Hjá Harley Davidson í Føroyum eru nú 2008 modellini á skránni. HD.fo v/Ove Ritter hevur fingið nakrar av teimum nýggjastu súkklunum umframt eina Ultra Classic við allari hugsandi útgerð.
Hesar »Harley Davidson FLHTCUSE Screamin Eagle Ultra Classic Electra Glide« sum rætta navnið á súkkluni er,verða einans gjørd í heilt fáum eindum, men HD.fo hava tó fingið eina slíka heim. Súkklan er framleidd á eini heilt serligari framleiðslulinju, ið nevnist CVO (Custom Vehicle Operations), har hendan súkklan er nummar 193.
Umframt at Ultra classic er tann flottasta og best útgjørda Harley yvirhøvur, hevur hendan hópin av aðrari luksusútgerð afturat. Talan er um eina súkklu, sum kostar um hálva millión her hjá okkum og um 800.000 kr. at keypa í Danmark.
Motorurin er ein 2 syl. 4-takt V-motorur við ESPFI (Electronic Sequential Fuel Injection) innspræning og einum snúningsmomenti upp á 196 Nm við 3.000 snún/min og 135 hk. Hóast súkklan vigar um 400 kg, er hon sera kvik og koyrir frá 0-100 km/t upp á umleið 7 sek.
Komfortur á høgum støði
Komforturin er á høgum støði og í røttum amerikanskum stíli, hon er t.d. gjørd til at koyra langt við, uttan at tey sum sita í leðursetrunum á súkkluni møðast. Súkklan hevur allar framkomnar trygdarskipanir sum t.d. GPS-navigatiónsskipan, XM Satellite radio, fløguspælara, MP3-spælara, CB radio, internt kommunikatións-anlæg, cruisecontrol, fjarstýring til garasjuhurðina, perlemor custom lakkering, hita í setrum og handtøkum, og ikki at gloyma hevur hon tað heilt rætta og væl kenda Harley ljóðið.
HD.fo hava sum nakrir av teimum fyrstu Harley forhandlarunum í Evropa fingið nakrar av 2008 modellunum heim. Ein av hesum er ein sera væl útgjørd Harley Davidson FXSTBI Dyna Street Bob við 1584 ccm innspræningsmotori og 6 trins girkassa. Seturhæddin er einans 65 cm. Súkklan er løtt at koyra og at umgangast í allar mátar.
Meira fæst at vita á heimasíðuni www.HD.fo ella við at ringja á tel. 210405









