Tíðindini um, at Radovan Karadzic er tikin, fingu góða móttøku:
-Hetta er ein stórur fyrimunur fyri Serbia, nú landið ætlar at fáa limaskap í ES, segði kommiserurin Olli Rehn, sum stendur fyri samráðingunum við lond, sum vilja sleppa upp í samveldið.
-Tað er gleðiligt, at hann er tikin, og eg vænti, at hann verður sendur til Haag, so hann kann verða revsaður fyri sínar illgerðir, segði norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, tá hann frætti um handtøkuna í Beograd.
Serbiska stjórnin váttaði í gjárkvøldið, at trygdartænastan hevði tikið Karadzic. Tað er eitt sindur ógreitt, nær og hvar hann varð tikin, men sambært verja sínum bleiv hann tikin longu fríggjakvøldið.
Radovan Karadzic var leiðari fyri teimum bosnisku serbunum undir borgarakrígnum í Bosnia frá 1992 til 1995, og síðani 1998 hevur hann fjalt seg. Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur ákært hann fyri fólkamorð og onnur krígsbrotsverk. Eitt nú er hann ákærdur fyri at hava havt ábyrgdina av hersetingini av Sarajevo, sum kostaði 12.000 mannalív, og hann er eisini ákærdur fyri at hava havt ábyrgdina av hópmorðinum í Srebrenica, har 8.000 menn og dreingir vórðu myrdir.
Stóran týdning
Serbia hevur verið undir stórum trýsti frá ES, sum hevur kravt, at myndugleikarnir skuldu handtaka Radovan Karadzic og bosniaserbiska generalin Ratko Mladic. Í Haag var eisini stór frøi, tá tað frættist, at Karadzic var tikin.
-Eg fekk boð frá mínum starvsfeløgum í Beograd um, at Karadzic var tikin. Vegna dómstólin skal eg ynskja serbisku myndugleikunum tillukku við einum væl eydnaðum átaki, segði Serge Brammertz, sum er høvuðsákæri í krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia. Hann legði afturat, at handtøkan hevur stóran týdning fyri tey, sum liðu undir illgerðunum hjá Karadzic:
-Men handtøkan hevur eisini stóran týdning fyri aktjóða rættvísið, tí hetta vísir, at eingin kann fjala seg so væl, at lógarinnar armur ikki kann røkka honum. Øll, sum flýggja og fjala seg, verða funnin, segði Serge Brammertz við AP-tíðindastovuna.