hvørji bygd í Føroyum vóru tað fólk, enntá fleiri, sum skrivaðu til sendingina Orðabókina øll tey árini, hon var send. Fleiri teirra eru ikki millum okkum longur, men við eini tílíkari útgávu kunnu vit reisa [...] skúlagang, men við teirri ómetaligu vitan um dagsins viðurskifti bæði á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí siðsøguliga mentanararvi, ið tey numu av forfedrum sínum. Við at fáa alt hetta
vilja sleppa upp í samveldið. -Tað er gleðiligt, at hann er tikin, og eg vænti, at hann verður sendur til Haag, so hann kann verða revsaður fyri sínar illgerðir, segði norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr [...] Radovan Karadzic var leiðari fyri teimum bosnisku serbunum undir borgarakrígnum í Bosnia frá 1992 til 1995, og síðani 1998 hevur hann fjalt seg. Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur ákært [...] týdning fyri aktjóða rættvísið, tí hetta vísir, at eingin kann fjala seg so væl, at lógarinnar armur ikki kann røkka honum. Øll, sum flýggja og fjala seg, verða funnin, segði Serge Brammertz við AP-tíðindastovuna
setir stevnuna á torginum í bygdini. Sjálv stevnuskráin er prentað í Sosialinum í dag, og tí fara vit ikki at gera so nógv burtur úr teimum mongu tiltøkunum, sum eru í skránni. Forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen [...] fólk og eydnast væl í Vestmanna, er dansurin í Ítróttarhøllini. - Spaðar 5, sum er vælumtóktur bólkur til dansitónleik, fara at spæla, og vit ivast onga løtu í, at nógv bygdafólk, stevnugestir og fólk annars [...] liðini hjá VÍF og Kyndli. Nakrir av teimum, sum fara á vøllin sunnudagin, vóru hesi árini eisini við til at manna føroyska hondbóltslandsliðið. Jóngerð Nielsen nevnir eisini barnatiltakið sunnukvøldið klokkan
gísli havi eg hugsað sum so, at so leingi eg livi, og so leingi eg framvegis dragi andan, skal eg ikki sleppa vónini. Soleiðis skrivaði Ingrid Betancourt í einum brævi í fjør. Tá hevði hon verið gísli [...] Betancourt leysa, er franski forsetin, Nicolas Sarkozy. Hann takkaði í nátt teimum, sum hava medvirkað til at vinna Ingrid Betancourt frælsið aftur Tað var ein deild hjá kolombiska stjórnarherinum, sum fríaði [...] gíslarnir fríaðir. Nógvir gíslar Tann 46 ára gamla Ingrid Betancourt, sum var senatorur, stillaði upp til forsetavalið í Kolombia í 2002, men bleiv burturflutt undir valstríðnum. Hennara varaforsetavalevni
radio, internt kommunikatións-anlæg, cruisecontrol, fjarstýring til garasjuhurðina, perlemor custom lakkering, hita í setrum og handtøkum, og ikki at gloyma hevur hon tað heilt rætta og væl kenda Harley ljóðið [...] Komfortur á høgum støði Komforturin er á høgum støði og í røttum amerikanskum stíli, hon er t.d. gjørd til at koyra langt við, uttan at tey sum sita í leðursetrunum á súkkluni møðast. Súkklan hevur allar framkomnar
Portugisiska løgreglan hevur ynskt at fáa Kate aftur til Portugáls til nýggjar avhoyringar, men hetta vil dómarin, Pedro Daniel dos Anjos Frias, ikki, tí hann heldur, at prógvini eru ov veik. Í staðin verða
lumpar tannálvuna. Tá ið Hervilig Henry fær lús, gevur hann øllum hinum lús frá sær, og hann fer als ikki líka væl við tannálvum sum onnur børn. Í hvørjari bók eru fýra søgur um skálkabrøgdini hjá Henry [...] heftar og kosta 95 kr hvør. Í bókarøðini um detektivarnar Lassa og Maiu er fimta bókin nú at fáa til keyps. Tað er Mumiugátan, sum er um eitt loyndarmál á fornminnasavninum. Ein ræðslusligin náttarvørður [...] náttarvørður sær við egnum eygum, at ein 3000 ára gomul mumia er livnað uppaftur. Man hetta bera til? Lassi og Maia noyðast at loysa gátuna og skunda sær á fornminnasavnið at kanna málið. Martin Widmark
trygdin als ikki verður sett í hásæti. Ein áhugaverdur, og sera upplýsandi fyrilestur, siga fólk, sum lýddu á. Næstur at halda fyrilestur, var Hanus Kjølbro. Hann greiddi frá sínum arbeiði at evna til og geva [...] Vit eru sera fegnir um hetta samstarvið við Shell og takksamir fyri, at vit kundu bjóða limum okkara til eitt slíkt gevandi og spennandi tiltak, sigur Kartni Olsen, formaður í Tórshavnar Bátafelag.
Sum siður er, var nógvur ungdómur til konsert á Reyða Torginum í Moskva valkvøldið. Tað vóru myndugleikarnir, sum skipaðu fyri, og konsertin var eitt væl egnað høvi hjá vinnaranum at takka fyri stuðulin [...] Medvedev. Sostatt skifta teir báðir pláss tann 7. mai, tá Medvedev formliga tekur við forsetaembætinum. Ikki veruligt val -Hetta var eitt demokratiskt val, og sigurin hjá Medvedev er trygd fyri, at tann væleydnaði [...] Süddeutsche Zeitung sigur, at valið var so innihaldsleyst, at tað er ein spurningur, um tað yvirhøvur ber til at tosa um eitt val. Sambært valnevndini fekk Dmitrij Medvedev 68,19 prosent av atkvøðunum. Næstur
aftur. Men tað krevur so fyrst og fremst, at teir grønu gera sítt. Móti botnliðnum, KÍF, skuldi hetta ikki verið heilt ógjørligt, men nú bæði Høgni Klein og Josef Abrahamsen eru farnir av landinum, er talan [...] teimum bláu at lyfta høvdið eftir niðurtúrin, sum tær hava havt. VB hevur gagnnýtt tann niðurtúrin til mest sum at staðfesta sítt finalupláss. Sunundagin taka tær ímóti Kyndli, sum var í steypafinaluni [...] Klaksvík, har toppur og botnur hittast í einum dysti, sum Stjørnan helst fyrst og fremst skal brúka til at fáa armarnar niður aftur eftir steypasigurin seinasta vikuskiftið. Dystir um vikuskiftið Hondbóltur