Nú steypakappingin er løgd aftur um bak, verður bíðað eftir FM-finalunum í hondbólti. Tvær finalur, har tað longu nú tykist mest sum greitt, hvørji liðini eru. Tó at onnur eisini kunnu blanda seg.
Styrkisroynd
Hjá monnum er Neistin heilt væl við í oddinum, har StÍF mest sum hevur tryggjað sær finalusess.
Har verður tað StÍF, sum verður mótstøðuliðið, um Neistin kemur somikið langt, og tí er talan helst um styrkisroynd sunnudagin, tá júst tey bæði liðini hittast. Og samstundis er talan um ein dyst, har strandingarnir skulu prógva, at teir hóast finalutapið í steypakappingini, enn makta at vera á tindinum.
Kyndil hevur enn møguleika at vinna Neistan aftur. Men tað krevur so fyrst og fremst, at teir grønu gera sítt. Móti botnliðnum, KÍF, skuldi hetta ikki verið heilt ógjørligt, men nú bæði Høgni Klein og Josef Abrahamsen eru farnir av landinum, er talan um eitt skert Kyndilslið.
Seinasti dysturin hjá monnum verður í Hoyvík, har VÍF vitjar.
Gerandisdagur hjá Kyndli
Hjá kvinnunum eru somuleiðis tríggjar uppgerðir á skránni. Neistin tekur á heimavølli móti StÍF, og hetta er eitt høvi hjá teimum bláu at lyfta høvdið eftir niðurtúrin, sum tær hava havt.
VB hevur gagnnýtt tann niðurtúrin til mest sum at staðfesta sítt finalupláss. Sunundagin taka tær ímóti Kyndli, sum var í steypafinaluni, og tann dysturin er helst eitt fínt formbarometur hjá VB.
Seinasti dysturin er í Klaksvík, har toppur og botnur hittast í einum dysti, sum Stjørnan helst fyrst og fremst skal brúka til at fáa armarnar niður aftur eftir steypasigurin seinasta vikuskiftið.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
Dagur Kl. Dystur
17.02 14.30 Neistin-StÍF
17.02 15.00 VB-Kyndil
17.02 15.00 Stjørnan-VÍF
Atlantic Airways-kappingin
17.02 16.00 Neistin-StÍF
17.02 16.00 KÍF-Kyndil
17.02 16.00 H71-VÍF
Flogbóltur
Steypafinalur
Kvinnur
16.02 13.30 SÍ-ÍF
Menn
16.02 SÍ Mjølnir
(byrjar stutt eftir kvinnufinaluna)