Bowling
At bowla hevur vundið rættiliga uppá seg í Føroyum seinastu árini. Tað byrjaði við bowlinghøllini í Havnini og nú er eisini bowlinghøll latin upp í Leirvík.
Men gongst sum ætlað, verða tað ikki so nógvir mánaðir, so letur eisini triðja bowlinghøllin upp í Føroyum- og hon verður á Tvøroyri.
Ein nevnd undir Tvøroyrar Bóltfelag hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika eina bowlinghøll á Tvøroyri og ætlanirnar eru nú komnar so mikið áleiðis, at um 2-3 vikur verður eitt ítøkiligt uppskot lagt fyri nevndina í TB at taka støðu til..
Teir tríggir í fyrireikingarnevndini, Finn Thomsen, Ronnie Midjord og Jóan Petur Olgarsson, siga, at arbeitt verður við fleiri møguleikum, men tað, sum liggur fremst í kortunum í fyrstu syftu, er at byggja upp í TB-Húsið niðaneftir, tí har ber til at gera eina bowlinghøll við seks banum, sum er tað best hóskandi støddin.
Ítrótt fyri alt húskið
Ætlanin er, at bowlinghøllin skal vera eitt fíggjarligt íkast til TB og tí skal hon rekast á vinnuligum grundarlagi, siga teir.
Og teir halda, at tað eru rættiliga góð útlit fyri at tað fer at bera til at fáa eina slíka bowlinghøll at kasta nakað av sær. Teir siga, at av tí, at ætlanin er at byggja upp í TB-Húsið, fer tað at gera íløguna lutfalsliga bíliga, tí so ber til at brúka ymsar hentleikar, sum longu eru í TB húsinum, eitt nú wc, køk og tann stóra salin, sum fólk plaga at sita í.
Og teir ivast heldur ikki í, at bowling fer at vera líka væl umtókt í Suðuroy, sum tað er alla aðrastaðni í Føroyum og í øðrum londum.
Teir vita eisini um meiri enn einaferð, at heild ferðaløg eru av suðuroyingum eru farin norður til Havnar at bowla.
Bowling hevur tann fyrimunin framum flest øll onnur frítíðarítriv, at tað er nakað, sum alt húskið kann vera saman um á jøvnum føti. Í bowling hevur tann 12 ára gamli góðan møguleika at geva pápanum bank og har hevur konan eisini ein veruligan møguleika at smyrja mannin av....
Umframt eina bowlinghøll, er ætlanin at gera eina matstovu í TB-Húsinum, har eitthvørt skal kunna fáast til matna og teir siga, at tað kann eisini væl vera, at teir fara at søkja um loyvi til at skonkja øl og vín.
Hetta verður so eitt tilboð afturat til suðuroyingar og til tey ferðafólk, sum leita sær hendavegin.
Gongur sum ætlað, kann ein bowlinghøll standa á Tvøroyri umleið eitt hálvt eftir, at tað er samtykt at fara ígongd. men nær farið verður ígongd, veldst alt um, hvat nevndin í TB sigur til uppskotið, sum fyrireikingarnevndin hevur at leggja fram um 2-3 vikur.
TB eigur tað mesta lendi omanfyri TB-Húsið, men neyðugt verður at keypa eitt lítið stykki frá privatum og tekur nevndin undir við ætlanini, verður farið í samráðingar við eigaran um lendi.