stórur sigur fyri børnini, at revsirætturin nú er avtikin og at børnini kunnu finna vernd í lógini, sigur Erika Hayfield. Hon vísir á, at fyri tey í Barnabata er hetta enn ein orsøk til, at fara meira miðvíst [...] miðvíst út í samfelagið fyri á tann hátt at ávirka fólk til at hava størri virðing fyri børnum sum heild, sum hon tekur til. - Eg eri skelkað av, hvussu lítla virðing børn hava í Føroyum, og hvussu lágan [...] politikarar hava til børn, og vón mín er, at hetta fær positiva ávirkan á hugburðin til børn sum heild. Valdsjavnvágin millum børn og vaksin her á landi er púra skeiv og børn verða sum heild als ikki tikin í álvara
lítillátin sum altíð, fyri stórfingnu móttøkuna. - Eg vóni ikki, at tað gongur ov long tíð, til eg aftur standi her, segði Pál við einum smíli. Pál kom heim til heimstaðin og fekk virðing og kærleika at kenna [...] Ferðin til heimbygdina Vág byrjaði á Krambatanga. Haðani fylgdu bilar og motorsúkklur honum allan vegin suður til Vágs, har fólk stóðu framvið vegnum og fagnaðu heimkomnu hetjuni, ið vann silvur í EM [...] í VB Húsið. Har vóru røður og gávuhandanir á skránni, umframt kaffi, flottar køkur og sunkist til børnini. Marlon Kjærbo, formaður í SuSvim, handaði Páli Joensen og venjaranum Jón Bjarnason, gávu. Kirstin
landsstýrismaðurin fyri, at skúlin var ikki nógv broyttur hesi seinastu hundrað árini, tí børnini sótu enn fyri tað mesta inni og terpaðu. ? Eg má viðganga, at eg bleiv eitt sindur argur, tí á nógvum skúlum [...] saman til eina eind. Eisini á Tvøroyri gera ikki sørt burturúr at royna øðrvísi leiðir í undirvísingini. Tað seinasta tiltakið í so máta er ein ætlan, sum lærarin, Otto Leo Gram, hevur lagt til rættis [...] lokið verk, høvdu foreldrini rigga til við drekkamunni úti í bønum, so at øll fingu eina kakubita og eina hugnaliga løtu aftaná. Í heyst fara børnini so sjálvsagt aftur út til Froðbiar at taka eplini upp. Men
vaksin uppdagaði nakað. - Eg skilji ikki hvussu tað bar til, at smá børn framdu álvarsom sálarlig brotsverk - og óivað ikki bara ímóti mær - uttan at nakar vaksin legði merki til tað ella gjørdi nakað við [...] vitanina gróðurfesta í lívinum. - Eg skifti arbeiðspláss nakrar ferðir, vildi ikki vitja í Føroyum, vildi ikki síggja familjuna og eg føldi meg hóttan og vónleysan, júst sum eg havi lisið um fyrrverandi fangar [...] Foreldrini hjá mær fluttu til Gøtu og eg byrjaði í øðrum flokki í Gøtu skúla, greiðir Helgi Breiner frá. Tað sum skuldi vera ein flyting til eina friðarliga bygd var byrjanin til eina ræðutíð. Eina ræðutíð
gjørt. Hóast viljin at finna eina ella aðra loysn ikki hevur skortað, hevur niðurstøðan hjá LV hvørja ferð verið, at peningur hvørki er ella verður tøkur til ábøtur ella møguliga breiðking av vegnum í bræði [...] heldur ikki frama. Somu lagnu fekk eisini alternativa uppskotið hjá kaldbaksfólki um at leggja eina gøtu eftir bakkanum, omanfyri vegin. Hinvegin vendu kaldbaksfólk avgjørd tummilin niðureftir til uppskot [...] løgd ein metur ella so inn frá vegjaðaranum í ovara borði, frá býlinginum Inni á Fløtum og út til skúlan. Eg kann í hesum sambandi heilsa og siga, at miðað verður eftir at fara undir arbeiðið skjótast tilber
