Nýggj skip: "Platformurin" gerst størri og størri

At skipini, sum eru heimahoyrandi í Nes kommunu, gerast fleiri og fleiri í tali, setir eisini stór krøv til bygdaráðið, sum hevur til uppgávu at skapa karmarnar, so pláss er fyri øllum. Á havnalagnum treingist meira og meira, og vit arbeiða tí við eini ætlan um at veksa um atløgusíðuna, sigur borgarstjórin, Símun Johannesen

Móttøka

Leygardagin var skipað fyri hátíðarligari móttøku á havnalagnum á Toftum, tá ið ein nýggjur Búgvi, bygdur úr stáli, kom í flotan fyri gamla Búgvan, sum er bygdur úr eik.
Tað er felagið, Sp/f Anana við Theodor Poulsen, sum eigur skipið, ið hevur verið heimahoyrandi í Grenå. Tveir aðrir eigarar eru eisini; teir eru bróður Theodor, Kjartan Poulsen og Jan Davidsen.
Búgvin er á somu stødd sum trolbáturin, Hansa Maria, sum ein triði bróður Theodor og Kjartan, Hans Andrias Poulsen, eigur.
Skrokkurin á nýggja Búgvanum er júst hin sami, sum skrokkurin á Varðanum, ið noyðoyingar eiga.

Móttøka
Tað var rættiligur hátíðardámur á havnalagnum á Toftum leygardagin, tá ið nýggi Búgvin kom.
Hornorkestur spældi, og Kirkjukórið sang nakrar sangir. Fløggini veittraðu á fullari stong.
Borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen, helt røðu fyri skipi og manning.
Símun helt fyri, at tað grør um gangandi fót í Nes kommunu, tá ið ræður um fiskiskipaflotan.
- Skipaflotin her á staðnum er vaksin nógv seinastu tíðina. Millum jól og nýggjárs fekk enn eitt av teimum stóru línuskipunum heimstað her, og í dag heilsa vit nýggja Búgvanum vælkomnum.
Hann segði, at Morgunstjørnan er triðja línuskipið hjá P/F Eysturoy. Hini bæði eru Sigmundur og Eysturoyingur.
Borgarstjórin vísti á, at áræði og framsýsni altíð hevur sermerkt fólkið á staðnum ikki minst sjófólkið.
- Vit hava nógv arbeiðspláss á skipsdekki, og hetta eru stór aktiv fyri hetta økið.
Hann helt fyri, at stóra skipavirksemið rættiliga setir kommununa á kortið - til eina av teimum størstu innan línuskipavinnuna.
- Hetta setir eisini stór krøv til okkum, sum hava til uppgávu at skapa karmarnar, so pláss er fyri øllum.
Símun vísti á, at á havnalagnum treingist meira og meira við tí veksandi virkisemi, sum er, og umstøðurnar í dag eru ikki nøktandi.
- Vit arbeiða tí við eini ætlan um at veksa um atløgusíðuna, og vónandi byrjar hetta arbeiði um ikki ov langa tíð.

Triði Búgvin
Borgarstjórin helt fyri, at heimferðin hjá Búgvanum mátti hava verið baldrut, tí veðrið hesar dagarnar hevði verið so vánaligt.
- Tit hava tí longu fingið eina fatan á, hvussu nýggja skipið roynist í slíkum líkindum.
Símun vísti á, at nýggi Búgvin er tann triði í røðini hjá toftamonnum.
- Sigast má, at hesir menn, sum eisini hava keypt onnur fiskifør fyri at fáa fleiri fiskidagar og ein størri "platform" at standa á, trúgva upp á framtíðina.
Borgarstjórin segði, at við nýggja Búgvanum kunnu vit siga, at allur flotin hjá toftamonnum, sum um sumarnar hevur loyvi at fiska á landleiðini, er skiftur út.
- Træskipini eru nú skift út við stálskip, legði hann aftrat.

Takksemi
Símun Johannesen segði, at fólk í kommununi eru sera takksom fyri øll tey vinnutól, sum eru komin til bygdar.
- Hesi vinnutól gera kommununa til eitt mennandi "kraftsentur" innan okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuna, segði borgarstjórin.
Nýggi Búgvin er úr stáli og er bygdur í Hvidesande í Danmark í 2001. Hann hevur verið heimahoyrandi í Grenå.
Sáttmálaprísurin fyri nýggja Búgvan er upp á 7,3 miljónir krónur, men sum skilst á Theodori Poulsen, skulu spølini skiftast, áðrenn lagt verður út á hav.