innfyri og bólturin fór framvið trimum verjuspælarum, og hitt seinna var frágera hegnisligt. Fyrst varð skift diagonalt úr vinstru til Una Arge, sum var púra leysur. Toppskjúttin tamdi og dró, og tá málverjin [...] rann frá verjuni og umvegis annan stólpan smekkaði í kassan, og so var tað Ingi Hansen, sum eftir horna í høgru og nakrar ferðir aftur og fram úr spískum smekkaði upp í handara síðunetið. Og toftamenn høvdu [...] vøllinum. Tað varð tikið skjótt og langt fram til Una Arge, sum var illa eftiransaður. Hann tamdi á brotsteigarmarkinum og smekkaði við vinstra beini flatt og dygst úti við stólpan. Og so var liðugt í fyrra umfarinum
Somuleiðis hanga stórar glerpípur undan loftinum og tað er til stóran vanda fyri bilar og ferðandi. -Gjøgnumtrekkurin er vánaligur og tí verður nógv gass og vánaligt sýni í tunlinum, tá ið ferðslan er nógv [...] umstøðurnar í Hvalbiartunlinum. Og úrslitið av teimum kanningunum er skakandi. - Tunnilin lýkur ikki fleiri av teimum trygdarkrøvum, sum í dag verða settir til tunlar og og tað setir fleiri fólk enn neyðugt [...] siglingina hjá Smyrli, bingo ella aðrar hendingar og onnur tiltøk, hendir tað seg javnan at steðgur kemur í ferðsluna í tunlinum og tá er tað heilsuskaðiligt, og í ringasta føri lívshættisligt, at vera inni
tað góða og positiva, hann hevði hoyrt onnur siga um pávan, - hansara nærvera og hansara persónligheit. -Hann var til stóran íblástur fyri okkum øll, í tí hann segði og soleiðis sum hann var. Og hann vísti [...] hesa spennandi vitjanina. Og sum vera man vóru tíðindafólk og myndamenn í hópatali til staðar. Øll bíðaðu tey eftir at pávin skuldi koma innar, og tí var ein ávísur nervøsitetur og spenningur í kirkjurúminum [...] Norðurlondum og skuldi nú hava gudstænastu á hesum staði. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, bæði tíðindafólkum og fólki, ið vóru komin til hesa hátíðargudstænastuna. Endiliga er pávin her, og skráin fyri
eru mong. Ferðslutrygd og løgregla: Eitt misskilt parlag Ferðslutrygd og løgregla skulu ikki ganga og leiðast sum gomul hjún. Ta kensluna fær ein annars, tá ið tey sita í miðlunum og geva hvør øðrum rætt [...] hava tey ábyrgdina av veganetinum, sum, um tað varð gjørt við trygd og trivnaði fremst í huga, hevði spart Føroyum bæði lív og løstir og ikki minst Ferðslutrygd almikið høvuðbrýggj. Hans Hansen, háttvirdur [...] har vit og skil sleppa at liva og anda frítt. Eitt er undir øllum umstøðum greitt: Nógv vanlig fólk í Føroyum tíma ikki longur at taka ímóti hesum afturvendandi hamarshøggunum, sum stovnar og myndugleikar
Bókin verður endurskoðað og víðkað. Her kemur aftur orðið ”ætlar” frá Føroya Fróðskaparfelag, og so bráðnar alt. Men henda orðabók hevur eisini verið ávegis í meira enn 10 ár, og enn hevur eingin sæð nakað [...] noyddur at spyrja Petur Petersen, aðalstjóra, og nú Martin Næs, deildarstjóra, í Mentamálaráðnum og Orðabókagrunnin, 1) hvussu nógvar 100.000 krónur yvir 1 milljón, og í øðrum lagi 2) hvussu nógv er latið í stuðli [...] sømdir sum hinir? Td. Ulf Timmermann, Johnny Thomsen og Hjalmar Petersen. So nú er bert ein møguleiki eftir, og tað er Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, og har kemur mín greinarøð væntandi at enda.
