Nýggj vøggustova - uttan lántøku

Nes kommuna hevur ikki tikið lán, nú kommunan hevur latið byggja vøggustovu fyri 5,7 miljónir krónur yvir tvey fíggjarár.

Fríggjadagin var almenn móttøka í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði á Toftum, og við hátíðarløtuna hildu barnagarðsleiðarin, Tóra Johannessen og borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, røðu.

 

Vøggustovan, sum fevnir um tríggjar stovur og er normerað til 36 børn, er bygd yvir tvey fíggjarár, 2015 og 2016. Nú arbeiðið er liðugt, er vøggustovan, sum kostar umleið 5,7 miljónir krónur við øllum, fíggjað yvir raksturin - og uttan lántøku.

 

Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað og hevur havt eftirlit við arbeiðnum.

 

Undirveitarar hjá byggifyritøkuni KBH hava verið AP-Bilar, sum hava staðið fyri graving v.m., Zacharis Leitisstein (hvs), Rók-El (el), Ingolf Hansen (flisaálegging), Signar á Fríðufløtum (málaraarbeiði) og Ernst Johannesen (gólválegging).

 

- Blika hevur leverað møblar og leikur, og Borg hevur leverað hvítvørur. EJ Maskinur og EM-Asfalt hava saman við kommununi havt arbeiði av uttanumøkinum um hendi, veit Nes kommuna at siga í dag.