Skerdir suðuroyingar móti sterkum sandoyingum

Birgir Jørgensen er leikbannaður. Magnus Tausen er leikbannaður, og tað sama er Birni Kjærbo. Dyggur smeitur hjá liðnum, sum hevur tapt sjey dystir á rað og liggur aftast í deildini. Tí er tað ein uggi, at Evrard Ble er við aftur, tá sterku sandoyingarnir, sum hava allar mans tøkar, vitja sunnudagin

Ársins fyrsta landskappingardyst vann VB/Sumba á uppflytarunum AB. 1-0 var úrslitið og málið gjørdi Jón Krosslá Poulsen.

– Hetta er besta byrjanin, vit hava fingið í fimm ár, segði fegni málskjúttin, Jón Krosslá Poulsen, sum eisini staðfesti týdningin av at fáa stig. Síðani hevur VB/Sumba ikki fingið eitt einasta stig aftrat, og tað harmar Jón Krosslá Poulsen.

– Tað er øgiliga strævið og menn skeldast lætt í slíkum støðum, tá tað ikki sær so gott út, sigur ársins fyrsti málskjútti hjá VB/Sumba í ár.


Felagslið fyri alla oynna

VB/Sumba hevur bara skotið seks mál í ár og hevur latið 23 ígjøgnum. Teir eru liðið, sum hevur skorað fæst mál, men og latið flest ígjøgnum, og hetta hevur fingið fólk at tosa.

– Fólk tosa meiri og meiri um eitt lið fyri alla Suðuroynna. Vit liggja sjálvir í botninum á Formuladeildini, og næstbesta liðið í oynni liggur á fimta plássi í 1. deild. Hetta er ikki nóg gott, og sjálvur haldi eg bara tað hevði verið positivt, um alt varð lagt saman í eitt lið, tí so nógv fólk hava vit heldur ikki at taka av í oynni, metir Jón Krosslá Poulsen.


Ikki mist móti

Men fyribils má Jón Krosslá Poulsen og restin av liðnum hjá VB/Sumba fyrihalda seg til beiska veruleikan um, at teir liggja aftast í deildini. Hetta kann tó síggja øðrvísi út, tá vikuskiftið er av.

– Ja, tað er heilt víst, at vit fara eftir øllum trimum stigunum. Trý stig er eitt krav, tað er einki sum eitur. Tað mugu vit fáa, og vit merkja eisini trýst frá øllum síðum, sigur hann, sum slær fast, at teir á ongan hátt hava mist móti á liðnum.

– Vit hava ovmikið at kempa fyri, og tað er nógv eftir at landskappingini enn, vísir Jón Krosslá Poulsen

Optimisman livir sostatt enn í hópinum, men tað kemur dátt við hjá teimum, at tríggir leikarar hava fingið leikbann.

Birgir Jørgensen, Martin Tausen og Birni Kjærbo fingu allir sítt fimta gula kort í ár móti EB/Streymi og mugu tí sita yvir hetta vikuskiftið.

– Men Evrard Ble hevur vant í vikuni, og verður við í hópinum sunnudagin. Tað er eitt øgiligt pluss fyri okkum, sigur Jón Krosslá Poulsen, sum bæði vónar og væntar, at teir vinna á B71 sunnudagin.


B71 roynir altíð at vinna

Men tað ætlar B71 so sanniliga eisini.

– Nú vil eg ikki ljóða hástórur, men eg haldi vit royna at vinna hvønn dyst, vit spæla, sigur Eli Hentze hjá B71 og heldur áfram.

– Eg haldi eisini, at vit í tí stóra og heila kunnu vera hampiliga vælnøgdir. Tann einasti dysturin, sum hevur verið fullkomiliga miseydnaður, var tann á Skála, sigur hann.


Avskrivaðir av øllum

B71 tapti fyrsta dystin í ár. Tað var móti NSÍ, men vikuskiftið aftaná stóðu teir fyri higartil mest óvæntaða úrslitunum í ár, tá teir rætt og slætt eyðmýktu meistararnar HB í Gundadali og vunnu við trimum málum móti ongum. Vikuna aftaná fingu teir javnt móti KÍ, 22. apríl vunnu teir á AB, og eina viku seinni spældu teir javnt ímóti GÍ. Síðani hevur liðið tapt tveir dystir á rað og er yvirhálað av Skála, men hevur tó framvegis GÍ, AB og VB/Sumba aftan fyri seg. Eitt sindur óvæntað, at teir liggja so frægt fyri sum teir gera.

– Lagið er gott í Sandoy. Ikki ein kjaftur gav okkum nakran sum helst møguleika, tá árið byrjaði, men nú eru átta dystir farnir og hygg hvar vit liggja, sigur Eli Hentze, sum eisini vísir á orsøkirnar til góðu úrslitini.

– Frá 2001 og fram til í fjør, legði felagið seg eftir at geva okkara egna fólki loyvi at menna seg. Stillisliga hava ungu menninir fingið fleiri og fleiri minuttir, og teir bera felagið í dag, sigur Eli Hentze og reksar nøvn sum Símun Rógvi Hansen, Magnus Olsen og Rógvi Nielsen upp saman við fleiri øðrum.


Fegnast um Ble

Eli Hentze sigur, at B71 fer eftir sigrinum móti VB/Sumba, men heldur ikki at tað ger teirra uppgávu lættari, nú VB/Sumba vantar tríggjar leikarar.

– Nú havi eg spælt fótbólt so leingi, og persónliga vil eg siga, at mær dámar fult so væl møta fullmannaðum liðum. Vit mugu altíð fyrireika okkum uppá at møta fullmannaðum liðum, tí annars kann tað kiksa. So persónliga hugsi eg ikki um hvør manglar, hvussu veðrið og hvør dømur, sigur Eli Hentze, sum bara fegnast um, at Evrard Ble er við aftur hjá VB/Sumba.

– Jamen, tað gleðir meg, tí hann er ein frálíkur bóltspælari, sigur Eli Hentze.