Kvívíkar kommuna hevur ikki hægsta árliga barnafrádrátt og ei heldur lægsta skattaprosent sum er 21. Men, eitt hevur kommunan, sum eingin onnur kommuna í Føroyum hevur. Barnaansingin á lutfalsliga nýggja stovninum í Kvívík - Áarlon - er púrasta ókeypis.
Tað var eitt einmælt bygdaráð, sum í samband við fíggjarætlanina fyri 2016 tók hesa avgerð.
- Tað var ikki tí, at vit í bygdaráðnum sjálvi høvdu børn, at vit samtyktu at taka ansingargjøldini av. Men, nøkur okkara hava ommu-og abbabørn, sum verða ansað á stovninum.
Tað sigur borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Dánjal Petur Müller, sum vísir á, at ein avtøka av ansingargjaldinum svarar til umleið eitt skattaprosent, og bygdaráðið valdi heldur at stíla henda lætta til smábarnafamiljurnar enn at fremja eina generella skattalækking.
Hann sigur seg hava skilt, at tey, sum hava børn á stovninum, hava verið ógvuliga fegin um ókeypis ansingina. Gjaldið fyri fyrsta barnið var einar 1900 krónur, og síðan var avsláttur upp á tey næstu børnini.
- Onkur, sum hevði fleiri børn, kundi soleiðis gjalda út við 5.000 krónur um mánaðin - í 11 mánaðir um árið. So, tað sigur seg sjálvt, at hetta er komið ógvuliga væl við hjá familjum við fleiri børnum undir skúlaaldur.
Dánjal Petur Müller vísir á, at sum so mangt annað er barnaansingin ein partur av fíggjarætlanini fyri kommununa, og tí er skipanin, sum nú er galdandi, í gildi hetta fíggjaárið. Ætlanin hjá núsitandi bygdaráði í Kvívíkar kommunu hevur tó verið, at gjaldið skal ikki koma aftur.
- Nú arbeitt verður við fíggjarætlanini fyri 2017 er barnaansingin í Áarlon framvegis ókeypis. Tað verða tó tey, sum verða vald í nýggja bygdaráðið, sum taka endaligu avgerðina um fíggjarætlanina fyri 2017 - og soleiðis eisini um barnaansingina.
Sjálvur stillar borgarstjórin ikki uppaftur á kommunuvalinum hin 8. november. Hann hevur sitið tvær setur í bygdaráðnum - og báðar seturnar sum borgarstjóri.
- At eg ikki stilli upp aftur, er ikki ein avgerð, sum eg havi tikið nú um dagarnar. Tað er nokso langt síðan, at eg tók hesa avgerð eftir hesi átta árini sum borgarstjóri. Um eg vendi aftur til kommunalpolitikkin einaferð seinni, fer tíðin at vísa, sigur Dánjal Petur Müller.