Borgarstjórin setir fjarðastevnu

Eitt av stuttligu tiltøkunum á fjarðastevnu verður ein skemtidystur í fótbólti millum bygdaráðini í Vestmanna og Kvívík

Vestmanna

 

Fjarðastevna verður sett leygardagin klokkan 14, og tað verður borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen, sum setir stevnuna á torginum í bygdini.

Sjálv stevnuskráin er prentað í Sosialinum í dag, og tí fara vit ikki at gera so nógv burtur úr teimum mongu tiltøkunum, sum eru í skránni.

Forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sigur, at eitt av tiltøkunum, sum altíð plagar at savna nógv fólk og eydnast væl í Vestmanna, er dansurin í Ítróttarhøllini.

- Spaðar 5, sum er vælumtóktur bólkur til dansitónleik, fara at spæla, og vit ivast onga løtu í, at nógv bygdafólk, stevnugestir og fólk annars fara at leita sær í høllina leygarkvøldið.

Av øðrum forvitnisligum tiltøkum á fjarðastevnu, nevnir Jóngerð meksikansku uppboðssøluna, sum verður leygarkvøldið. Talan verður um uppboðssølu av list, sum sonevndir amatørar hava málað, eitt nú Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, Karl A. Olsen, borgarstjóri og Martin Joensen, tónlistamaður.

- Eisini verður søla av eini skemtitekning av bygdaráðnum í Vestmanna, leggur hon aftrat.

Eitt annað tiltak, sum forkvinnan hevur hug at nevna úr rúgvuni, er steypadystur leygardagin millum 1. manslið hjá VÍF og Neistanum.

- Sunnudagin verður eisini ein skemtidystur í fótbólti millum bygdaráðini í Vestmanna og Kvívík. Hesin verður á gamla vøllinum omanfyri skúlan. Eftir fótbóltsdystin verður hondbóltsdystur fyri veteranar, sum seinast í sjeyti-og fyrst í áttatiárunum mannaðu bestu liðini hjá VÍF og Kyndli.

Nakrir av teimum, sum fara á vøllin sunnudagin, vóru hesi árini eisini við til at manna føroyska hondbóltslandsliðið.

Jóngerð Nielsen nevnir eisini barnatiltakið sunnukvøldið klokkan 19, har gyklarin og búktalarin, Ásbjørn Berthelsen, fer at undirhalda.

- Fríggjakvøldið verður konsert í Staðnum, sum er ungdómshúsið í Vestmanna, og her fara Jens Marni Hansen og nýggi bólkurin Píggj í Vestmanna at spæla og undirhalda. Bryggjan, sum eisini verður rópt barrin í Vestmanna, fer sjálvandi eisini at hava opið stevnudagarnar, og her verður “live” konsert um fríggjakvøldið og leygarkvøldið við Eyðuni og Neil, sigur forkvinnan í VÍF.