Sagt og skrivað um Viðareiðisvegin:

fyri seg

Uppskot á tingi
"Úr landskassanum verður játtað ein peningahædd uppá 1 mill. kr. til gerð av tunnell, brúgv og veg til vegasamband millum Klaksvík, Norðdepil og Viðareiði.
Landsstýrinum verður givið í hendi at læna 1 mill. kr. uppá ta í gr. 1 nevndu játtan og at skipa fyri kanning og kostnaðarætlan av nevndu arbeiðum, so tey kunnu byrja í hesum ári.
Henda lóg kemur í gildi beinanvegin".
(Løgtingsuppskot hjá Richard Jacobsen, tingmanni 15. januar 1957)

Skeltini boða frá
"Hesa tíðina av árinum er sjálvsagt ikki vandi fyri skalvalopið, men tey, sum fara eftir Viðareiðisvegnum kunnu ikki kenna seg heilt trygg. Skelti boða frá, at vandi er fyri omanlopi, og tær vikurnar munnu vera fáar, at grót ikki ríður oman á vegin. Í nógvum vikum kemur hetta fyri meiri enn eina og tvær ferðir. Veðurumstøðurnar hava nógv at siga, nær tað ríðir oman. Vandin er serliga stórur, tá tað hevur verið frost, og tá bloti kemur í aftur, og eisini tá tað hevur verið liggjandi turrveður, og tað aftur verður áarføri. Hetta fáa teir hjá landsverkfrøðinginum sjálvandi einki gjørt við.
Tað hevur ofta verið tosað um, at vegurin millum Hvannasund og Viðareiði átti at verið breiðkaður, og onkuntíð er møguleikin nevndur, at tunnil skuldi verið gjørdur úr Hvannasund inn í botnin á Viðvík - Víkabotn, sum teir kalla tað - og so at knýta hetta saman við »inni í Dølum«, men hetta er neyvan realistiskt at tosa um í hesum tíðum".
(Sosialurin 15. sept. 1999)

Leypir av og á
"Tvey omanlop hava verið á Viðareiðisvegnum hesa vikuna. Ongin skaði er tó hendur.
Tað fyrra omanlopið var Flaggdagin og tað seinna mánamorgunin. Í báðum førum var talan um rættuliga stórt grót, sum sambært Landsverkfrøðinginum ikki var mannbart.
- Tað eru komin merki í asfaltið, men ongin skaði sum so er hendur, sigur Landsverkfrøðingurin.
Hóast okkurt grót fór upp um autoverjuna, so fekk hon heldur ongan skaða av omanlopunum báðum.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað leypir soleiðis av og á á Viðareiðisvegnum, men tað er ongantíð nakar álvarsligur skaði hendur".
(Sosialurin 29. apríl 2003)

Bussur við børnum
"Beint eftir, at bussurin við børnunum, sum skuldu í skúla í Klaksvík, var farin framvið fríggjamorgunin, bóltaði ein stórur klettur oman á landsvegin ímillum Viðareiði og Hvannasund. Steinurin var so stórur og tungur, at hann kundi syft bussin við børnunum í havið nógvar favnar niðanfyri.
Javnan rullar grót úr fjallasíðuni oman á landsvegin. Enn hava politikararnir ikki tikið hetta í álvara, men hava raðfest hesa farleið aftarliga, tá hugsað verður um, hvussu vandamikil vegurin er.
Jógvan Nybo, (táverandi) bygdarráðsformaður á Viðareiði, sigur, at bygdarráðið hevur gjørt vart við hetta á rætta staði, men bert hevur fingið tað svar, at eingin peningur er tøkur til at bøta um hetta vandamál".
(Sosialurin 23. juni 2003)

Skúlabussurin koyrdi ikki
"Mánamorgunin klokkan sjey lat Viðareiðisvegurin upp aftur fyri ferðslu. Áarførið var minkað nakað, men framvegis er nógv vatn á vegunum. Fólk frá Landsverki brúktu dagin til at fáa vatnið burtur. Sigast skal eisini, at vegurin var opin sunnudagin, men tá heitti Landsverk Føroya á fólk um bert at koyra, um tey høvdu neyðsynjaørindi.
- Tað er nógv vatn á vegnum enn, og tvørrennurnar eru tiptar, sigur Ernst Vágsgarð, vegaformaður í norðoyggjum.
Hóast vegurin lat upp aftur mánamorgunin, so gjørdi Landsverk av ikki at loyva stórum bilum norðurum. Eitt nú koyrdi skúlabussurin ikki".
(Sosialurin 13. sept. 2004)

Skelkurin situr enn
"Hon hevur tað eftir umstøðunum gott. Men skelkurin situr í henni, og hon sigur, at um hon framhaldandi fer at hava tað, sum hon hevði tað sunnukvøldið, so verður tað ikki stuttligt at koyra eftir Viðareiðisvegnum framyvir. Veturin liggur fyri framman, og ofta eru keðilig líkindi tá".
(Sosialurin 13. sept. 2004)

Ótíðarhóskandi
"Av tí at vegurin er smalur, ótíðarhóskandi og grót ofta kemur á vegin, er ynski um at fáa ein tunnil og veg millum hesar bygdir (Hvannasund og Viðareiði). Tunnilin er umleið 2.300 metrar til longdar og samanlagt uml. 4000 metrar av vegi".
(Landsverk, desember 2005)



FAKTA

Viðareiðisvegurin
Fjarstøða: Millum Klaksvík og Viðareiði eru 18 km. Millum Hvannasund og Viðareiði eru 9 km.
Ferðsla: Í 2000 349 bilar og í 2004 463 bilar um samdøgrið



Tunnil til Viðareiðis

Lýsing
Av tí at verandi vegur er smalur, ótíðarhóskandi og grót ofta kemur á vegin, er ynski um at fáa ein tunnil og veg millum hesar bygdir. Tunnilin er umleið 2.300m til longdar og samanlagt uml. 4000m av vegi.

Støðan
Desember 2005: Gjørdar eru fyribils jarðfrøðiligar kanningar og metingar. Supplerandi kanningar skulu gerast í sambandi við vegin Skúvadalsleitið í næstum. Eisini skullu gerast kjarnaboringar í Middali og við Rættargarðar.
Tíðarætlan
Ov tíðliga at siga nakað um tíðarætlanina, tí óvissa er enn um, nær játtan fæst.
Kostnaðarætlan
Ein fyribils meting: 155-175 mió. kr.
(Landsverk desember 2005)