Owen kann bjarga Souness

Kravið til Graeme Souness er greitt. Newcastle skal út í Europa, um hann framhaldandi skal sleppa at sita við stýrisvølin. Ein uppgáva, sum tóktist mest sum vónleys, inn til Newcastle tveitti 17 milliónir pund á borðið

Premier League

Við ein hat-trick á útivølli móti West Ham prógvaði Michel Owen enn einaferð, at hann er maðurin, sum Newcastle áskoðararnir skulu seta sítt álit á, tá Alan Shearer takkar fyri seg.
Eins og hann hevur verið tað á landsliðnum, so er Michael Owen væl tann spælarin í Bretlandi, sum er best førur fyri at taka við tunga arvinum eftir Shearer. Hann hevur eins og hesin altíð staðið fyri nógvum málum. Hann hevur havt fleiri drúgvar skaðar at stríðast við, men er altíð komin aftur. Og hann hevur eisini sama mátan at feira eitt mál uppá. Rennandi móti áskoðarunum við flatari høgru hon á lofti.

40 ár uttan steyp
Og tað er einki at ivast í, at venjarin hjá Newcastle, Grame Souness, fegin sær útstrekta armin fleiri ferðir afturat hetta kappingarárið. Bæði tí hetta sjálvsagt markerar enn eitt Owen-mál. Men ikki manst eisini í symbolskum týdningi, tí seinastu avrikini hjá Owen mugu nærum metast sum ein hjálpandi hon til venjaran.
Ofta verður tikið til, at harðasta venjastarvið í fótbóltsheiminum er tað, sum enski landslilðsvenjarin hevur. Men Souness man nokk ikki vera ein av teimum, sum uttan víðari er samdur í hesum. Í øllum førum man eisini kenna trýstið á sínum persóni sera stórt. Hóast Newcastle verður roknað sum eitt av stóru feløgunum í Onglandi, so eru tað altso 40 ár síðani, at felagið vann nakað sum helst. Heldur ikki hóast teir undir Keegan vóru sera nær við, eins og Gullit tvær ferðir fekk liðið í FA-Cup finaluna, har talan tó báðu ferðirnar gjørdist um tap.
Tað verður kanska ikki í ár, at Newcastle aftur skal hava nakað steyp í skápið. Men formaðurin í felagnum, Freddy Shepherd, hevur givið Souness greið boð. Newcastle skal nú aftur út í Europa. Og at til tíðir gírigi formaðurin meinar hetta í álvara, sæst helst eisini aftur í transfer-pengunum, sum hann nýtt seinastu árini. Ikki minst í ár har størsti parturin av hesum vórðu altso nýttir til keypið av Michael Owen. Eitt keyp, sum líktist einum tvingandi neyðugum stig, tá Newcastle als ikki hevði skorað fyrstu fýra umførini í ársins útgávu av Premier League.
Sjálvur segði Owen annars, at hann heldur vildi til Liverpool. Felagið, sum heldur ironiskt vann Champions League árið eftir, at teir høvdu selt spælaran, sum fleiri hildu vera hin týdningarmesta hjá felagnum.
Tað stóð tó skjótt greitt, at Liverpool ikki hevði peningin at keypa Owen fyri, og tí gjørdist Newcastle loysnin fyri spælaran, sum ongan tíð av álvara fekk álit frá venjaranum í Real Madrid. At byrja við vildi Owen bert skriva sáttmála fyri eitt ár, men tað endaði við fýra. Og hóast ynskið um Liverpool, so tóktust áskoðararnir eisini vera væl nøgdir, tá Owen á tíðindafundi staðfesti, at hóast dreymurin var koma aftur til Liverpool, so gleddi hann seg nú til at skjóta mál fyri Newcastle. Nógv mál.

Lívbjargandi hat-trick
Og við sjey av slagnum í fyrstu átta dystunum má eisini sigast, at Owen hevur leverað vøruna higartil.
Móti West Ham var talan um ein sokallaðan Newcastle dyst, har talan varð um um fleiri upp- og niðurtúrar. Sigurin var kanska ikki so uppiborin, sum tølini staðfesta. Men Michael Owen var munurin.
Longu eftir fimm minuttum hevði hann sett bóltin fram við Roy Carrol, eftir at Shearer hevði longt bóltin til álopsfelagan. Nolberto Solano skoraði tó eitt vakurt sjálvmál, soleiðis at West Ham aftur var í dystinum, og so var skjóti fyrimunurin hjá gestunum burturi.
West Ham fekk eisini eina yvirvág í spæli, men Owen var aftur maðurin, sum stutt fyri steðgin legði gestirnar fram um aftur. Tað var tó framvegis West Ham, sum hevði greiða yvirvág, og teir vóru regulert óhepnir, at tað ikki eydnaðist at javna. Men brádliga hevði Owen funnið Shearer, og so stóð 1-3 á talvuni. Eitt púrasta óneyðugt brotsspark av Shola Ameobi sendi aftur West Ham í dystin, og var tað ikki fyri Owen, so kundu vertirnir kanska eisini fingið nakað burtur úr dystinum.
Men móti dystarloki var alt sett upp á pláss aftur. Enn einaferð við Owen sum skarprættara, og kroysti Souness kundi eftir dystin ásanna, at hann var ein heppin maður, nú Owen er á liði hansara.
- Eg skal ikki siga, at Owen er vandamesti áleyparin í fótbóltsheiminum. Men tað eru sera fáir, sum eru vandamiklari, staðfesti Souness.
Sigurin hjá Newcastle bar við sær, at Souness og felagið enn liva í Europeiskuk vónini. Teir báðir seinastu sigrarnir hava lyft liðið upp á 10. plássið á stigatalvuni, og við bara fimm stigum upp til europeisku sessirnar, kann framvegis alt henda.
Og fyrst og fremst kann Souness takka Owen fyri hesum.