arbeiðið eitt sindur øðrvísi, enn um vit vóru fleiri. Tá eitt nýtt kirkjuár byrjar, so velji eg mær eina ávísa bók at lesa úr. Og hesa brúki eg so næstan slaviskt hetta árið. - Tá næsta kirkjuár byrjar, velji [...] hvussu væl mannaði tey eru í kirkjuni henda morgunin. Men fyrireikaður, - tað er hann altíð. Hann veit, um nakar, hvat tað vil siga at vera kirkjutænari, tí henda tænastan hevur leingi verið í familjuni. Pápi [...] Magnus í Hússtovu, abba hansara, sum í meiri enn 60 ár eisini hevði verið deknur her. - Eg var spurdur, um eg vildi vera ein av trimum deknum her í Mikladali, og eg játtaði sjálvandi. Men nú er tað fyri mesta
Heini. Eg havi hugsað leingi um at skriva nøkur orð um teg, góði Heini. Men, eg havi ikki ordliga kunna skriva um teg fyrr enn nú. Orsøkin er, at eg havi livað við vónini um, at tú fór nokk at koma aftur [...] eisini skrivar á Facebook-vanga tínum um týtt gávulyndi: "Ert tú svong góða, manglar tær fisk..." Soleiðis var Heini. Hann gloymdi ongan og gav altíð eina hjálpandi hond, um onkur hevði brúk fyri tí. Okkara [...] Tung vóru boðini um, at Kambur var í havsneyð. Hetta kom sum ein skelkur á meg og føroyingar sum heild. At lesa slíkt hendan lagnudagin 6. februar 2024, fari eg ongantíð at gloyma. Henda syrgiliga vanlukka
bidding um pengar úr Danmark. Hon tosar um, hvar “æran og stoltleikin er”. Annika Olsen er varaløgmaður í tí samgongu, sum skrivaði undir uppá og var í Danmark fyri at bidda um 150-200 mió. kr. meira um árið [...] (Dimmalætting)” frá tíðini áðrenn fyrra heimsbardaga. Her varð tosað um og takkað fyri pening og hjálp frá donsku stjórnini. Og biðið um meira. Her var ongin stoltleiki, ongin visjón og ongin trúgv uppá okkara [...] veruleikan, sum hann er: Landsstýrisflokkarnir í Føroyum og tey føroysku fólkatingsumboðini kappast um at bidda um ymsar peningaveitingar frá Danmark, ið tey vilja brúka til at verða afturvald millum føroysku
Árlig sparing á 19.170,- kr. ella 1.598,- kr. um mánaðin. Hetta einfalda dømi staðfestir sostatt, at skrivingin hjá býráðsliminum um hækkandi skatt heldur ikki, um vit samanbera við skattaprosentið og barn [...] “loypir hann um bukk” um enn eina týðandi upplýsing við at "gloyma", at Klaksvíkar býráð stutt áðrenn ársskiftið í 2012 samtykti at yvirtaka KÍ-høllina og Badmintonhøllina og harvið at økja um lántøkuna hjá [...] millum annað, at “ borgarstjórin fer lætt um hækkandi skattin í kommununi ”, og at “ borgarstjórin ikki stuðlar borgarligu hugsjónini, ið virðir grundhugsjónina um, at borgarin sjálvur umsitur best sína egnu
tykist ikki sum um at áhugið er fyri at kanna aðrar møguleikar. Sjálvur heldur verkfrøðingurin, at hansara verkætlan hevur fleiri fyrimunir framum ein undirsjóvartunnil. - Talan er ikki bara um eina alternativa [...] alternativa ætlan til Skálafjarðartunnilin, tí talan er eisini um eina ætlan um hvussu samferðslukervið í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum kann skipast. - Eftir teirri ætlan, eg havi gjørt, verður tað [...] rættiliga stórur hæddarmunur, sum fer at krevja eina munandi størri orkunýtslu, enn um koyrt verður á sløttum. Verður talan um undirsjóvartunnilin, verður hæddarmunurin á øllum strekkinum einar 350 metrar,
