inni undir. Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur [...] kortini. Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ovveiðu longur. Hann er í minking, halda sandingarnir. Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur [...] plagar at vera tann, sum eltir, helt undan. Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin
onnur sýnast at hava gloymt tað? Men enn er brúk fyri javnaðarflokkinum. Enn er flokkurin frægasta borganin fyri einum góðum samfelag undir teim givnu treytum her mitt úti í Atlantshavinum, einum samfelag [...] Fyri sjeyti árum síðan tóku fólk her á landi seg saman at stovna tað sokallaða »ringfelagið«, sum gjørdist tann føroyski javnaðarflokkurin. Frammanundan hevði alt politiskt kjak snúð seg um sjálvstýri [...] tilboð til okkum føroyingar. Givið er tað, at øll stig á sjálvstýrisleið síðan eru tikin við javnaðarflokkinum á odda og innan karmarnar av heimastýrislógini. Men nú er tíðin helst farin frá heimastýrislógini
føroyingar arbeiða uttanlands Fleiri búskaparligar greiningar hava víst, at føroyski búskapurin er viðkvæmur, tí útflutningurin er so einstáttaður. Vit útflyta stórt sæð bara úrdráttir úr laksi og fiski - [...] samfelagið. Høvið er, at kjak nú hevur tikið seg upp um, hvørt føroyingar, sum búgva í Føroyum og starvast uttanlands, geva eitt íkast til føroyska samfelagsbúskapin ella ikki. Frágreiðingin er ein dagføring [...] sum gevast at arbeiða altjóða, ikki fáa starv í Føroyum við samsvarandi førleikakrøvum, er sannlíkt, at í hvussu so er nakrir teirra flyta uttanlands, har hóskandi arbeiðssligar avbjóðingar eru. 2. Føroyingar
fyri altjóða mótstøðuliðini er ein veikleiki, sum tað hevur verið arbeitt við nú í eina tíð, og enn er nakað væl eftir, áðrenn komið er á mál við hesum. Men tann parturin er tó betraður. Hinvegin stendur [...] ferð í seinna hálvleiki staðfesti hann, at hann í serflokki er tann føroyski leikarin, sum vit kunnu rokna okkum mest av í framtíðini, og tað er einki at siga til, um hann eftir dystin iðraði seg um, at [...] tó at tað neyvan mundi vera nakar sum droymdi um veruligan spenning í dystinum, so er tað ikki á hvørjum degi, at høvi er at síggja slíkar leikarar live. Tað stóð eisini skjótt greitt, at styrkismunurin
Tað hevur alstóran týdning fyri støðuna, sum føroyskur filmur er í nú, at vit taka lógvatak og halda fram við at fylgja tilmælunum. Her er eitt heilt avgerandi tvørpolitiskt mál, at vit halda fram at vaksa [...] segði, tá føroyski hópurin var komin til Berlin: “Vit eru komin fyri at vera”. Hoyr hana greiða nærri frá, at ein góð kunningarskrá varð løgd fyri føroysku umboðini og um, hvussu ætlanin er at gera okkum [...] gjøgnum tíðina, og Klippfisk er partur av einum gevandi evropeiskum netverki fyri talentmenning. Og tað hevur givið úrslit, tað siggja vit á øllum tí tilfarinum, sum seinnu árini er sent inn til føroyska f
at fatanin millum fólk er blivin tann, at man ikki fær dansa, tá man er fullur. - Eingin dama tímur at verða drigin eftir einum fullum manni runt á einum dansigólvi. Dansur er heimsins besti fimleikur [...] vera synd. Men hann vísir á, at hetta er nokkso burturvið, tí tað gerst ikki synd at dansa, bara tí onkur drekkur við síðuna av tær, meðan tú dansar. - Dansur er ikki synd, sigur Elis avgjørdur. Hann vísir [...] tað er eisini ónatúrliga deiligt. tú kanst dansa, so tú sveimar, greiður dámligi útvarpsverturin frá, tá vit hitta hann á skrivstovuni í Sortudýki. Hann heldur tí heldur ikki, at nakað forgjørt er í at
føroyska fólkaskúlan er nógv skerd seinnu árini, samstundis sum krøvini til skúlaverkið bara vaksa. Hetta er niðurstøðan hjá formanninum í skúlaleiðarafelagnum, Hanus Joensen, ið til dagligt er skúlastjóri í [...] skyldu til at taka øll inn. Hetta er ein ótolandi støða, og tað skerst ikki burtur, at í slíkum støðum, har næmingatalið í einum flokki er uppi á kanska 27 næmingum, er tað oftast teir veiku næmingarnir [...] m í føroysku fólkaskúlalógini er, at skúlin skal verða fyri øll. Hetta merkir, at eisini teir næmingar, ið hava serligan tørv, skulu rúmast í vanligu skúlunum. - Um so er, at vit skulu liva upp til orðingina
karin Jón Rói Jacobsen, í Frem, men hann er nú seldur til superligafelagið AaB. - Tað er ein øgiliga stórur missur fyri Frem, at Jón Rói er seldur, tí hann er ein ótrúliga góður spælari. Tað var ikki uttan [...] Sjálvandi er landsliðið eitt mál hjá mær, men fyrst og fremst snýr tað seg um Frem. At eg ikki bleiv úttikin, er ikki nakað, sum nívur meg, sigur Jónas Tór Næss. Atli Gregersen sigur, at hjá honum er landsliðið [...] fram um skúlan Hóast allir tríggir føroyingarnir í Frem eisini ganga í skúla, so er tað einki dulsmál, at tað hjá teimum er fótbólturin, sum kemur í fremstu røð. - Jónas og eg ganga í einum serligum ítr
Og talan er um eina stóra verkætlan. Høllin verður í serflokki størsti einstaki bygningurin, sum er reistur í Føroyum. Gólvvíddin er beint omanfyri 10.000 fermetrar, innandura fríhæddin er 20 metrar. [...] førum sigur Heine Fossaa, stjóri, at hetta hvørki er eitt pr-nummar, ella ein sponsor-avtala av risa-dimensjónum. - Tað er sjálvandi forrætning í hesum. Tað er jú ikki hvønn dag, at ein verkætlan í hesari støddini [...] sært tú jú, at tá talan er um ætlanir av slíkari stødd, so eru tað útlendsk feløg, sum fara avstað við øllum. Tað, sum vit so ofta hava mangla í slíkum, er vitan og serfrøði, og her halda vit so okkum sjálvar
rami ræsti roykurin er ikki júst tað, sum fellur útlendsku nasunum best, skuldi ein verið so heppin at fingið nakrar greipur sendandi úr Føroyum. Rætti roykurin At ræsti fiskurin er í hásæti millum útisetar [...] veitslustaðið. Tað ráddi bert um at ganga eftir roykinum. Her var eingin roykur av eysturlendskum kryddurtum ella amerikanskum fast food, men tann rami føroyski ræsti roykurin. Tað sást eisini á gestunum, at tey [...] ella ikki, sjórokið í Norðsjónum ger í hvussu er somu nyttuna sum sjórokið undir Føroyum. Garnatálgin gjørdi sum altíð undurverkið, og hon var í hvussu er føroysk. Somuleiðis spikið. Í essinum Tann danski