Mangan fáa føroyskir fótbóltsspælarar skotið í skógvarnar, at teir ikki hava tol og dirvi til á ungum aldri at fara út um landoddarnar at stríðast fyri einum yrkissáttmála. Hetta er tó ikki galdandi fyri teir tríggjar Atla Gregersen, Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næss, sum í dag allir eru við í fyrstaliðshópinum danska felagnum BK Frem, sum spælir í næstfremstu donsku deildini. Teir tríggir fóru allir á heilt ungum árum av landinum at royna fótbóltseydnuna.
Av landinum 15 ára gamlir
Teir báðir Gunnar og Jónas hava kenst øll barnaárini, og teir fóru í felag av landinum, longu tá ið teir vóru bara 15 ára gamlir. Tá fóru teir á ein fótbóltseftirskúla í Jútlandi, sum fyrrverandi danski landsliðsleikarin Kent Nielsen, sum í dag er venjari hjá AC Horsens í superliguni, stóð fyri.
- Tað var sjálvsagt eitt stórt stig at taka, tí vit vóru so ungir. Hinvegin lærdu vit ótrúliga nógv av tíðini á skúlanum. Bæði Gunnar og eg høvdu tó systkin í Danmark, sum vit kundu vitja í vikuskiftunum, og tað gjørdi tað eitt sindur lættari, heldur Jónas Tór Næss.
Tá ið hann og Gunnar vóru lidnir við fótbóltseftirskúlan gekk leiðin til Keypmannahavnar, og har fóru teir at venja við Frem.
- Venjarin hjá okkum á skúlanum setti seg í samband við Frem og syrgdi fyri, at vit kundu koma at venja í felagnum. Tá ið vit so høvdu verið í felagnum í eitt hálvt ár, fingu vit báðir tveir ungdómssáttmála, greiðir Gunnar Nielsen frá.
Atli var eisini á ungum árum á sama fótbóltsskúla, og tá ið hann varð liðugur við skúlan, helt hann fram í Danmark. Foreldrini búgva á Bornholm, so tað var sum so eingin orsøk hjá Atla at venda heim aftur til Føroya.
Fótbólturin fram um skúlan
Hóast allir tríggir føroyingarnir í Frem eisini ganga í skúla, so er tað einki dulsmál, at tað hjá teimum er fótbólturin, sum kemur í fremstu røð.
- Jónas og eg ganga í einum serligum ítróttarflokki á handilsskúlanum í Ishøj, og tað ger tað møguligt hjá okkum at skulka hvønn dag, um vit hava tørv á tí. Hinvegin kunnu vit altíð fáa eyka undirvísing, um vit vilja hava tað, greiðir Gunnar Nielsen frá.
Atli Gregersen, sum kom til Frem í vetur, dylur heldur ikki fyri, at tað hjá honum eisini er fótbólturin, sum fyllir mest í gerandisdegnum.
- Enn eri eg ikki sáttmálaleikari, men eg vænti, at eg skjótt fari at fáa bjóðað ein sáttmála. Leiðslan í felagnum hevur tosað við meg um tað, og eg havi verið við í at kalla øllum dystunum, ið vit hava spælt higartil í vár. Men tað sum er mest umráðandi er, at eg sleppi at spæla. Sum tað sær út í løtuni, meti eg meg verða triðjaval til eitt pláss í miðverjuni, heldur Atli Gregersen.
Stórur missur í Jón Róa
Undan vetrarsteðginum var ein annar føroyskur spælari, nevnliga landsliðsleikarin Jón Rói Jacobsen, í Frem, men hann er nú seldur til superligafelagið AaB.
- Tað er ein øgiliga stórur missur fyri Frem, at Jón Rói er seldur, tí hann er ein ótrúliga góður spælari. Tað var ikki uttan orsøk, at hann bleiv valdur til ársins spælara her í felagnum í fjør, sigur Gunnar Nielsen.
Jónas leggur afturat, at Jón Rói hevði sera stóran týdning fyri liðið, tí umframt at verða stýrmaðurin í verjuni, so var føroyski landsliðsspælarin eisini ein ógvuliga góður spælari til at byggja eitt álop upp.
- Eg ivist heldur ikki í, at Jón Rói fer at gera seg galdandi í superliguni, tí at hann er ein framúrskarandi spælari, sum uttan iva fer at sláa seg fastan á AaB-liðnum, heldur Jónas Tór Næss.
Missurin av Jón Róa og øðrum stuðulsleikarum hevur eisini við sær, at málsetningurin hjá BK Frem undan seinnu hálvu av donsku kappingini ikki er so høgur. Teir tríggir føroyingarnir siga, at málið hjá felagnum er eitt pláss í miðjuni av Viasat-sport Divisióni, men samstundis ræður um at ansa sær, so at man ikki endar í niðurflytingarvanda, halda teir tríggir.
Landsliðið
Tann einasti av teimum trimum føroyingunum í Frem, sum er inni í landsliðshitanum, er málverjin Gunnar Nielsen. Hann hevur verið fastur fúsur í hópinum seinasta árið, og nógv meta, at hann verður maðurin, sum skal loysa Jákup Mikkelsen av, tá ið klaksvíkingurin velur at leggja skógvarnar á hyllina.
Hinir báðir hvørki eru ella hava verið í landsliðshitanum, men spurningurin er, um teir ikki skjótt fara at banka upp á dyrnar. Jónas var í heyst rættuliga títtur millum teir fyrstu ellivu hjá Frem, og vanliga leikti hann á høgra bakki. Havandi í huga at landsliðið ikki hevur nógvar spælarar, ið eru upplagdir til at røkja hetta pláss, var tað væntandi, at ungi havnarmaðurin bleiv úttikin til venjingarleguna hjá landsliðnum í Florida herfyri, men so var ikki.
- Sjálvandi er landsliðið eitt mál hjá mær, men fyrst og fremst snýr tað seg um Frem. At eg ikki bleiv úttikin, er ikki nakað, sum nívur meg, sigur Jónas Tór Næss.
Atli Gregersen sigur, at hjá honum er landsliðið bara ein dreymur, men sjálvur heldur hann, at tað liggur øgiliga langt burturi.