HB spælir fyri møguleikanum

Fótbóltur: HB vann á B68, sum aftur fekk mann útvístan

1. deild menn:

B68-HB 2-5 (0-4)


HB hevði framvegis møguleikan at vinna FM heitið, tá teir komu inn á Svangaskarð. Teir útinntu sín setning væl og virðiliga, men teir ásanna, at tað skal vilja meiri enn illa til hjá grannunum, um teir ikki skulu vinna FM heitið.

HB hevði ikki sørt av viðhaldsfólki við á Svangaskarð. Tað eru tey, sum framvegis í hvussu so er vóna, at tað skal eydnast at vinna FM, og so var tað sjálvandi hugaligari at vera á Svangaskarði og síggja HB vinna, enn tað hevði verið at sitið í Gundadali og kanska verið eygnavitni til, at B36 vann FM!


Toftamenn vóru gestablíðir

HB spælararnir høvdu rættan hugburð. Teir stríddust fyri møguleikanum at vinna og at vinna nógv, og teir arbeiddu leingi væl fyri hvørjum øðrum.

Men at teir komu á odda 5-0 komst eisini av, at vertirnir vóru ógvuliga lítið avgjørdir í verjupartinum.

HB kom á odda, tá 13 minuttir vóru farnir, og talan var allan vegin ígjøgnum um gávu frá heimaliðnum. Fyrst varð málspark sent út fyri føturnar á Andrewi av Fløtum, sum fyrsta tíman var í álopinum saman við Una Arge. Ungi maðurin streyk ígjøgnum eitt sindur til vinstru, sendi flatt innfyri, har verjuspælarin Signar Johannesen var frammanfyri Una Arge, men var so óheppin at sparka flatt í málið hjá Kjartani Nesá.

Tað gekk hampuliga javnt á úti á vøllinum stóran part av fyrra umfarinum. Á B68 miðvøllinum arbeiddi Abraham Hansen enn eina ferð sera nógv, og onkra ferðina var um reppið, at B68 fekk mál. Eyðfinn Olsen kom eftir tíggju minuttir ígjøgnum í vinstru, men í staðin fyri at royna seg ímóti Bárðuri Johannesen ? var í málinum fyri Kaj Leo Johannesen, ið fór av landinum leygardagin ? tá hesin leyp út, spældi vongverjin uppá tvørs, og bólturin var ikki nóg neyvur hjá Súna Fríða Johannesen, og miðskeiðis í fyrra umfarinum kiksaði rangstøðufella hjá annars trygga Jan Dam. Ta ferðina var aftur um reppið, at Súni Fríði Johannesen fekk mál.

HB hevði fleiri møguleikar, serliga tá Allan Mørkøre streyk ígjøgnum í høgru, men tá teir fingu trý mál síðstu løtuna av fyrra umfarinum, var hvørja ferð talan um stak vánaligt verjuspæl hjá toftamonnum.

39 minuttir vóru farnir, tá HB fekk fríspark mitt á vøllinum. Tað varð tikið skjótt og langt fram til Una Arge, sum var illa eftiransaður. Hann tamdi á brotsteigarmarkinum og smekkaði við vinstra beini flatt og dygst úti við stólpan.

Og so var liðugt í fyrra umfarinum ? hildu áskoðararnir og eftir øllum at døma eisini B68 spælararnir. Men dómarin legði fimm minuttir afturat vanligu leiktíðini, og hesa eyka tíðina brúkti HB til at skjóta tvey mál afturat.

Hitt fyrra skoraði Rúni Nolsøe, eftir at Allan Mørkøre hevði lagt flatt innfyri og bólturin fór framvið trimum verjuspælarum, og hitt seinna var frágera hegnisligt. Fyrst varð skift diagonalt úr vinstru til Una Arge, sum var púra leysur. Toppskjúttin tamdi og dró, og tá málverjin kom út, sá tað út, sum Uni ætlaði at smekka til, Kjartan tveitti seg, og so varð bólturin lyftur í bleytum boga uppum hann.


Hugsanirnar

vóru í Gundadali

Størsti fagnaðurin bæði á og uttanfyri vøllin á Svangaskarði var kortini, tá tað stutt fyri hvíldina hoyrdist, at NSÍ hevði javnað í Gundadali.

HB var eitt sindur dovið seinna umfarið, men tað kom ongantíð spenningur í, og tí var útvarpingin í Gundadali alla tíðina tað, sum størsti spenningurin var um.

Tað vóru bara fimm minuttir farnir av seinna umfarinum, tá HB økti til 5-0, og harvið gav til kennar, at talan kundi gerast um rættiligt sorl. Aftur hesa ferð var talan um gávu frá heimaliðnum. Eftir langt skift sá tað út, sum um bólturin var á veg út av vøllinum í vinstru. Stríðsmaðurin Ingi Rasmussen fekk fatur á, spældi stutt til Andrew av Fløtum, sum sneiddi ein av, royndi úr spískum, Kjartan Nesá hálvbjargaði, og meðan tríggir verjuspælarar stóðu tætt hjá og hugdu at, hevði Jens Erik Rasmussen góða tíð til at temja og smekka í nettakið.


B68 sá reytt

Á tímanum varð aftasti verjuspælarin hjá B68, Mio, rikin av vøllinum fyri at brúka neyðbremsuna ímóti Una Arge.

B68 vinnur ikki fair play kappingina í ár. Tað hevur leingi verið greitt, men sunnudagin sást, at teir eru í góðari venjing at vera undirmannaðir.

Kanska dovnaði HB nakað, og kanska tað órógvaði nakað, at teir eftir lítlari løtu skiftu tríggjar spælarar út, men tað er eisini ein sannroynd, at heimaliðið skifti gear, og síðsta hálva tíman vóru tað teir, sum vóru meiri nærgangandi. Teir kundu ikki hótta sannførandi HB sigurin, men teir megnaðu at pynta um úrslitið, og tað kann fara at vísa seg gagnligt, tá teir komandi vikurnar skulu stríðast um at varðveita sessin í bestu deildini.

Fyrst var tað Páll Didriksen, sum eftir bólt fram ímillum rann frá verjuni og umvegis annan stólpan smekkaði í kassan, og so var tað Ingi Hansen, sum eftir horna í høgru og nakrar ferðir aftur og fram úr spískum smekkaði upp í handara síðunetið. Og toftamenn høvdu bóltin í málinum eina ferð afturat eftir horna, men ta ferðina segði dómarin, at teir høvdu gjørt fríspark ímóti málverjanum.