Flogbóltur
Grundspælið í meistaradeildini hjá monnum endaði leygardagin við einum fínum dysti millum havnarliðini bæði Fleyr og Fram. Tá avtornaði hevði Fleyr vunnið 3-2, og tað var sjálvt um Fram hevði vunnið flest bóltar í dystinum - 102 móti teimum 96 hjá Fleyr. Men tað kunnu teir í Fram ikki brúka til so nógv annað enn, at tað var ein sera javnur dystur, sum kundi farið báðar vegir.
Fyri kappingina gjørdi tað einki, at Fleyr vann. Nú stigini verða koyrd í helvt, eru Fram og SÍ fremst við seks stigum, meðan Fleyr er beint í hølunum á teimum við fimm. Við øðrum orðum er lagt upp til eina sera spennandi kapping hjá monnunum, har trý lið síggja út til at hava nøkulunda eins, góðar møguleikar at enda við gullinum.
Skiftust um settini
Dysturin í Gundadalshøllini leygardagin var sum sagt spennandi, men bæði liðini kunnu ivaleyst siga, at tey hava leikt betri dystir enn hendan.
Tað var sum um menn vóru eitt sindur spentari enn vanligt, og tað stóð eisini hampuliga nógv uppá spæl. Umframt tvey týdningarmikil stig var hetta jú eisini ein lokaluppgerð, og í slíkum verður tað ikki altíð pláss fyri tí heilt góða spælinum.
Fyrsta sett bleiv tað javnasta í dystinum. Tað vann Fleyr 25-22, áðrenn liðini síðani vunnu hvør sítt sett 25-19.
Frá byrjan í fjórða setti hevði Fram greiða yvirvág, og teir vunnu eisini so trygt sum 25-12. Sum tíðin gekk, sóu teir í Fleyr, at hetta settið var tapt, og tað var sum um teir bara vildu hava tað av vegnum, so tað fimta og avgerandi settið kundi byrja.
Her kom Fleyr betur frá byrjan og teir hildu seg frammanfyri allatíðina. Við støðuni 14-8 megnaði Fram at bjarga støðuni tríggjar ferðir, men so bar ikki til meir, og Fleyr vann 15-11.
Fýra sigrar á rað
Tað skilst á lagnum, at teir í Fram ikki hava verið so raskir at venja í seinastuni, og um vit skulu leita eftir orsøkum til tapið leygardagin, man hetta vera ein av teimum. Eftir hvat skilst var støðan nøkulunda tann sama í fjør, tá tað gekk væl í byrjanini, men tá so menn fóru at slaka undir venjing, dragnaði liðið so líðandi.
Hjá Fleyr spældi hevarin Klæmint Isaksen betri enn mótparturin hjá honum hinumegin netið, Pascu Øster, serliga í byrjanini. Rúni Weihe er altíð ein hóttan hjá Fram, men tá hevarin ikki spælir so væl, verður tað skjótt trupult í álopspartinum.
Sigurin hjá Fleyr skal kanska eisini síggjast í ljósinum av, at teir hava riðið á einum aldukambi í seinastuni. Fýra dystir á rað eru vunnir, harav tríggir á útivølli og tveir av teimum móti liðum, sum lógu og enn liggja omanfyri teir á stigatalvuni. Tað kann vera ómetaliga ringt at spæla móti einum liði, sum hevur viðrák, og tað hevur Fleyr havt, síðani venjarin varð skiftur út.