dóttirin kappaðust um at tendra kertiljós, og nú fekk ljósið okkum at gleðast um hugnan og hitan inni, heldur enn at argast um kuldan og óveðrið uttanfyri. Hetta minti meg á søguna um listamálaran, sum [...] vit serliga um ljósið teir longu og myrku óveðursdagarnar, tá vit sita heit og trygg inni við tendraðum kertiljósum ella ljósperum. Og ikki minst nú jólini eru fyri framman, gleðast vit um vøkru jólaperurnar [...] templinum. Templið varð halgað av nýggjum tann 25. kislev sama árið. Gamli sjeyarmaði ljósastakin í templinum skuldi altíð lýsa, tí tað var tekin um ævigu nærveru Guds millum fólk sítt. Men Antiokus hevði brúkt
størri akfør ella tungur farmur skuldi flytast um Nólsoyarfjørð. Í samferðsluætlanini varð víst á, at Ritan um hetta mundið flutti eini 60.000 ferðafólk um árið. Roknast kundi tá kortini við, at útstykkingar [...] við sínum hugsanum um, hvussu ein kundi loysa hetta málið á besta hátt. Fólk hjá Landsverki hava somuleiðis gjørt sína hugsan galdandi í eini heildarætlan fyri árini 2008 til 2020 um umstøður og framtíð [...] árini. Neyðugt er at skipið verður sandblást, metalliserað og málað, um tað framhaldandi skal verða í flotanum. Krøv eru eisini um eina lyftu til ferðafólkini og sanitet umborð, eins og neyðugt er við
so politiska orðaskiftið kann snúgva seg um politikk, heldur enn skiftandi uppáhald um fakta.” Maðurin vil altso hava fakta á borðið, og tað er altíð gott - um tað er veruliga endamálið. Men tað er tað [...] kundi sjálvsagt verið áhugavert at fingið fakta á borðið um henda spurningin, men ístaðin fyri at spyrja um landsskattin, so velur Høgni at spyrja um, hvussu nógv skattalættar hava kostað fyri bæði landskassa [...] Eitt dømi um hetta sóu vit fyri nøkrum vikum síðani, tá tíðindi bórust um, at fyrra ABC-samgongan hevði givið skattalættar fyri 382 mió. krónur. Manipulering Søgan byrjar við, at Høgni Hoydal setir Jóannesi
tíðarskeiðinum rundan um ólavsøkuna, men soleiðis var ikki fyrstu ferð. - Fyrstu ferð var í 2007. Tá spældu vit um veturin og tað var gler á vøllinum. Bara helmingurin av okkum hevði gaggur. Tá funnu [...] Hansen, sum var á tapandi liðnum leygarkvøldið. FM í áhugafótbólti Hvat nú um tað koma fleiri av hesum áhugafeløgunum runt um í Føroyum, hevði tað verið ein møguleiki við einum FM í áhugafelags fótbólti [...] og hann gevur rættindi at háða mótpartin um tú vinnur. Tað kunnu tí gerast nakrar langar 52 vikur, ið standa fyri framman, um tú tapir dystin. Og tí eri eg eisini ein sera vónbrotin maður í kvøld,
útvarpinum hetta árið. Og júst tí at Eyðfinn hevði so stóran áhuga fyri tónleiki, og visti nógv um tónleik, varð hann um aldarskiftið valdur at vera »Ársins DJ í Føroyum«. Eyðfinn framleiddi [...] vit havnarbørn, sum eru um sama aldur sum Eyðfinn, minnast væl »Gávubúðina« hjá Benny Drewsen í kallaranum hjá Herluf Arnason í Tórsgøtu. Har handlaði hann við gávulutum, leikum og ikki minst [...] niður til Keypmannahavnar, har hann starvaðist á einum skúlaradio, har framhaldsnæmingar gjørdu sendingar, og Eyðfinn var teimum ein dugnaligur og hollur tøkningur og vegleiðari. Í