arbeiðsmenninir vinda flaggið á stong. Hetta er eitt stórt arbeiði, so hetta var eisini ein stórur dagur hjá KBH og teimum, sum arbeiða hjá byggifelagnum. Reisigildi var fríggjakvøldið á loftinum í hølunum, har [...] Mattias Davidsen Arbeiðið gingið væl Høvuðsentreprenørur er byggifelagið, KBH, sum hevur heimstað á Toftum. Fyritøkan hevur staðið fyri øllum arbeiðnum, sum higartil er gjørt. Teir fingu Jóhan Berg í Saltnesi [...] smíðað. Og hetta er ikki smávegis arbeiði, tí ein stórur partur av betongarbeiðinum er undir jørð. Á ovaru síðu á bygninginum eru upp til fýra metrar av betongi og jarni undir jørð. Helgi Johannesen, sum leiðir
tá børnini byrjaðu aftur í Barnagarðinum á Svangaskarði, og Tofta skúli byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, læt eisini nýggj vøggustova upp fyri fyrstu ferð á Svangaskarði. - Vit hava latið nýggja vøggustovu [...] vøggustovuni í morgun. Í Nes kommunu vita tey at siga, at almenn móttøka verður í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði fríggjadagin, 19. august frá klokkan 16-18.
Fríggjadagin var almenn móttøka í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði á Toftum, og við hátíðarløtuna hildu barnagarðsleiðarin, Tóra Johannessen og borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, røðu. [...] staðið fyri graving v.m., Zacharis Leitisstein (hvs), Rók-El (el), Ingolf Hansen (flisaálegging), Signar á Fríðufløtum (málaraarbeiði) og Ernst Johannesen (gólválegging). - Blika hevur leverað møblar og leikur
-Vit ætlaðu okkum øll stigini, men vit høvdu verið nøgdir við eitt stig. Í fleiri av undanfarnu ferðunum hava vit spælt væl, uttan at vit hava vunnið stig. Hesa ferð var taktikkurin at lata teir hava
køkin í 1981-bygninginum í Tofta skúla til tónleikahøli ætlað musikkskúlanum. Talan er um eina gólvvídd á umleið 110 fermetrar. - Gjørd eru fýra venjingarrúm, harav tey trý hava dragihurðar ímillum, so til [...] fyri almenninginum í januar, tá Musikkskúlin skipar fyri einum tónleikatiltaki. Í Nes kommunu vísa tey á, at endamálið hjá Musikkskúlanum er at vekja ans fyri tónlistini. - At menna tónlistarligu gávur næminganna
?Nina, nina, nái? er heitið á eini nýggjari tvífløgu, ið Plátufelagið Tutl gevur út. Á útgávuni eru ikki færri enn 145 nýggjar og gamlar savnsupptøkur við skjaldrum, teljiramsum, rímum o.ø., ið hevur tilknýti [...] sínum arbeiði. Við sjálvum fløgunum fylgir ein bóklingur upp á 60 síður við tekstum, viðmerk-ingum og myndum. Heimildarfólk Tey, ið syngja á útgávuni, eru Wilhelmina Larsen úr Dali, Sigrid Simonsen av Kirkju [...] í dag, eru uppvaksin uttan beinleiðis samband við skjaldrini, og summi hava kanska leitað seg fram á tey í bókum, sum í teirri frálíku ?Í Skýmingini? hjá Sofíu Petersen og Elinborg Lützen. Men í bókunum
(kvæði, tættir og skjaldur), eru á fyrru fløguni, meðan upptøkur, har danskt mál verður nýtt (sálmar og vísur), eru á seinnu fløguni. Ein bóklingur við frágreiðingum á enskum og fronskum máli fylgir við [...] donskum vísum eru gjørdar í dansi í Sumba, á Velbastað, Strondum, í Skálafirði, Nólsoy, Gøtu og Skálavík. Skjaldrini eru upptikin í Havn, Streymnesi og á Toftum. Upptøkurnar við kingosangi eru gjørdar í [...] ljóð-, teksta- og myndatilfarinum. Flestu upptøkurnar á fløgunum báðum eru umvegis Útvarp Føroya fingnar til vega frá svenska útvarpinum, ið var við á eini felags norðurlendskari innsavningarferð í Føroyum
bygd innarlaga á gomlu ferjuleguni, har Leirvík í dag eisini hevur sín maritima bátahyl og hugnaliga umhvørvi. Nýggja tilbúgvingarstøðin er komin upp, og tað er byggivirkið KBH á Toftum sum byggir. Sambært [...] vísir á, at útgerðin hjá sløkkiliðnum hevur verið savnað ymsastaðni í kommununi, men tá tilbúgvingarstøðin verður liðug, verður alt savnað undir einum og sama taki í Leirvík. - Tilbúgvingarstøðin er á tilsamans
Tað var rættiligur hátíðardámur á havnalagnum á Toftum leygardagin, tá ið nýggi Búgvin kom. Hornorkestur spældi, og Kirkjukórið sang nakrar sangir. Fløggini veittraðu á fullari stong. Borgarstjórin í Nes [...] Móttøka Leygardagin var skipað fyri hátíðarligari móttøku á havnalagnum á Toftum, tá ið ein nýggjur Búgvi, bygdur úr stáli, kom í flotan fyri gamla Búgvan, sum er bygdur úr eik. Tað er felagið, Sp/f Anana [...] Davidsen. Búgvin er á somu stødd sum trolbáturin, Hansa Maria, sum ein triði bróður Theodor og Kjartan, Hans Andrias Poulsen, eigur. Skrokkurin á nýggja Búgvanum er júst hin sami, sum skrokkurin á Varðanum, ið
um fevnir um, at ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir verða sløktir. Ístaðin verður nýggjur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá. Bakgrundin [...] Landsverk sigur í morgun, at alingin á Kollafirði og Tangafirði verður víðkað við einum aliøki út fyri Nesi. Hetta merkir, at siglingarleiðin inn á Skálafjørðin nú verður broytt. Sum siglingarleiðin er [...] aliøki fram við Neslandinum. Landsverk hevur tí kannað møguleikarnar fyri at leggja siglingarleiðina inn á Skálafjørðin longri frá landi fyri at fáa pláss fyri alivirksemi. Í hesum sambandi hevur stovnurin ráðført