-Vit ætlaðu okkum øll stigini, men vit høvdu verið nøgdir við eitt stig. Í fleiri av undanfarnu ferðunum hava vit spælt væl, uttan at vit hava vunnið stig. Hesa ferð var taktikkurin at lata teir hava bóltin og so bíða eftir møguleikanum at fara í kontraálop. Tað gjørdu vit serliga í 1. Hálvleiki, men eisini eftir steðgin. Vit høvdu tríggjar teir størstu møguleikarnar, og tí var tað ikki við síðuna av, at tað vóru vit, sum fingu einsamalla málið, heldur Jann Ingi Petersen, sum nú er spentur til 17. umfar:
-Vit skulu spæla í Fuglafirði, og tað verður ikki minni avgerandi avbjóðing. Eftir sigurin í Klaksvík eru vit javnir við KÍ í stigum. Um vit vinna í Fuglafirði, so verða vit aftur javnir við ÍF. Tað verður spennandi, men nú fegnast vit um, at tað hilnaðist so væl í Klaksvík, sigur Jann Ingi Petersen, sum hevur hug at rósa nýggju miðverjuni fyri frágera gott avrik.