Nýggj vøggustova læt upp á Toftum

Almenn móttøka verður í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði seinnapartin fríggjadagin.

Í morgun, tá børnini byrjaðu aftur í Barnagarðinum á Svangaskarði, og Tofta skúli byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, læt eisini nýggj vøggustova upp fyri fyrstu ferð á Svangaskarði.

 

- Vit hava latið nýggja vøggustovu byggja, og tað var við stórum spenningi, at børn og vaksin møttu upp í vøggustovuni í morgun.

 

Í Nes kommunu vita tey at siga, at almenn móttøka verður í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði fríggjadagin, 19. august frá klokkan 16-18.