ÚTISETAFELAG
Alt bendir á, at tað verður FCK, sum fer at halda vetrarfrí á ovasta plássinum í superliguni. Í fjør var Brøndby fremst, tá farið varð í vetrarfrí. FCK nýtti alt várið at fáa fatur á grannunum. Tað eydnaðist at vinna tey tíggju stigini innaftur, men so kiksaði tað í síðstu løtu í Parkini ímóti júst Brøndby, tá Todi Jónsson tvær ferðir varð snýttur fyri brotsspark. Tað minnast allir fótbóltshugaðir føroyingar.
Nú er FCK oddalið. Teir eru seks stig undan Brøndby. Men Todi Jónsson eigur ikki sama lut í avrikunum, sum hann átti í vár. Leygardagin var FCK í Viborg, men Todi Jónsson var ikki við. Hann fekk í síðstu viku ein lítlan skaða í lærið, og tað varð sagt at vera orsøkin til, at Todi ikki var við í Viborg.
At tað gongur upp og niður í fótbólti, og at tað ofta kemur fyri, at ein spælari, sum hevur verið ímillum teir bestu, eitt skifti er úti í kuldanum, og at ein spælari, sum hevur verið í kuldanum, aftur verður ímillum teir fremstu, er álopsfelagin og kappingarneytin hjá Toda Jónsson, Peter Møller, gott dømi um.
Tá ið FCK í vár hevði nógvan undanvind, vóru tað Todi Jónsson og Sibusisu Zuma, sum vóru álitini í álopinum. Peter Møller, sum FCK hevði keypt úr Spania, varð ikki mettur at vera styrkur, heldur varð tosað um skeiva íløgu. Men í heyst hevur Peter Møller staðiliga víst, at tað framvegis eru mál í honum.
Peter Møller hevur verið sera ágrýtin. At hann hevur havt so góðan hugburð mundi vera orsøkin til, at álopsspælarin leygardagin hevði heiðurin og álitið at vera liðformaður. Vanligi liðformaðurin í FCK, Christian Lønstrup, hevur verið skaddur og var á beinkinum, og Peter Nielsen, sum hevur verið liðformaður síðstu nógvu ferðirnar, var leikbannaður.
FCK vann 3?0 í Viborg, og Peter Møller átti stóran leiklut. Dómarin varð tøldur til at bríksla fyri brotssparki, tá eitt stórt korter var fyri. Peter Møller var farin um koll, men sjónvarpsmyndirnar vístu, at talan var um sjónleik. Thomas Røll umsetti úr ellivu metrum.
Tá ið ein lítil hálvur tími var farin, skoraði Peter Møller til 2?0. Zuma, sum hesa ferð var á miðvøllinum í høgru, legði væl innfyri. Jörgen Pettersson, sum misnýtti fleiri stórar málmøguleikar, var akkurát ov stuttur at røkka innlegginum hjá Zuma, men við handara stólpan var Peter Møller leysur og smekkaði til.
Í 67. minutti økti Peter Møller til 3?0. Eftir innkast í høgru og eitt tvey samanspæl millum Thomas Røll og Jörgen Pettersson varð Peter Møller púra leysur, tá hann skoraði sjeynda málið í hesum kappingarárinum. Harvið er hann annar av toppskjúttunum í superliguni.
Tá knappliga tjúgu minuttir vóru eftir, varð Jörgen Pettersson skiftur út við unga miðvallaran Hjalte Nørgaard, meðan Zuma varð fluttur fram í álopið.
Todi Jónsson hevur ikki enn skrivað undir nýggjan sáttmála við FCK. Felagið er komið við nýggjum sáttmálauppskoti, og Todi dylur ikki fyri, at hann er áhugaður í at halda fram í felagnum, sum hann hevur spælt fyri í fleiri enn fimm ár.









