Í 1996 vóru 4.272 fangar avrættaðir í 39 londum. Hetta eru tey, ið Amnesty International skrásetti, men veruliga talið er nógv hægri. Sama ár vóru 7.107 deyða-dømd í 76 londum. Her er Kina hin stóri syndarin við heilum 3.500 avrættingum. Skoytast kann uppí at USA var einasta land í Vestur-heiminum, ið avrættaði fólk. Øll hini londini í Vesturheiminum eru antin heilt hildin uppat við deyðarevsin ella hava ser-ligar lógir, ið einans umfatar deyðarevsing í krígstíð. Skoytast kann uppí, at Belgia formliga bannaði deyðarevsing fyri øll lógar-brot í august 1996, men í veruleikanum eru ongar avrættingar farnar fram síðani 1863, tó eru heims-kríggini bæði undantøk. Hetta er tað 58. landið, ið heilt avskaffar deyða-revsing, hetta er meir enn helvtina meir enn tað var fyri einans 15 árum síðani. 15 onnur lond avskaffaðu deyðarevsing í 1996, tó eru serlig undantøk, m.a. krígs-brotsverk. Umframt hetta eru í minsta lagi 27 onnur lond/øki, ið verða roknaði, sum um tey høvdu avskaffa deyðarevsing, ið og við at ongin er avrættaður í meir enn tíggju ár/ella høvdu bundið seg altjóða ikki at fremja deyðarevsingar.
Avrættingarhættir
Í USA eru, sum nevnt 5 av-rættingarhættir, men aðra-staðnis eru avrættingarnar mangastaðnis nógv harð-ligari, umframt áðurnevndu fimm skulu nakrir nevnast afturat her. Í kina verður hin deyðarevsaði sýndur fram alment og avrættaður al-ment. Hetta verður annars nýtt í sera nógvum londum. Deyðarevsing verður ofta nýtt til at burturbeina po-litiska mótstøðu ella at fyribyrgja brotsverkum. Treyðugt so vísur tað seg, at hetta ikki er so ?effek-tivt,? sum stjórnirnar vilja hava tað at vera.
Steinaðar til deyða
Steining er ein av avrætting-arhættunum, ið verður nýtt í Iran og tí muslimska heim-inum sum heild. Hesin hætt-ur tryggjar at viðkomandi ikki doyr skjótt av einans einum steini. Iranska revsi-lógin sigur soleiðis: ?Við revsing sum steining til deyða, eiga steinarnir ikki at verða so stórir, at við-komandi doyr av einum ella tveimum steinsløgum; Teir eiga heldur ikki at vera so smáir, at teir ikki kunnu metast verða steinar.? Ein sjónarvátti til eina steining-ar avrætting greiðir soleiðis frá: ?Lastbilurin lessaði hópin av smáum og stórum steinum á grundina, síðani vóru tvær kvinnur, førdar til staðið. Hesar vóru í hvítum kjólum við sekkjum yvir høvdinum... tær vóru undir-dýktar við steimum og umskapaðar til tveir reyðar sekkir... Tær illa løstaðu kvinnurnar duttu á jørðina, og hermenn knústu høvur teirra við einum spaka, fyri at vera fullvísur í, at tær vóru deyðar.?
Blóðtøka
Í Irak vóru í árunum 82 - 83 um 1000 deyðadømd, ið vóru koyrd á skurðdeild og síðani var alt blóðið tikið úr kroppum teirra. Blóðið var síðani sent til irakiska blóðbankan. Hesar avrætt-ingarnar tryggjaði trygdar-løgreglan úr høvuðsdeildini í Bhagdad.
Vissa er eisini um fleiri lond, ið spakuliga skjóta fangar til deyðis. Fyrst verð-ur t.d. skotið eftir beinunum síðani allan vegin uppeftir inntil viðkomandi, eftir fleiri skotum, doyr.
Hópavrættingar
Hópavrættingar er eisini eitt kent fyribrigdi. Ofta verða tey, ið skulu avrættast sett at grava eina grøv. Tá hetta so er liðugt verða øll sett eftir rað frammanfyri grøv-ina og síðani skotin. Slíkt hendur ofta, men er tað kanska sersstakliga nýtt undir krígsstøðu.
At fólk knappliga hvørva er eisini ein avrættingarhátt-ur hjá nógvum stjórnum, ið vil basa politiskum ófriði. Hetta rakar serstakliga mannarættindastríðsfólk og politiskt virknum, har fólka-ræðið ikki er fullfíggjað.
Hvat kann gerast
Men óansæð hvussu ó-menniskjaligar avrættingar eru, so kann eingin avrætt-ing verjast. Ein avrætting er ein avrætting, hvørt tú verð-ur steinaður til deyðis ella fært eina deyðiliga inn-spræning. Avrættigar kunnu ikki verjast, tí er neyðugt at umheimurin letur eyguni upp og fer at arbeiða ímóti einum heimi uttan deyða-revsing og avrættingar. Mannarættindabólkar sum Amnesty International hava globalt gjørt eitt ódnarátæk, hetta sæst m.a. aftur í, at tað í meðal er meir enn eitt land um árið, tey siðstu 20 árini, ið avskaffar deyðarevsing. Serstakliga vit í ?humana? Vesturheiminum kunnu ávirka, - tí átti hetta verið gjørt. Tíanverri, sum eisini er nevnt aðrastaðnis, koma fíggjarviðurskiftini alt ov ofta framum mannarættindi. Lond aftra seg við at sank-tionera onnur lond, um hetta kann raka fíggjarliga. Hesin hugburður má og eigur at verða sleptur. Jørðin skal jú eitast verða fyri øll. Karm-arnir um mannarættindi hevur ST sett, latum virka framímóti at hetta skal ger-ast veruleiki í orðsins fulla týdningi.