eitt nú wc, køk og tann stóra salin, sum fólk plaga at sita í. Og teir ivast heldur ikki í, at bowling fer at vera líka væl umtókt í Suðuroy, sum tað er alla aðrastaðni í Føroyum og í øðrum londum. Teir [...] bowlinghøllini í Havnini og nú er eisini bowlinghøll latin upp í Leirvík. Men gongst sum ætlað, verða tað ikki so nógvir mánaðir, so letur eisini triðja bowlinghøllin upp í Føroyum- og hon verður á Tvøroyri [...] fyrireikingarnevndini, Finn Thomsen, Ronnie Midjord og Jóan Petur Olgarsson, siga, at arbeitt verður við fleiri møguleikum, men tað, sum liggur fremst í kortunum í fyrstu syftu, er at byggja upp í TB-Húsið
fekk í síðstu viku ein lítlan skaða í lærið, og tað varð sagt at vera orsøkin til, at Todi ikki var við í Viborg. At tað gongur upp og niður í fótbólti, og at tað ofta kemur fyri, at ein spælari, sum hevur [...] álopsspælarin leygardagin hevði heiðurin og álitið at vera liðformaður. Vanligi liðformaðurin í FCK, Christian Lønstrup, hevur verið skaddur og var á beinkinum, og Peter Nielsen, sum hevur verið liðformaður [...] handara stólpan var Peter Møller leysur og smekkaði til. Í 67. minutti økti Peter Møller til 3?0. Eftir innkast í høgru og eitt tvey samanspæl millum Thomas Røll og Jörgen Pettersson varð Peter Møller púra
greiða yvirvág, og teir vunnu eisini so trygt sum 25-12. Sum tíðin gekk, sóu teir í Fleyr, at hetta settið var tapt, og tað var sum um teir bara vildu hava tað av vegnum, so tað fimta og avgerandi settið [...] harav tríggir á útivølli og tveir av teimum móti liðum, sum lógu og enn liggja omanfyri teir á stigatalvuni. Tað kann vera ómetaliga ringt at spæla móti einum liði, sum hevur viðrák, og tað hevur Fleyr havt [...] monnum endaði leygardagin við einum fínum dysti millum havnarliðini bæði Fleyr og Fram. Tá avtornaði hevði Fleyr vunnið 3-2, og tað var sjálvt um Fram hevði vunnið flest bóltar í dystinum - 102 móti teimum
haldi eg, at tað eigur at verða gjørt skjótt, og hesin eigur at byggja á kunnleikan og fólkini, ið longu eru á økinum. Øll stór stig verða fyrst tikin í tí smáa og so kann byggjast omaná alla tíðina. Eg dugi [...] Centre og møguleikarnar stovnurin letur upp fyri. Lillemor Jernquist hevur havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, stovnsleiðarar, læknar, fysioterapeutar og foreldur [...] kann veita øllum teim ymisku bólkunum, ið hava tørv á viðgerð og venjing, tænastu. - Ynskini eru nógv, og tað eru eisini mótstríðandi áhugamál og spenningar, ið gera seg galdandi. Men soleiðis er tað altíð
gransking og útbúgving, frí fosturtøka og skrásett paralag á lofti. Teir vóru samdir um, at vit eru eftirbátar í altjóðagerðini. Teir vóru samdir um, at gransking tí skal raðfestast høgt og samskipast [...] vóru teir báðir samdir - og samdir um, at okkurt skal gerast, men at einki ítøkiligt er at gera fyribils á hesum økinum, tí føroyska samfelagið er stirvið og konservativt, og aðrir politikarir blokera [...] Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg skullu í felag skapa ein miðdepil, tí ES er konstruerað til stór lond á meginlandinum. Hetta krevur tó, at Føroyar og Grønland eru sjálvstøðug, og so vóru vit aftur í, at