við sjóverki. - Nú eri eg ikki altíð heima, tá bátastevnur eru, og alt bendir á, at eg heldur ikki verið heima á bátastevnuni í Vestmanna í ár. Men, vit plaga altíð at hjálpa til kortini - antin vit fáa [...] tvíburðar teirra, sum eru drongur og genta á 14 ár, eisini. - Hóast eg fái sjóverk ógvuliga lætt, dámar mær væl í bátinum. Børnini eru heldur ikki serliga sterk á sjónum, og drongurin er ringur av sjóverki, men [...] við at rigga bátin til sigling í summar. Tey eiga ein norsktbygdan bát frá 1978, sum er 9,15 metrar langur og 3,15 metrar breiður - ella ein bátur á 30 fót, sum vit plaga at siga. - Eg keypti bátin í Noregi
dominerandi kynið fer at kúga hitt, soleiðis at tað ikki fær sín tørv nøktaðan, tí gentur og dreingir hava ikki sama tørv og mennast heldur ikki á sama hátt. Børnini sum agn hjá politikarunum Pedagogar sum heild [...] bara tí at teirra barn ikki hevur rætta kyni ella aldur, men tað sum vit síggja er, at tá ið nú børnini hava fingið eitt pláss, byrja foreldrini at seta spurningar og krøv til stovnin og starvsfólkini [...] framtíð, skulu mennast til at gerast ábyrgdarfullir borgarar her í høvuðsstaðnum? 5 ára gomul í vøggustovu Ein onnur avleiðing er sum sagt, at børnini, sum ganga í vøggustovu, ikki sleppa í barnagarð, tá
borgarstjórin ikki uppaftur á kommunuvalinum hin 8. november. Hann hevur sitið tvær setur í bygdaráðnum - og báðar seturnar sum borgarstjóri. - At eg ikki stilli upp aftur, er ikki ein avgerð, sum eg havi tikið [...] tikið nú um dagarnar. Tað er nokso langt síðan, at eg tók hesa avgerð eftir hesi átta árini sum borgarstjóri. Um eg vendi aftur til kommunalpolitikkin einaferð seinni, fer tíðin at vísa, sigur Dánjal Petur [...] Müller, sum vísir á, at ein avtøka av ansingargjaldinum svarar til umleið eitt skattaprosent, og bygdaráðið valdi heldur at stíla henda lætta til smábarnafamiljurnar enn at fremja eina generella skattalækking
við lívi í aftur. Eg dugi ikki at síggja, hví tjørnin skal gerast til børn. Tað eru tjarnir og vøtn ikki gjørd til aðrastaðni. Vit skulu heldur gera tað onkra aðrastaðni til børnini. Og skal eisini uppslag [...] at liggja undir, tá nógvur vindur er á tjørnini. So eg og fleiri við mær meina, at tað er burturspilt arbeiði. Fyri tað fyrsta, so kemur sandurin ikki at liggja, tí er pálandsvindur á vatninum, so veit [...] burturvið, at hugsa um sovorðið. Tí tjørnin verður oyðiløgd. So koma vit til sílini, tey skulu út aftur í tjørnina. Men eitt veit eg, at kemur sandurin sum tað verður tosað um so hava hvørki síl ella villdunnur
hansara næstringar, ikki minst fyri børnini. - Onkur heldur, at politikarar hava harða húð, men vit eru ikki øðrvísi enn onnur fólk, leggur hann afturat og skuldsetingar av hesum slagi fara ikki bara undir húðina [...] hann hevði einki val enn at fara í rættin við málinum. Eg royndi at enda málið við at halda tíðindafund, har eg legði skjølini fram, men tað hjálpti ikki og tí var einki val uttan at lata rættin tala. - Eftir [...] Niclasen sigur, at hansara ynskið er nú, at miðlarnir hugsa seg betri um, áðrenn teir aftur taka fólk til viðgerðar tí slík viðgerð er alt annað enn hugalig.