Hetta hevur verið øgiliga hart

Nógv halda, at politikarar hava harða húð, men vit eru ikki øðrvísi enn onnur

Hetta hevur ein ógvuliga hørð tíð!

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Á miðdegi varð greitt, at hann vann sakarmálið ímóti fýra fjølmiðlafólkum, har hann var lagdur undir at hava snýtt í tolli.

Hann stevndi fyri ærumeiðing og nú hevur Føroya Rættur givið honum fult viðhald.

 

Les eisini: Jørgen Vann

 

Jørgen Niclasen sigur, at hann hevði einki val enn at fara í rættin við málinum. 

Eg royndi at enda málið við at halda tíðindafund, har eg legði skjølini fram, men tað hjálpti ikki og tí var einki val uttan at lata rættin tala.

- Eftir áhaldandi ákærur í 14 mánaðir er fjølmiðlaumrøðan dømd deyð at vera og tað er ein stórur klettur, sum nú er tikin av mínum herðum, sigur Jørgen Niclasen.

 

 Les eisini: Her er dómurin

 

Hann sigur, at hann er ómetaliga fegin fyri niðurstøðuna hjá Føroya rætti, tí hann sigur, at hann nú hevur fingið fult viðhald.

- Hann sigur, at tíðin hevur verið hørð, bæði fyri hann sjálvan og fyri hansara næstringar, ikki minst fyri børnini.

- Onkur heldur, at politikarar hava harða húð, men vit eru ikki øðrvísi enn onnur fólk, leggur hann afturat og skuldsetingar av hesum slagi fara ikki bara undir húðina, men enn djúpari.

- Tí hevur hetta verið ein øgiliga pínufull tí fyri meg og øll rundan um meg.

 

Les eisini: Talan er um sensur

 

Jørgen Niclasen sigur, at hansara ynskið er nú, at miðlarnir hugsa seg betri um, áðrenn teir aftur taka fólk til viðgerðar tí slík viðgerð er alt annað enn hugalig.