aktørarnar í sam­fel­agn­um.
Hugskotið er kent og sera væl umtókt í okkara grann­a­lond­um, og í fjør varð fyrsti Fólk­a­fund­ur­in hild­in í Før­oyu­m. Út við 50 fel­ags­skapir, fakfeløg, á­hug­a­fel­øg, politiskir flokkar, komm­un­ur og onnur tóku lut við til­sam­ans 86 ymiskum tiltøkum á Fólka­fund­i­num í fjør, ið savn­aði fleiri enn 1500 fólk. Í ár flyt­ir Fólk­a­fund­ur­in úr Hoy­vík til Klaksvíkar.
– Klaksvíkar Kommuna met­ir Fólkafundin hava stór­an týdning fyri okkara fólk­a­ræði og samfelag. Eisini set­ir Fólk­a­fundurin fokus á Klaks­vík, og tiltakið er í tráð við vakstrarætlanina hjá komm­ununi, ið sigur at bý­ur­in skal skapa karmar fyri fjøl­broytt­um tiltøkum og upp­liv­ing­um, sigur Jógvan Skor­heim, borgarstjóri.

– Klaksvíkar Kommuna hev­ur sera góðar umstøður at bjóða í býnum. Kommunan let­ur dyrnar upp til báðar hall­irnar í býnum, sum eru sam­an­bygdar og tískil geva øðr­vísi og sera fjølbroyttar møgu­leikar, ið ikki finnast aðr­a­staðni í Føroyum. Tí vilja vit feg­in hýsa einum tiltaki av hes­um slag, sigur Jógvan Skor­heim, borgarstjóri.

Á Fólkafundinum fáa lut­tak­ar­ar­nir høvi at skipa fyri sín­um egnu tiltøkum, tað veri seg kjak­fundir, fyrilestrar ella onn­ur upplýsandi tiltøk. Eis­ini er Fólkafundurin ein góð­ur sýnisgluggi og eitt gott stað at hitta fólk. Øll tiltøkini verða sum nevnt savnað á ein­um stað.

Høvuðsfyriskiparar til Fólk­a­fund­in 2013 eru Ólav­ur í Geil Guttesen og Jó­han­nes Miðskarð, ið eisini skip­aðu fyri Fólkafundinum í fjør. Aft­urat sær hava teir í ár fing­ið Jón Brian Hvidt­feldt, sum er journ­a­listur og tíðindaleiðari í Miðl­a­hús­i­num. Hansara upp­gáva verður at styrkja tann inn­i­halds­liga partin og taka sær av teimum tiltøkum, ið Fólk­a­fund­ur­in sjálvur skipar fyri.

Fyri­reikingarnar til Fólka­fund­in 2013 fara nú av álvara í gongd. Longu frá næstu viku ber til at tekna títt tiltak til Fólk­a­fundin. Tað verður gjørt á heim­a­síðuni www.tilmelding.fo.