Bygdirnar lupu avstað

Havnarfeløgini, sum í fjør taptu til saman fimm ferðir og sum tað aftur í ár verður roknað við fara at teljast millum favorittarnar, taptu bæði

1.UMFAR

Líkindini vóru góð, tá ið sjøtul varð settur á fyrstu landskappingina, sum fer at fevna um 27 umfør. Mál vórðu skorað í øllum uppgerðunum, og í trimum av fimm støðum vóru tað útiliðini, sum fingu fulla úrtøku.
Í fjør varð HB meistari, og B36 vann silvurmerkini. Í ár hevur verið og verður roknað við, at havnarfeløgini aftur fara at vera við til at mynda oddastríðið. Felags fyri tey bæði stóru í Gundadali var, at tey einki fingu burturúr fyrsta umfarinum. HB tapti 4-3 í Klaksvík, og B36 tapti 1-0 í Gundadali ímóti NSÍ. Harvið vóru tað bygdirnar, sum tóku fyrstu stikkini, og tað kundi boða frá, at talan kanska fer at verða um fjøltáttaða kapping, tí tað er neyvan ivi um, at bæði B36 og HB skjótt fara at fóta sær. Havnarfeløgini hava í hvussu so er tilfarið til tað.
NSÍ plagar viðhvørt at gera ein vørr í Gundadali. Men tað er ikki komið so ofta fyri, at teir hava fingið fult ímóti B36. Hesi seinastu tíggju árini eru teir bara eina ferð farnir til hús aftur við øllum, eftir at teir hava vitjað árstalsfelagið. Tað var í 2002, tá ið teir vunnu 3-1, og afturi í 1988 vunnu teir 1-0.
HB hevur oftari verið omaná í Klaksvík, enn heimaliðið hevur verið tað. 4-3 sigurin sunnudagin var bara tann næsti hjá KÍ á heimavølli ímóti HB seinastu tíggju árini og tann tann fyrsti síðani 2002. 4-3 hevur úrslitið millum javnaldrarnar ikki verið í Klaksvík síðani tiltikna brakið í 1969, tá ið klaksvíkingar eftir lítlum hálvum tíma vóru frammanfyri við fýra málum, og HB fram ímóti dystarenda - uttan at tað eydnaðist - stríddist fyri at javna.
Felags fyri KÍ og NSÍ er, at limirnir fyri stuttum á aðalfundum hava verið vitni til ikki serliga hugalig botntøl í roknskapunum. At tað nú hilnaðist væl í fyrsta umfarinum í landskappingini fer ivaleyst at hava við sær, at áhugin fyri at vera eygnavitni til heimadystirnar fer at verða stórur. Í 2. umfari, sum er á skránni næsta sunnudag, skal KÍ aftur spæla á heimavølli, tá ið VB fer til Klaksvíkar. NSÍ áskoðararnir skulu enn eina ferð í Gundadal, har HB bíðar.
Í fjør tapti HB bara eina ferð. Tað var í fyrsta umfarinum, tá ið Skála vann 3-1 á heimavølli. Ta ferðina varð stórt spurnartekin sett við førleikan hjá HB, tí Skála plagdi at teljast millum botnliðini. Sum árið í fjør leið, setti HB turboina frá, og teir taptu ongantíð aftur.
Skálamenn staðfestu, at teirra lið var alt annað enn botnlið. Teirra lið var fram til summarsteðgin oddalið í bestu deildini, og 2. páskadag tóku teir táttin frá fyrra partinum av farna kappingarárinum uppaftur. Við knúsandi stórsigri á TB er Skála fyrsta oddaliðið nakrantíð í Formula deildini.
TB er uppflytari, og úrslitið í fyrsta umfarinum kundi bent á, at tað hjá teimum, sum tað oftast er tað hjá uppflytara liðunum, verður stríð fyri at halda tørn um plássið í bestu deildini. Í fjør slapp ÍF undan beinleiðis niðurflyting, og tey eru ivaleyst fleiri, sum hava roknað við, at ÍF aftur í ár skuldi stríðast í botninum. 1-0 sigurin í Vági og harvið endurtøkan av úrslitinum í steypakappingini næstsíðsta vikuskifti kundi bent á, at ÍF ikki ætlar sær støðugt at halda til niðanfyri strikuna. Hvussu tað verður hjá VB er opin spurningur. At teir einki fingu burturúr á heimavølli ímóti ÍF kom sjálvandi sera illa við.
ÍF verður á heimavølli í 2. umfari, tá ið teir fara at fáa vitjan av GÍ. Gøtumenn hava seinastu fjórðings øldina verið omaná í stríðnum við grannarnar innanfyri Eiðið. Í fyrsta umfarinum tapti GÍ á heimavølli, so teir fara at vera ikki sørt sperdir, nú teir skulu til Fuglafirðar.
GÍ, sum í fjør endaði á áttanda plássinum, hevði í fjør trupulleikar av EB/Streymi, sum vann 3-1 í Gøtu og á Mølini var úrslitið 1-1. Sundalagsmenninir vóru í fjør leingi bragdligir, men so duttu teir niður um miðstrikuna. Teir hava ongantíð vunnið heiðursmerkir, og tað er framvegis langt á mál, men útisigurin hesa ferð gevur sjálvandi blóð á tonna. Sunnudagin fáa teir vitjan av hinum stjørnuskotinum og næstu fótbóltsgrannunum, sum eru á Skála.
At kappingin er long ber við sær, at tað framvegis er ein rúgva av stigum at spæla um. 26 umfør eru framvegis fyri framman, og tað vil siga, at tað fer at bera til at vinna í mesta lagi 78 stig afturat. Hesin veruleikin ger eisini, at tað ikki longur er so at siga nøkur skandala at missa okkurt stigið. Tað kunnu tey, sum í fyrsta umfarinum einki fingu burturúr, troysta seg við, og hjá øllum feløgunum er tað sjálvsagt greitt, at tað eru 26 strævin leikumfør fyri framman.