Hóast flestu føroyingum dámar ræstan fisk, man tað vera sjáldan, at eitt ræst sporl liggur fremst á bakkanum á veitsluborði í Føroyum. Tað sama kann fyri tann skyld sigast um garnatálgina og spikið. Í dag munnu kotelettin og kjøtfrikadellan hava skumpað tann ræsta fiskin av borðinum í flestu heimum, og tann brúna ella okkurt fremmant sósaslag hevur á sama hátt loyst garnatálgina av. Vandin fyri at fáa karm av at reinsa skarngarnarnar er heldur ikki tann sami í dag, nú flestu skarngarnarnar enda í einum ruskposa ella í einari bingju. Spikið hevur hóast alt tosið um kyksilvur og heilakanningar á Harward varðveitt eitt sindur meiri av sínari støðu, men tað man vera grindini fyri at takka.
Tey, sum ganga undir heitinum útisetar, eru av góðum grundum farin uppaftur longur burtur frá teimum "gomlu" føroysku matvanunum. Ræstar greipur, garnatálg og spik eru ikki at finna í kølidiskunum í Bilka, Føtex ella Kvickly, og svína- oksakjøt og høsnakjøt munnu vera tað, sum dagliga kemur á borðið í útisetaheimunum. Einki ilt at siga um tað, tí tað fær valla verið ørvísið. Og so slepst heldur ikki undan tí veruleika, at tann rami ræsti roykurin er ikki júst tað, sum fellur útlendsku nasunum best, skuldi ein verið so heppin at fingið nakrar greipur sendandi úr Føroyum.
Rætti roykurin
At ræsti fiskurin er í hásæti millum útisetar sást týðiliga, tá føroyingafelagið í Mið- og Vesturjútlandi herfyri skipaði fyri veitslu, har borðreitt varð við røstum fiski, garnatálg og spiki. Tað er einki yvir at dylja, at tað kendist bæði heimligt og forkunnugt ísenn at kenna tann ræsta royking í teirri donsku heystarluftini, og hóast ein ikki var staðkendur, var eingin trupulleiki at finna veitslustaðið. Tað ráddi bert um at ganga eftir roykinum.
Her var eingin roykur av eysturlendskum kryddurtum ella amerikanskum fast food, men tann rami føroyski ræsti roykurin. Tað sást eisini á gestunum, at tey gleddu seg. Summi settu nasarnar upp í ættina úti í túninum, andaðu djúpt og vildu mest sum ikki lata luftina sleppa útaftur. Innanfyri sótu onnur og bíðaðu eftir, at maturin kom á borðið.
Í køkinum á eftirskúlanum, har veitslan var, stákaðust nevndarlimirnir í felagnum og onnur við døgurðan. Tær stóru grýturnar stóðu útiá við fiski, aðrar við eplum, og í einari av teimum minnu grýtunum brásaði garnatálgin. Onkur var millum gestirnar, sum ikki legði so nógv í ræsta fiskin, so í ovninum stóð onkur steikin at borðreiða fyri teimum, hvørs magi og sodningarevni kanska ikki vóru brynjað til tann serføroyska døgurðan.
Tá farið varð til borðs, vórðu gestirnir kunnaðir um, at nóg mikið var til, og hóast kokkarnir ikki høvdu verið sparnir, tá teir høvdu lagt uppúr, var tað kortini eyðsýnt, at fólk settu sær fyri at fáa mettuna. Fiskurin vísti seg at vera óføra góður. Hann var nú ikki føroyskur, men felagið hevði fingið hann frá onkrum sjómanni í Hanstholm, sum hevði ræsað hann umborð. Ella sum onkur helt fyri: Fullveldi ella ikki, sjórokið í Norðsjónum ger í hvussu er somu nyttuna sum sjórokið undir Føroyum. Garnatálgin gjørdi sum altíð undurverkið, og hon var í hvussu er føroysk. Somuleiðis spikið.
Í essinum
Tann danski durasnapsurin kom sum altíð væl við, tá ræst verður etið, og hýrurin við borðið var eisini óføra góður. Sum altíð á slíkum útisetaveitslum varð dúgliga sungið. Kom okkurt, sum líktist einum kvæða- ella vísulagi, tóku fólk í hondina hvør á øðrum, og tey fægstu mundu gáa eftir snikinum á fingrunum á honum ella henni, sum undir liðini sat. Tað var ikki sørt, at hesin borðsiðurin hetta kvøldið minti um borðsiðin hjá okkara gomlu norrønu forfedrum, soleiðis sum vit hava sæð tað í filmi ella aðrastaðni. Hugtakið hygieina var ikki tað, sum lá fremst í huganum eina slíka løtu. Hetta var føroyingurin í tí rætta essinum.
Aftan á borðhaldið varð farið aftur til nútíðina, tá Eiler og Hallur við teirra vinmonnum spældu til dans. Tó so, onkur vísan var uppímillum. Stundir vóru eisini til at práta um leyst og fast, men kanska minst um veður og vind, sum annars sigst liggja fremst hjá okkum føroyingum, men veðurlagið á flatlondum er nú heldur ikki tað sama sum heima.
At fólk vóru fegin og væl nøgd um kvøldið sást ivaleyst best á tí góða huginum til dansin, sum gekk lystiliga langt út á náttina. Tá fór at tynnast, tí summi mundu hava langt til húsa. Øðrum nýttist bert at fara í kjallaran, tí har hevði felagið útvegað avstaðsfólkinum song. Og tað mundi koma væl við.
Eitt var semja um: Ræstur fiskur er væl egnaður sum veitslumatur.
????????????????????????
Føroyingafelagið í Mið- og Vesturjútlandi umfatar Viborg Amt og Amt. Felagið varð stovnað í 1994, og limatalið skiftir millum 60 og 80. Felagið skipar fyri tveimum veitslum um árið, einari um heystið og einari um várið umframt jólatiltaki og øðrum tiltøkum. Í nevndini í felagnum sita Poul Poulsen, formaður, Mary Ann Joensen, næstformaður, Hjalti Joensen, kassameistari og skrivari, Inga Ludvig, Bjarna Haraldsen og Hannemia Jensen.