íordan, men skulu vit her suðrið bert sita hendur í favn og góðtaka, at vit og oyggja okkara blíva viðfarin sum ein blindtarmur, í bert er til fortreð hjá samgonguni og blíva viðfarin sum annanklassa borgarar [...] Tórshavn er tíðin ikki hildin tí yvirtíð skal sparast, bilar skøvast og klæðir hjá ferðafólki dálkast tí plássi umborð er ov lítið, og so framvegis. Framløga skuldi verða fyri almenninginum í Suðuroy av [...] meini tað. Berghol skuldi gerast millum Øravík og Hov , 4 mill. eru avsettar á verandi fíggjarlóg, men landstýrismaðurin sigur nú, at verkaætlanin skal útsetast og tað hevur eisini verði ætlanin alla tíðina
glæstriborg, og hesa sera stórfingnu ætlan. Men hvør tann, ið hevur sæð saltsiloina, og sum hevur eitt sindur av hugflog, kann lættliga ímynda sær teir møguleikar, ið her eru. Listafólk síggja hetta og stuðla [...] salti so stóran í 1920’unum og 30’unum. Mett tøl siga, at í 1930 innfluttu føroyingar uml. 20.000 tons av salti frá Sfax og Ibiza. Hetta kom við dampskipi og skuldi so lempast og koyrast í vognum. Ein av [...] arkitektur teknaði siloina, og firmaði C. Jensen í Keypmannhavn stóð fyri fyrireikingunum og fíggjarstýringini av byggingini. Siloin stóð liðug í 1938, og hevði gólvvídd á 1000 fermetrar og hæddin var 25 metrar
av sonevndum hundasnacks. Hetta er krás til teir fýrføttu, gjørt av tukaðum svínaoyrum, svínatrýni og svínasinu. Í triðja hvørjum føri var salmonella staðfest í krásinum. Talan er um tað vandamiklu mu [...] bestubitarnar, verður sagt. - Sleikir tú tær um fingrarnar aftaná ella fer tú at matgera uttan at vaska hendur, so kanst tú verða smittaður av salmonella. Tað sama er galdandi fyri smábørn, sum grulva á gólvinum [...] Mortensen, stjóri í SMS í Havn. Miklagarður er ein av handlunum í Føroyum, ið selur krás til hundar, og hundakrásið í Miklagarði kemur úr Danmark. Niels Mortensen sigur, at Miklagarður plagar altíð at frætta
1935, og nú liggur tað um 30. Helena Samuelsen greiðir frá bygdini í bók síni Hellurnar. Í bygdini hevur verið heilt fitt av virksemi til tíðir. Stundum hevur tað verið útróður og fiskaarbeiði og stundum [...] stundum sild og arbeiði av henni. Salli varð føddur í 1914 og hann greiddi frá: Mamman úr Íslandi Vit vóru 4 systkin. John Sigurd, Svava, Jóhannes og eg. Pápi mín Magnus (1872 - 1955) legðist longu uppi í 1930 [...] Reiðari var Sámal Peter Petersen, og Óli Andreas Christiansen við Gjógv var skipari. "William Martin", við Jørgen Højgaard sum skipara, og so var eg við "H. M. Stanley" úr Vági og "Energy" av Tvøroyri. Illveðrið
tunnell, brúgv og veg til vegasamband millum Klaksvík, Norðdepil og Viðareiði. Landsstýrinum verður givið í hendi at læna 1 mill. kr. uppá ta í gr. 1 nevndu játtan og at skipa fyri kanning og kostnaðarætlan [...] smalur, ótíðarhóskandi og grót ofta kemur á vegin, er ynski um at fáa ein tunnil og veg millum hesar bygdir (Hvannasund og Viðareiði). Tunnilin er umleið 2.300 metrar til longdar og samanlagt uml. 4000 metrar [...] ríðir oman. Vandin er serliga stórur, tá tað hevur verið frost, og tá bloti kemur í aftur, og eisini tá tað hevur verið liggjandi turrveður, og tað aftur verður áarføri. Hetta fáa teir hjá landsverkfrøðinginum
Vit hava einki serligt hugflog, og móti endanum hava vit stutt og greit ongar kreftir eftir. Ulrik Wilbek, landsliðsvenjari, við TV2 - Vit eru ikki til staðar frá byrjan av, og tað er ikki nóg gott í eini [...] okkum. Joachim Boldsen við TV2 - Hetta er ræðuligt. Vit skuldu havt vunnið í tí ordiliga dystinum, og so høvdu vit fingið eina dreymafinalu ímóti Týsklandi frammanfyri 19.000 áskoðarum. Peter Henriksen [...] . Eg sat bara við einum handklæði yvir høvdið. Jesper Nøddesbo við TV2 - Eg eri óður, eg eri súrur og eg eri skuffaður. Eg fái neyvan møguleikan at spæla eina HM-finalu aftur í Týsklandi, so hetta var
strembanum og stuðlar undir altjóða marknaðarføring av føroyskum vørum og tænastum. Tað almenna leggur stóran dent á vinnuframa og stuðlar spírandi vinnum, ið framleiða slóðbrótandi vørur og tænastur og troyta [...] t.d. við at sjónliggera/marknaðarføra hetta landið og vinnu tess, ráðgeva fyritøkum, menna netverk og skapa sambond millum fyritøkur og íløgarar – og harvið medvirka til at fáa vinnuna til at bera vøkstur [...] at lata føroyska samfelagið upp fyri umheiminum og skipa vælvirkandi marknaðir og við miðvísum tiltøkum at menna førleika og karmar hjá føroyskum virkjum og arbeiðsmegi, so hesi eru brynjað at taka kappingina
ymiskar og kanska samstundis hava eitt felags grundeyðkenni. Hesir hamir trína fram á tilverunnar pall, í ellini tódnaðir og skarpir, á miðjum aldri frískir og búnir, á barnaárum ekkaleysir og leikandi [...] Ljós: Hjalmar Holm og Sámal Clothier. Pallur. Hans Tórgarð og Kári Øster. Fyrisiting: Súsanna Tórgarð. Hjálparfólk: Hjálmar Dam og Poul Dávur Hammer. Foto: Maria G. Tórgarð. Plakat og leikskrá: Hans Tórgarð [...] meira uttanveltað forteljandi Krapp, tann lýriska og næstan skaldaborna Krapp og Gamlakrapp, sum lítur aftur á sítt lív, eitt sindur gloymskur, heldur ilskur og ofta við vanvirðisliga burturkveistrandi tónalag
Finnleif Guttesen Tit halda hyggjararnar fyri háð og spott, tá ið tit lata teir sita og bíða frammanfyri skermin har einki hendur, sjálv um klokkutíðin sigur nakað annað. Minsta mark av sømuligheit er [...] hyggjarin ikki sat sum ein idiotur og bíðaði eftir sendingini. Umberingar kunnu ikki brúkast til nakað sum helst, stjórin hevur ábyrgdina, hann fær sína løn fyri tað og kann hann ikki klára uppgávuna, má
600 tímar um árið. Sum nú er, so kann Sjónvarp Føroya senda so nógv tilfar frá DR, sum teimum lystir, og hetta verður eisini dúliga gjørt. Saman við tilfarinum frá TV2, so myndar hetta bróðurpartin av senditíðini [...] tímar um árið, sigur Mikkjal Helmsdal. Sum Sosialurin skilir, so er tað rættiliga trupult at fáa hendur á TV2, soleiðis at tað bert eru heilt fá í Føroyum, ið síggja donsku rásina TV2. Mikkjal Helmsdal